USA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
United States of America
Sameindu Statirnir Í Amerika
Sambandsríki Amerika
Flagg Sambandsríki Amerika
(Flagg Sambandsríki Amerika)
Skjaldarmerki Sambandsríki Amerika
(Skjaldarmerki Sambandsríki Amerika)
Tjóðarslagorð: "In God We Trust"
Tjóðsangur: "The Star-Spangled Banner"
United States (orthographic projection).svg
Alment mál Enskt (de facto)
Høvuðsstaður Washington DC
Forseti Barack Obama
Varaforseti Joe Biden
Fullveldi 4. juli 1776
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9,826,675 km²
6,76 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
315,803,000
34,2/km²
Gjaldoyra USA dollari (USD)
Tíðarøki UTC -4 til -10
Økisnavn á alnetinum .gov, .mil, .edu, og .us
Telefonkota +1

Sambandsríki Amerika [1] (alment enskt heiti: United States of America, framborið /uh-mer-i-kuh/ [2]), eisini nevnt USA, eru heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (færri enn í India og í Kina). Landið er býtt í 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t.d. Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d. Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Wakeoy, Howlandoy, v.fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.

USA er heimsins máttmiklasta [3][4] og ríkasta land (BTÚ) [5]. Stórt tilfeingi av kilo, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta óvarda landamark [6]. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.

Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á Norðuramerikanska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og Depressiónin Mikla (1929-1939). Eftir Annað heimskríggj var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var Sovjetsamveldið. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað Kalda kríggið. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Indiánarnir[rætta | rætta wikitekst]

Indiánar, ið búðu á háslættanum. Tá ið tey hvítu komu til USA, hittu tey indiánar.
Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk; indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav.
Puebloindiánar í Arizona. Pueblo merkir bygd.

Upprunafólkið í USA vóru indiánar. Í 17. øld komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv. Bretar, skotar og írar komu á eysturstrondina, fraklendingar at teimum stóru vøtnunum, og spaniólar í útsynningslendið. Í 18. øld misti Frakland síni hjálond. Hesi londini komu nú undir bretskt vald. Um sama mundið komu fyrstu trælirnir til Amerika. Nakað upp í 18. øld, tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.

Hildið verður, at Beringssundið var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum Ásia og Amerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí Kolumbus helt, at hann var komin til India.

Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjá inuittum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið Kolumbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.

Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk mál. Lendið vestan fyri Mississippi vestur ímóti Klettafjøllum var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði.

Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum um afrikanar. "Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni". Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum [7].

Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum: Mohikanar, huronar, irokesar og shavahoar. Í skógunum vóru nógv rádjór, bjarnir, hjørtir, elgar og bævrar. Eisini var ovmikið av fugli og fiski. Í hesum filmunum og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.

Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.

Fyrst í 18. øld komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna. Bisonin varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum ross og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.

Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey í Meksiko og Peru. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man vera irokesasamgongan, sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir.

Irokesar høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. Irokesar livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn.

Í Arizona, Utah, Kalifornia og Nevada vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar.

Niðursetufólkið[rætta | rætta wikitekst]

Í 1620 komu pílagrímarnir. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma út Onglandi.
Evropeiskir keypmenn ríkaðu seg av trælahandlinum.
Hjálond breta í USA í 1776; tey fyrstu 13 ríkini í USA vóru hesi: Delaware, Pennsylvania, New Jersey, Georgia, Connecticut, Massachusetts, Maryland, South Carolina, New Hampshire, Virginia, New York, North Carolina og Rhode Island.

Flestu niðursetufólkini í USA í 17. og 18. øld komu úr Onglandi. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum puritansku samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.

Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av 18. øld, tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg. Fraklendingar, sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.

Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í 17. øld, og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr Afrika vóru trælir í Suðuramerika og á oyggjunum í Karibiahavi. Í 17. øld vórðu trælir tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í 18. øld vóru 170 000 trælir í Virginia. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.

Trælirnir, sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til Amerika. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum djór. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.

Tá ið trælirnir komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til matna.

Trælir, sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. Í Maryland kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.

Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í hjálondunum. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.

Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úr Bretlandi. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógv trælaferðirnar. Í 1741 fór sluppin ”Seaflower” úr Belfast í Norðurírlandi við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu til Boston í Massachusetts, vóru 46 deyð í hungri.

Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”.

Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna.

Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn í hjálondunum. Meðan Amerika enn var saman við Onglandi, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. Í Nýonglandi, har nógvir puritanar búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust.

Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáa útbúgving í hjálondunum. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri.

Hjálondini og Bretland[rætta | rætta wikitekst]

Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sum trælir, men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónir afrikanarar vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810.
Bretski generalurin Charles Cornwallis fór í felluna í Yorktown, Virginia. Franski flotin lá og vardi fram við strondini, og George Washington kringsetti bretsku herdeildirnar frá landi.

Les eisini greinina Amerikanska Kollveltingin

Í 18. øld høvdu hjálondini í USA minni samband við Bretland enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir írar, skotar, týskarar og fraklendingar. Hóast hjálondini enn vóru undir bretskum harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.

Bretar vóru ikki sinnaðir at lata hjálondini gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst bummull. Bretska tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum Vesturindia sendi hjálondunum, skuldu verða tollaðar.

Tollurin fór til Bretlands. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í hjálondini, hóast tey høvdu ikki umboð í bretska tinginum.

Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum bretar fluttu inn og aftur seldu hjálondunum. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at bretska tingið tók sær rættin at skatta hjálondini.

Í 1773 fóru nakrir bostonbúgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.

Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og 4. juli 1776 samtykti tjóðartingið fyribils Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina. Trettan hjálond høvdu tikið loysing frá Bretlandi.

Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við Bretland. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og Frakland, gamli fíggindi Bretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000 týskarar vóru í ein góðseigari úr Virginia, stóð á odda fyri hjálandaherinum.

Skamt eftir, at Amerikanski Frælsisbardagin ímóti bretum var brostin á, útnevndi tingið í hjálondunum herovastin George Washington úr Virginia sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úr Boston, og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtók Kongressin Frælsisyvirlýsingina, sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men Washington og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.

Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úr Virginia, Thomas Jefferson (13. apríl 1743 – 4. juli 1826), skrivaði Frælsisyvirlýsingina. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjá enska heimspekinginum John Locke (29. august 1632 – 28. oktober 1704), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoytti Jefferson uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotini Bretlandskongur hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar í hjálondunum. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu til Kanada. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varð trælahaldið tikið av við lóg í 1804.

Undir Frælsisbardaganum fingust konufólk í hjálondunum við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømis Molly Pitcher ið stríddist á vígvøllinum.

Lond í Evropa nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. Men Amerikanska Kollveltingin broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enn trælir, og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið.

Á vári 1781, eftir bardagan ímillum bretsk og amerikansk herlið við Guilford Court House í North Carolina, gav Corwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Yorktown í Virginia. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum í París í 1783 vórðu hjálondini, ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í mai 1787 buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA.

Borgarakríggj[rætta | rætta wikitekst]

Les eisini greinina Amerikanska Borgarakríggið

11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaði Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum (CSA).

Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, og trælahaldið var avtikið. Í suðurríkjunum var landbúnaður høvuðsvinna og trælirnir gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í 1860 varð Abraham Lincoln (12. februar 1809 – 15. apríl 1865) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at trælahald skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, at Lincoln fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðu Sameindu Amerikonsku Suðurríkini (CSA). Í apríl 1861 var fyrsti samanbresturin við Fort Sumter í South Carolina. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis við Stonewall Jackson (21. januar 1824 – 10. mai 1863) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í 1865 legði herovasti teirra, Robert E. Lee (19. januar 1807 – 12. oktober 1870), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í 1865 tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir trælir vóru frælsir.

Grundarlagið undir búskapinum í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyri trælunum. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð trælahald bannað við lóg - Í januar 1863 varð trælahald bannað við "the Emancipation Proclamation". Frælsisloysingin gav teimum rætt til egið arbeiði og rættin til at eiga jørð, men tað vóru stórir trupulleikar knýttir at hesum frælsi, tey vóru ólærd og tey flestu vóru analfabetar. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan.

Borgarakríggið í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í 20. øld: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum.

Framgongd[rætta | rætta wikitekst]

Amerikumenninir Orville- og Wilbur Wright smíðaðu fyrsta flogfarið, sum fleyg við motori, og sum var undir ræði flogskiparans.

Seinna helming í 19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr Evropa seg vestan fyri Mississippi. Vónríkir gullgravarar fóru til Kalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin Homestead Act frá 1862, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir til Kyrrahav, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar.

Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum 1900-1919. Hóast landið helt við Bretlandi og Fraklandi, fóru amerikanar ikki uppí Fyrra heimsbardaga, fyrr enn týska kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. Í Suðuramerika og Miðamerika gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. Í Argentina miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi.

Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í 1900 var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt.

Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar.

Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðu protestantiskir innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úr Norðurevropa fyri harðari kapping frá ólærdum katolikkum og øðrum innflytarum úr Suðurevropa, sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu.

Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn fyrri heimsbardagi brestur á í Evropa á sumri 1914. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga.

Ford setur heimin á hjól[rætta | rætta wikitekst]

Ford Modell T í 1908.

Amerikanski ídnaðarmaðurin Henry Ford (30. juli 1863 – 7. apríl 1947) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim. Ford stovnaði bilverksmiðju sína í Detroit í Michigan í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, Modell T. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Ford Modell T. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í 1914 setti hann í gildi minstuløn – 5 dollarar – fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum.

Henry Ford setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í 1908 høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í 1930 vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnum Modell T. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan.

Heimskreppan[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Heimskreppan 1929

Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street í New York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum.
Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, og allur Tennesseedalur gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur.

Eftir fyrra heimsbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um allan heimin. Lond í Latínamerika, til dømis Meksiko og Peru, royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í Brasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á kaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.

Í 1920 varð bann sett fyri at gera og selja rúsdrekka í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin Al Capone (17. januar 1899 – 25. januar 1947) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í Chicago í Illinois, og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í kreppuni broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og Al Capone varð settur í fongsul.

Stóra heimskreppan hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.

Búskaparkreppan ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í 1920-árunum, og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetin Franklin D. Roosevelt (30. januar 1882 – 12. apríl 1945) tók við í 1933. Hann setti í gildi ”New Deal” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár. New Deal skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin.

Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdust oyðimerkur, og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru til Kalifornia at sóknast eftir arbeiði. John Steinbeck (27. februar 1902 — 20. desember 1968) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguni The Grapes Of Wrath, ið varð gjørd til film.

Alt fyri eitt, Roosevelt tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í 1933 varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða verkætlanin var Tennessee Valley Authority. Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, tá ið sett varð á í 1933, og allur Tennesseedalur gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur.

Endamálið við Tennessee Valley-ætlanini var at gera byrgingar til tess at temja ánna og sleppa undan vatnflóð, bøta um landbúnaðin, gera siglingarveitir og gera ravmagn. Fleiri enn 20 byrgingar vórðu gjørdar, og í 1960-árunum veitti skipanin 6 prosent av allari ravmagnsnýtsluni í USA.

Talufilmarnir komu um somu tíð, sum heimskreppan tók seg upp. Hjá mongum gjørdust kykmyndirnar vøkkultur uggi at flýggja undan harða og gleðileysa gerandislívinum. Filmstríðarritini høvdu góðar dagar. Íspunnu, prangandi frásagnir teirra um marglætislív filmsleikaranna fingu lesararnar at halda, at teir eisini skuldu uppliva ”amerikanska dreymin”.

Seinni heimsbardagi og Kalda Kríggið[rætta | rætta wikitekst]

Les eisini Seinni heimsbardagi og Kalda kríggið

Týskland varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki.

Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í Hawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar Iwojima og Okinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin Hiroshima, og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvir Nagasaki. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini. Annar heimsbardagi var av.

Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA og Sovjetsamveldið – stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevnd Kalda kríggið, tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis í Korea, Vjetnam, Miðeystri og Afrika.

Meðan londini í Latínamerika kannaðu sær útvegir at menna búskap sín, gjørdust USA ríkasta land í heiminum. Men ríkidømið varð ójavnt býtt: Svartir amerikanarar vórðu javnan fyri bæði fíggjarligum og samfelagsligum vanbýti. USA kappaðist við Sovjetsamveldið um at vinna sær vald og ávirkan í hvørjum króki í heiminum og nýtti mangar milliardir dollarar til vápn og búskaparhjálp til sameindu lond síni.

Javnrættindi[rætta | rætta wikitekst]

Martin Luther King var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt.

Borgararættindastríðið í 1950-árunum og 60-árunum er ein av størstu hendingunum í amerikanskari søgu í 20. øld. Rættindi og lívskor teirra svørtu samsvaraðu ikki lyftunum í Frælsisyvirlýsingini og Grundlógini. Tey svørtu vóru – 100 ár eftir at trælahaldið varð avtikið – enn bundin av tí trældómi, ið teirra forfedrar í so mong ár, sum trælir hjá hvíta manninum, høvdu livað við. Í suðurstatunum var segregatión og tey svørtu í norðurstatunum vóru partvís integrerað í verðina hjá hvíta manninum.

Í 1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. Til dømis noktaðu fólk í Alabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin Martin Luther King (25. januar 1929 – 4. apríl 1968). Í 1963 gingu King og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhúsið í Birmingham í Alabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100 000 borgararættindafólk mótmælisgongu til Washington DC. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur var gjørdur á svørtum og hvítum.

Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part í USA í 1950- og 1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdist fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum Malcom X (19. mai 1925 – 21. februar 1965), ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart í móti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Í USA hava vit nú havt 2 littar uttanríkisráðharrar undir George W. Bush (R), hin fyrri Colin Powell og síðan Condoleezza Rice. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. januar í 2009, tá Barack Obama, sum er littur, gjørdist tann 44. amerikanski forsetin.

Borgararættindastríðið hjá teimum svørtu í 1960-árunum eggjaði eisini øðrum til at stríðast ímóti órættvísi. Eftir at National Organization For Women varð stovnað í 1966, gingu konufólk saman í stríðnum fyri somu løn og somu arbeiðsmøguleikum, betri heilsuverki og rætti til fría fosturtøku. Nýggjar lógir bannaðu kynságangi á arbeiðsmarknaðinum, men javnarættindalógin varð ikki viðtikin í so mongum ríkjum, at hon varð tikin við í stjórnarskipanarlógina í USA.

Seinast í 1960-árunum fóru samkynd konufólk og mannfólk at stríðast fyri javnrættindum. Einkjan eftir Martin Luther King, Coretta King, arbeiðir enn fyri borgararættindum í USA. Hon sigur at Martin Luther King í síni dreymasjón eisini hevði samkynd við borðið. Hon samanber homofobi við antisemitismu og rasismu [8].

Kubakreppan[rætta | rætta wikitekst]

21. juli 1969 fór Neil Armstrong (f. 5. august 1930) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin á mánan, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.

Í 1945 tveitti USA kjarnorkubumbur niður yvir Hiroshima og Nagasaki í Japan, báðir býir vórðu fullkomiliga lagdir í oyði. Hetta prógvaði, hvørja megi hesi nýggju vápn høvdu. Annar heimsbardagi endaði tí alt fyri eitt av hesi orsøk, men brátt var friðurin aftur í vanda av spentu støðuni ímillum USA og Sovjetsamveldið. Við ringum tannabiti sóu amerikanarar, hvussu Sovjetsamveldið tók sær harradømið í Eysturevropa, og í 1947 gjørdi USA av at stuðla øllum londum, sum settu seg upp ímóti sovjetiskum trýsti. Bæði stórveldini gjørdu nógv kjarnorkuvápn, ið vóru so sterk, at einki annað land vágaði sær at leypa á tey. Henda ”ræðslujavnvágin” var vernd fyri friði. Í 1959 tók Fidel Castro (f. 13. august 1926) ræðið í Kuba. Hann knýtti samband við Sovjetsamveldið og bað um sovjetiska verju, tá ið flýddir kubanar, hervandir í USA, royndu at gera innrás í 1961. Í 1962 varnaðist amerikanska fregnartænastan sovjetskar kjarnorkurakettir í Kuba. Kennedy gav flotanum boð um at avbyrgja Kuba. Allur heimurin bivaði av ræðslu fyri kjarnorkukríggi, men Sovjetsamveldið slakaði og tók vápnini niðuraftur. Ríkisovastar um allan heim sóu, hvørjum vanda heimurin hevði verið í, og í 1963 skrivaðu teir undir at minka um kjarnorku-royndarspreingingarnar.

Rúmdarmenn á mánanum[rætta | rætta wikitekst]

Í øldir høvdu fólk droymt um at fara út í rúmdina. Síðan í 17. øld høvdu vísindamenn eygleitt og granskað rúmdina við landkikara, men ikki fyrr enn eftir annan heimsbardaga, tá ið ferð kom á rakettmenningina, bar til at granska rúmdina beinleiðis. Í 1957 sendi Sovjetsamveldið fyrsta gjørda fylgissveinin, Sputnik 1, í ringrás um jørðina. Amerikanarar vórðu ógvuliga illa við, og tað var ein dyggur smeitur fyri stoltleika teirra. Teir kvíddu fyri, at stóra rakettin, sum bar fylgissveinin, eisini kundi bera eina kjarnorkubumbu vestur um Atlantshav. ”Kappingin um rúmdina” ímillum stórveldini tók dik á seg. Sovjetiski rúmdarmaðurin Jurij Gagarin (9. mars 1934 - 27. mars 1968) var fyrsti maður, sum í rúmdarfari fór ringrás um jørðina (1961), men í 1969 var amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong (f. 5. august 1930) fyrsti maður á mánanum. Seinni hava amerikanskir vísindamenn lagt dent á at skjóta fylgissveinar út í rúmdina, sum til dømis verða nýttir at granska verðurlagið, at eygleiða hernaðarvirksemi og til samskiftiskervið, til dømis sjónvarp.

Vælferðarsamfelagið[rætta | rætta wikitekst]

Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin.

Búskapurin í USA ferfaldaðist frá 1945-1970, og keypiorkan hjá einum amerikonskum miðalhúski meira enn tvífaldaðist. Amerikanarar fingu ráð til at keypa meira av øllum. Á hvørjum ári vórðu fleiri enn ein mió. hús bygd, mest í forstøðunum í stórbýunum. Bilsølan varð tvífaldað, og tingið játtaði, at túsundtals kilometrar av høvuðsvegi vórðu lagdir. Amerikanarar keyptu nýtsluvørur fyri milliardir dollarar, til dømis vaskimaskinur, sjónvarpstól, uppvaskimaskinur og myndatól. Men øll áttu ikki lut í vælferðini. Í hvørjum einasta býi vóru fátækrabýlingar, har fátæk og arbeiðsleys búðu, eins og lægri inntøkur í landbúnaðinum elvdu til fátækradømi í landbúnaðarøkjunum.

Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarpið gav síggjarum sínum høvi til við egnum eygum at fylgja við týðandi tilburðum, politikki, ítrótt og undirhaldi. Heimurin tyktist at vera minkaður, nú fólk kunnu kaga inn í øll herðashorn.

Í 1960-árunum noktaðu summi ungfólk at arbeiða sum foreldur síni at fáa sær pening til hús og bilar. Hippiarnir, ið teir vórðu nevndir, løgdu dent á eitt lív í friði og kærleika, við drøgg, virknum kynslívi og tónleiki. Hesin lívsháttur ávirkað milliónir um allan heim. Aðrir ungdómar fóru upp í politiskar bólkar, til dømis Studentar Fyri Fólkaræðiligum Samfelagi, sum var ímóti, at USA kríggjaðist í Vjetnam.

Ríkar fyritøkur í USA nýttu nógvar milliónir dollarar at menna nýggjar vørur. Í 1970-árunum lærdu granskarar at brenna túsundtals elektróniskar ravrásir, sum kundu goyma og viðgera ógvuliga mangar upplýsingar inni í erflísum. Tær vórðu bíligar at gera og vórðu nýttar í tólum, sum kollveltu tilveruna heima og í arbeiðslívinum, til dømis teldur, ídnaðartólmenni og telefaks.

Eyðkvæmi[rætta | rætta wikitekst]

Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av eyðkvæmi. Í 2010 vóru tilsamans 1 106 400 tilburðir skrásettir í USA.

Amerikanarar vórðu skelkaðir, tá ið granskarar gjørdu vart við í 1980, at ein nýggj sjúka hevði tikið seg upp í USA. Fólk, ið annars høvdu verið frísk og ferðig, fingu brádliga eina ávísa, ókenda krabbasjúku ella sjáldsamar ígerðarsjúkur, og í 1981 varð skrivað um nýggju sjúkuna í einum amerikonskum læknavísindariti. Í 1982 fekkð sjúkan navnið – Acquired Immune Deficiency Syndrome (AIDS), á føroyskum nevnd eyðkvæmi. Sjúkan breiddi seg skjótt. Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av eyðkvæmi, alt fleiri fólk vórðu smittað um allan heim. Eyðkvæmi stendst av, at eitt virus, - Human Immunodeficiency Virus (HIV), oyðileggur mótstøðuføri í mannakroppinum. Læknar staðfestu fyrst eyðkvæmi ímillum samkynd og tvíkynd mannfólk. Skjótt kom fram, at bløðarar og tey, ið sprændu seg við drøgg, og onnur, ið høvdu fingið blóð, eisini vórðu HIV-smittað. Síðan er staðfest, at HIV smittar við blóðflutningi og kynsligum sambandi. Enn vita granskarar ongan heilivág, sum kann lekja eyðkvæmissmittað, tó kunnu tey nú liva nógv longri við sjúkuni, enn tey kundu í fyrstani. Við røttu viðgerðini gongur eisini longri tíð, áðrenn AIDS sjúkan brýtur út hjá teimum sum hava fingið staðfest, at tey eru HIV-positiv. Átøk vóru gjørd og verða enn gjørd, fyri at fáa fólk at verja seg móti smittuni eitt nú við at nýta hít og við at lata vera við at brúka sproytur ella nálir, sum onnur hava brúkt áðrenn.

Felagsskapir hjá samkyndum monnum tóku skjótt greiða støðu í spurninginum um eyðkvæmi og stovnaðu grunnar og vístu á, hvussu fólk kundu verja seg fyri smittuni. Kortini vórðu bæði fólk og miðlar í USA merkt av fordómum ímóti samkyndum. Stjórnin hjá Ronald Reagan (6. februar 1911 – 5. juni 2004) tók heldur ikki málið í álvara. Og ikki fyrr kenda filmstjørnan Rock Hudson (17. november 1925 – 2. oktober 1985) doyði av eyðkvæmi í 1985, og hann og vinfólk hansara tosaðu opið og ærliga um sjúkuna, kom broyting í.

Í 2010 vóru í USA fráboðaðir 1 106 400 tilburðir av eyðkvæmi, og av hesum vóru 25,2 % kvinnur, 583 298 vóru deyð [9]. Áhugavert er at vita, at av teimum AIDS-sjúku búgva 184 429 í Los Angeles-økinum, 92 669 í New York City og til dømis bara 40 í North Dakota [10]. Samkyndir menn fingu sjúkuna fyrst. Men nú eru eisini onnur enn samkyndir menn, ið fáa AIDS. Av hvørjum fýra tilburðum eru nú bert 2 samkyndir menn [11]. Hinir tilburðirnir fyrst og fremst í teimum serligu vandabólkunum, t.d. bløðarar, sproytunarkomanar og børn hjá narkomanum. Tó eru myndugleikarnir við at fara burtur frá at tosa um vandabólkar, tí sjúkan nú er so útbreidd millum fólk sum ikki hoyra til nakran av so-nevndu vandabólkunum. Ein annar kendur amerikanari, sum doyði av eyðkvæmi er sangarin og tónleikarin Freddie Mercury, sum doyði í 1991. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Queen.

Yvirgangsatsóknin 9/11[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Yvirgangsálopið 9/11

Atsóknirnar á 9/11 kravdu umleið 3000 mannalív.

Yvirgangsatsóknin 9/11 kostaði uml. 3000 mannalív. Tað var 11 septembur í 2001, at 2 flogfør rendu í bygningarnar World Trade Center, eisini nevnt, The Twin Towers (Tvíburðatórnini) á Manhattan í New York City, New York. Hetta vóru yvirgangsmenn hjá Al-Qaeda, sum høvdu yvirtikið flogfør og rendu á bygningarnar. Tvey teirra flugu inn í bæði World Trade Center tornini og gjørdust á tann hátt ímyndin um sjálvt álopið, men eitt annað flogfar rendi á Pentagon-bygningin í Arlington, Virginia (nær við Washington, D.C.) [12][13]. Líka síðan hevur verið leitað eftir Osama bin Laden, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi Barack Obama forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad í Pakistan.

Yvirgangsatsóknin 11. september var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í Afganistan og Irak var grundað á álopini 9/11.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Amerikonsk landafrøði

Kawaihae, Hawaii. Í Kyrrahavi ræður USA fyri nøkrum oyggjaflokkum. Tann gitnasti av teimum er Hawai'i.
Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einum fylgisveini.
Amerikamonnum dámar væl at standa á skíðum í Colorado, og skíðbakkar eru í næstan øllum býum í statinum.
Rainerfjøll í Washington. Størsti parturin av statinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa.

USA er stórur partur á norðuramerikanska meginlandinum. USA er vestan úr Atlantshavi, eystur í Kyrrahav, norðan úr Meksiko og suður úr Kanada. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri enn Føroyar. Í norðasta býnum, Point Barrow í Norðuralaska, frystir 13 °C (55°F) stig í miðal um árið, men í Nevada eru onkuntíð máld 60 °C (140 °F) hitastig.

Fimmti ríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, Appalakkufjøll eystantil og Klettafjøll vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur.

Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í Alaska og Colorado, oyðimørk í Nevada og Arizona og lýsbeltisveðurlag í Hawaii og Guam. Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum Seattle, Portland og San Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Sun Valley í Idaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.

Miðskeiðis í USA og Kanada eru Stóru Grasfløturnar (enskt: Great Plains) ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.

Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna Mississippi og allar áirnar, sum renna í hana. Í Texas og Oklahoma er nógv olja og gass, og í Wyoming og Montana er nógv kol. Í Klettafjøllum eru stórir tjóðargarðar, til dømis Yellowstone National Park og Glacier National Park, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.

Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr Evropa komu í 16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. New York City og Washington DC, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir Chicago, Detroit og Cleveland við Stóruvøtn.

Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu Klettafjøll og skógarklæddu Appalakkufjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. Klettafjøll eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. Appalakkufjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.

Melduródnarbeltið[rætta | rætta wikitekst]

Upprákið í ódnarsnyrlinum sýgur alt, sum fyri er, til sín. Upprákið í ódnarsnyrlinum dregur við sær t.d. vatn, dust og enntá bilar.

Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Kansas, Oklahoma og Missouri. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr Meksikoflógva og turr, køld luft úr Kanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við Meksikoflógva og Atlantshav, stóran skaða.

Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdið La Nina, sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum Mississippi og Virginia [14].

Býir[rætta | rætta wikitekst]

Sjá eisini listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali

Í USA er New York City, New York tann størsti býurin.

Heili 82 % av fólkinum búgva í býum [15], og USA verður eisini mett at vera eitt tað mest urbaniseraða landið í heiminum. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir t.d. Little Italy ella Chinatown. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju.

Býur, Stat Íbúgvar
1 Flag hjá New York New York City, New York 8 214 426
2 Flag hjá Kalifornia Los Angeles, Kalifornia 3 849 368
3 Flag hjá Illinois Chicago, Illinois 2 833 321
4 Flag hjá Texas Houston, Texas 2 144 491
5 Flag hjá Arizona Phoenix, Arizona 1 512 986
6 Flag hjá Pennsylvania Philadelphia, Pennsylvania 1 448 394
7 Flag hjá Texas San Antonio, Texas 1 296 682
8 Flag hjá Kalifornia San Diego, Kalifornia 1 256 951
9 Flag hjá Texas Dallas, Texas 1 232 940

Landafrøðiligt sundurbýti[rætta | rætta wikitekst]

Sjá eisini listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika.

Kort yvir Sambandsríki Amerika (trýst á myndina).
Landið er býtt sundur í 3,144 fylki (counties á enskum; parishes í Louisiana og boroughs í Alaska) í 50 statir.
Alabama Flag of Alabama.svg
Alaska Flag of Alaska.svg
Arizona Flag of Arizona.svg
Arkansas Flag of Arkansas.svg
Colorado Flag of Colorado.svg
Connecticut Flag of Connecticut.svg
Delaware Flag of Delaware.svg
Florida Flag of Florida.svg
Georgia Flag of Georgia (U.S. state).svg
Hawaii Flag of Hawaii.svg
Idaho Flag of Idaho.svg
Illinois Flag of Illinois.svg
Indiana Flag of Indiana.svg
Iowa Flag of Iowa.svg
Kalifornia Flag of California.svg
Kansas Flag of Kansas.svg
Kentucky Flag of Kentucky.svg
Louisiana Flag of Louisiana.svg
Maine Flag of Maine.svg
Maryland Flag of Maryland.svg
Massachusetts Flag of Massachusetts.svg
Michigan Flag of Michigan.svg
Minnesota Flag of Minnesota.svg
Mississippi Flag of Mississippi.svg
Missouri Flag of Missouri.svg
Montana Flag of Montana.svg
Nebraska Flag of Nebraska.svg
Nevada Flag of Nevada.svg
New Hampshire Flag of New Hampshire.svg
New Jersey Flag of New Jersey.svg
New Mexico Flag of New Mexico.svg
New York Flag of New York.svg
North Carolina Flag of North Carolina.svg
North Dakota Flag of North Dakota.svg
Ohio Flag of Ohio.svg
Oklahoma Flag of Oklahoma.svg
Oregon Flag of Oregon.svg
Pennsylvania Flag of Pennsylvania.svg
Rhode Island Flag of Rhode Island.svg
South Carolina Flag of South Carolina.svg
South Dakota Flag of South Dakota.svg
Tennessee Flag of Tennessee.svg
Texas Flag of Texas.svg
Utah Flag of Utah.svg
Vermont Flag of Vermont.svg
Virginia Flag of Virginia.svg
Washington Flag of Washington.svg
West Virginia Flag of West Virginia.svg
Wisconsin Flag of Wisconsin.svg
Wyoming Flag of Wyoming.svg
United States Administrative Divisions unnumbered.png
Økir í USA, yvirlit.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Ríkastu lond í heiminum í 2012 eftir BTÚ (sbrt. CIA World Factbook, Central Intelligence Agency) [16].
Børsurin í New York City, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin.
Ein gøta í Thousand Oaks, Kalifornia.

Amerikanski búskapurin er heimsins størsti búskapur, og tað ger, at broytist hesin í styrki, ella broyta amerikumenn atburð, so merkjast árinini kring allan heim. Amerikanski búskapurin er ikki lutfalsliga eins stórur nú, sum hann hevur verið. Men kemur búskaparligur stígur í, so fer tað merkist í Evropa og eisini í Føroyum. USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður hevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk. Fíggjarstøðan í USA hevur støði í kapitalismu, og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av búskapinum um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum heimum í Vesturheiminum.

Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av USA við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiska Kina kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurin International Monetary Fund (IMF) spáar nú, at í 2018 hevur landið lagt USA aftur um seg. Og lagnunnar speisemi má tað sigast vera, at tað júst eru amerikanskir borgarar, ið eru orsøk til, at Kina leggur seg á odda, tí eingin keypir fleiri vørur við merkinum "Made in China" enn júst amerikanar. Til samanberingar nevnir The Daily Mail, at tá búskapurin í Sovjetsamveldinum á sinni náddi tindinum, framleiddi landið bert triðingin av tí, sum USA megnaði. Og tá Japan náddi tindinum, var framleiðslan helvtina minni enn tann amerikanska. Fyri bert tíggju árum síðan var amerikanski búskapurin tríggjar ferðir so sterkur sum tann kinverski. Tí kemur metingin hjá IMF óvart. Í metingum sínum leggja búskapargreinarar hjá IMF seg serstakliga eftir inntøku og brúki hjá fólki í londunum, teir kanna búskapin hjá.

Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunum Oregon og Washington. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul.

USA er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp, meiri enn 22,7 milliardir dollarar árliga [17].

Oljuvinna[rætta | rætta wikitekst]

Amerikanskur oljuboripallur við Santa Barbara í Kalifornia. USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014[18].

USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014 og hevur harvið yvirhálað bæði Russland og Saudiarábia [19][20]. USA er tí størsta oljuland í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, til dømis bensin. Hetta var heilt óhugsandi fyri 10-20 árum síðani, nú Russland hevur ræði á nærum óavmarkaðum og risastórum olju- og gassgoymslum. Exxon Mobil metir, at um 40 ár er framleiðslan av olju í USA 11 faldað í mun til í dag. Í eini langtíðarprognosu, sum Exxon Mobil hevur kunngjørt í 2013, sigur forstjórin, Kenneth Cohen, at tíðin við oljutroti er farin. Hann grundgevur millum annað við skiferoljuni, sum er eitt serligt slag av olju sum liggur sera djúpt í undirgrundini, og sum higartil ikki hevur verið gjørligt at fingið hendur á [21]. Amerikanska oljuframleiðslan fer framvegis at veksa í komandi tíðum, og sambært teimum seinastu metingunum hjá orkumálaráðnum (U.S. Energy Department) í District of Columbia kemur framleiðslan upp á 9,6 milliónir tunnur um dagin í 2016 [22]. Tað merkir, at amerikanska framleiðslan fer skjótt at nærkast metárunum í sjeytiárunum. Til sammetingar er framleiðslan í Kina 4,0 milliónir um dagin. Tann dagliga norska framleiðslan er um tvær milliónir tunnur [23][24]. Metingin hjá amerikanska orkumálaraðnum sigur, at oljuframleiðslan verður rættiliga støðug frá 2016 til 2020, men at hon so fer at minka eitt vet. Samstundis væntar orkumálaráðið, at framleiðslan av gassi fer at veksa í komandi árum, og at vøksturin hetta til 2040 verður um 55 prosent.

USA, sum leingi hevur verið heimsins størsti brúkari av orku, hevur seinastu árini økt munandi um framleiðsluna av olju og gassi fyri eitt nú at nøkta sín egna eftirspurning. Framleiðslan er vorðin so mikið stór, serstakliga orsakað nýggja skifurgassinum og skifuroljuni, at hetta hevur gjørt USA til útflytara av orku eisini. Um somu tíð er amerikanski innflutningurin av gassi og olju minkaður munandi seinastu árini; USA er í 2014 mestsum sjálvhjálpið við olju. Fyri fyrstu ferð síðani 1982 hevur USA í 2013 tikið meira gass upp úr undirgrundini enn Russland, vísa tøl frá International Energy Agency (IEA) [25][26]. Olja varð fyrst funnin í Texas í 19. øld, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Oljuprísurin í USA liggur væl undir prísinum á heimsmarknaðinum, tí USA í 40 ár hevur havt útflutningsforboð [27].

Landbúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Appelsinir, jarðber, greypfrukt, sitrónir, o.a. vaksa t.d. væl í Suðurkalifornia.
Landbúnaður er høvuðsvinna í Suðurdakota. Bøndurnir dyrka m.a. mais, hveiti, bummull og tubbak.

Víðu fløturnar ímillum Klettafjøll og Mississippi, sum áður vóru beitilendi hjá millióntals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við.

Á grasfløtunum og vestur at Klettafjøllum er nógv neytahald. Fyrr róku cowboyar á rossabaki neytafylgini av einum belti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði. Filmar úr Hollywood lýstu cowboyar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einum 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnar ikki so stórir, og lastbilar koyra nú cowboyar og rossini á beitilendini.

Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Trælahaldið í USA varð avtikið í 1865. Bummull er enn týdningarmikil grøði; men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar til olju.

Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Bummull verður spunnin og vovin til klæði og til dømis nýtt til skjúrtur, buksur og handklæði.

Uttanlandshandil[rætta | rætta wikitekst]

Størsti parturin av innflutninginum í 2010, kom úr Kina, tá 19 % komu haðani, talt í virði.

Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2012, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook [28]:

Útflutningur Innflutningur
1. Flag hjá Kanada Kanada 18.9 % Flag of the People's Republic of China Kina 19.0 %
2. Flag hjá Mexico Meksiko 14.0 % Flag hjá Kanada Kanada 14.1 %
3. Flag of the People's Republic of China Kina 7.2 % Flag hjá Mexico Meksiko 12.0 %
4. Flag hjá Japan Japan 4.5 % Flag hjá Japan Japan 6.4 %
5. Flag of the United Kingdom Stóra Bretland 4.3 % Flag hjá Týskland Týskland 4.7 %
6. Flag hjá Týskland Týskland 4.1 % Flag hjá Suðurkorea Suðurkorea 3.0 %

Handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA[rætta | rætta wikitekst]

USA er ein sera týdningarmikil marknaður fyri føroysku alivinnuna. Tann amerikanski marknaðurin er rættiliga týðnandi fyri føroyskan útflutning av aldum laksi [29]; í 2013 útflutti føroyska alivinnan laks til USA fyri yvir 630 mió. kr. tvs at fjórði hvør laksur endaði í USA. Í USA fær føroyskur laksur eisini hægri prís enn annar laksur og á matstovum í USA er føroyskur laksur ofta á mátskránni - serliga á sushi matstovum har góðskan skal vera í hásæti [30].

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi í Berkeley í Kalifornia, har bilferðslan elvir til ovurstóra dálkan.

Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin. Snarføði, sum burgari, hot dogs og kola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum og filmum, eru kend úr Berlin til Beijing. Fólk i øllum londum hoyra amerikanskan tónleik, og amerikanskir filmir verða sýndir um allan heim. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyri búskapin í USA.

Nógvar tónleikagreinar, sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við tónleik at gjørt. Tónleikagreinar sum blues, country og rock koma upprunaliga harfrá; jazz- og bluestónleikur eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Kentucky og Tennessee.

Best dámdu ítróttir í USA eru amerikanskur fótbóltur (NFL), hornabóltur (MLB), kurvabóltur (NBA) og íshockey (NHL). Størsta ítróttarhendingin í USA er Super Bowl, sum er finalan í amerikanskum fótbólti. Síðani boksing varð til eina ítróttargrein, hevur USA altíð verið ein av bestu tjóðunum í boksing. Bæði innan amatør og professionella boksing.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Miðallívsævin í landinum er 80.51 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør [31]. Arbeiðsloysið í USA var í januar mánað 2014 6.6 prosent, ið er tað lægsta, tað hevur verið í fimm ár - síðani 2008 [32]. Arbeiðsloysið er størst í Rhode Island (9.1 %)[33]. Arbeiðsloysið er lægst í North Dakota (1.9 prosent) fylgt av Nebraska (3.6 prosent).

Í 2013 vóru skrásett 630 000 heimsleys í USA [34].

Fólkasløg[rætta | rætta wikitekst]

Fólkasamansetning
Hvít 72.4 %
Svørt 12.6 %
Ásiatar 4,8 %
Indiánar 1.5 %
Onnur 8.7 %
Átrúnaðir
Protestantiskar 51.3 %
Katolikkar 23.9 %
Mormonar 1.7 %
Jødar 1.7 %
Buddistar 0.7 %


Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr Evropa og Ásia. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í USA. Málini eru fleiri, til dømis cherokesiskt í Oklahoma, franskt í Louisiana, spanskt í New Mexico og týskt í Pennsylvania.

Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í norðuramerikanska samfelagnum. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá trælum, sum vórðu seldir til USA í 17., 18. og 19. øld. 12 % av fólkinum eru afroamerikanarar. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Teir verða nevndir hispanics (latínoamerikanarar) og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba.

Tey størstu málini í 2007 [35]
Enskt 82.1 %
Spanskt 10.7 %
Kinesiskt 0.8 %
Franskt 0.6 %
Týskt 0.5 %
Tagalog 0.5 %
Vjetnamesiskt 0.4 %
Italienskt 0.4 %
Koreanskt 0.3 %
Russiskt 0.3 %
Ymisk indiánamál 0.2 %

Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr Latínamerika: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum [36]. Men sambært blaðnum Los Angeles Times vísa tøl, at tað eru ikki so nógvir latínamerikanar, sum hava hug at fara norður um markið longur [37]. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur í Meksiko at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini. Nú republikanararnir fyrireika seg til forsetavalið í 2016, hevur spurningurin um teir nógvu útlendingarnar, sum koma ólólgiga til USA, verið eitt av umrøðuevnunum [38].

Upprunafólkið[rætta | rætta wikitekst]

Enn liva indiánsk fólkasløg í USA. Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara uml. 1,5 % av øllum fólkinum. Síðan evropeararnir komu í 16. øld, hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur.

Fjølmentastu fólkasløgini[rætta | rætta wikitekst]

Upprunalond
Pláss Upprunaland
(etniskan uppruna)
 %
(av fólkatalinum í USA)
Fólkatal Pláss Upprunaland
(etniskan uppruna)
 %
(av fólkatalinum í USA)
Fólkatal
1. Týskland 15.2% 42,885,162 13. USA (indiánar) 1.5%
2. Írland 11.9% 36,278,332 14. Puerto Riko 1.4% 4,411,604
3. Meksiko 10.0% 31,673,700 15. Svøríki 1.4% 3,998,310
4. Ongland 8.7% 24,515,138 16. Somalia 1.3% 1,753,794
5. Italia 5.6% 15,723,555 17. Grønhøvdaoyggjarnar 1.1% 1,430,897
6. Frakland 3.9% 10,846,018 18. El Salvador 1.1% 1,736,221
7. Pólland 3.2% 8,977,444 19. Kina 1.0% 2,432,585
8. Nigeria 3.1% 8,309,666 20. India 0.9% 2,602,676
9. Etiopia 2,4% 8,309,666 21. Filipsoyggjar 0.8% 2,475,794
10. Skotland 1.7% 4,890,581 22. Kuba 0.6% 1,677,158
11. Niðurlond 1.6% 4,542,494 23. Danmark 0.6% 1,430,897
12. Noreg 1.6% 4,477,725 24. Vjetnam 0.6% 1,481,513
Kelda: 2000 United States Census Bureau

Býarlív[rætta | rætta wikitekst]

Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju.

Meira enn 75 % av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið hava røtur úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir til dømis Little Italy og Chinatown. Nógvar kirkjur eru í øllum stórbýum.

Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Átrúnaður í USA

Seks av 10 amerikanarum meina at religión er umráðandi í gerandisdegnum.

Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru kristnar. 1 % av teimum hoyra til tað grikskt-ortodoksu kirkjuna, og yvir 23 % eru katolikkar. Tað eru 51,3 prosent protestantar. Í USA eru eisini umleið sjey miljónir muslimar og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Í USA eru statur og kirkja skild sundur.

Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í Sambandsríki Amerika í Bíbliuni í 2007. Einans 20 prosent av spaniólum hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av franskmonnum lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond - USA, Stóra Bretland, Pólland, Týskland, Spania, Frakland, Holland, Russland og Italia - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent av franskmonnum bóðu í 2007 [39].

Skúlaskapur[rætta | rætta wikitekst]

USA er kent fyri sínar góðu útbúgvingar. Sum sæst á m.a. stuðulsskipanum, leggur USA stóran dent á, at fólkið útbúgvir seg. Hvørt ríki skipar fyri sínum skúlaskapi, og kommunur (municipalities) ella einstøk fólk ella feløg eiga nógvar av skúlunum. Tað kann tí vera rættiliga ymiskt, hvussu skúlaskipanin er í teimum ymsu plássunum. Men vanliga eru børnini í barnagarði, frá tí at tey eru 4 til 6 ár, frá 6 til 14 ár í fólkaskúlanum (elementary school), og framhildið kann so verða frá 14 til 18 ár í hægri skúla (junior high school og high school) og síðani 18 til 22 ár í college og eftir tað á universiteti. Tey gitnastu av hesum eru Harvard University í Boston, MA og Columbia University í New York City, NY.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Sjá eisini lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika og forseti Sambandsríki Amerika.

Kongressin er lóggevandi valdið. Kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið.
Austin er høvuðsstaður í statinum Texas. Í hesum húsinum í býnum heldur ríkisstjórnin í Texas til.

Amerikanskir politikarar taka avgerðir, sum ávirka allan heimin. Hvør statur hevur egið lóggávuvald og senda umboð til Kongressinaenskum Congress), so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Kongressin er býtt í tvey: Senatið og Umboðsmannatingiðenskum House of Representatives). Hvør statur velur tveir limir í Senatið, men til Umboðsmannatingið verður valt eftir íbúgvatali. Onkuntíð er ósemja ímillum summir statir og kongressina. Í USA er fólkaræði og talufrælsi. Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar, Republikanski Flokkurin (GOP) og Demokratiski Flokkurin. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru republikanarar afturhaldssinnaðir og demokratar tað, sum amerikanarir kalla «liberalir» (vinstrahallir). Sjónvarpsrásirnar senda valfundir hjá flokkunum, skipaðar dystir millum valevni umframt lýsingar. Tað er tíðuligt at MSNBC er sera demokratiskt litað [40], meðan til dømis Fox News hellur meira til republikanarnar [41]. Annars eru strandastatirnir í vestri og New England meira demokratiskir, meðan miðstatirnir og suðurstatirnir stuðla republikanarnum.

Stríðið Ímóti Yvirgangi kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv.

Stjórnarskipan[rætta | rætta wikitekst]

Valdið býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hetta tríbýtið av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið við James Madison á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum: All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives. Lóggevandi valdið hevur tí Kongressin við Umboðsmannatingið og Senatið, útinnandi valdið er í hondunum á forsetanum, og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d. republikanarar hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin er demokratur. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet.

Stýrismátin í USA er sambandslýðveldi við einum forseta á odda. USA er eitt ríki samansett av fleiri ríkjum sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømis løgregla, sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Á odda fyri stýrinum í hvørjum ríki stendur ein guvernørur. Statirnir hava heimastýri við egnari stjórn og egnum høvuðsstaði. Fyrr vóru statirnir at kalla sjálvstøðugir, men síðan er meiri vald lagt undir samveldisstjórnina við forsetanum á odda. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál og gjaldoyra. Á odda fyri stjórnini stendur ein forseti, sum verður valdur av øllum fólkinum. Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár. Barack Obama úr Hawaii er 44. og núverandi forseti í USA. Hann hevur nógv persónligt vald, til dømis uttanríkisviðurskiftum viðvíkjandi. Í USA verður ikki valt eins og í Føroyum, har fólk atkvøða fyri hvør sínum valevni. Amerikanarar hava tveir kandidatar at velja ímillum: umboðið hjá Demokratiska flokkinum og umboðið hjá Republikanska flokkinum.

Í USA verður ikki talað um einkultatkvøður, men heldur um samlaðu atkvøðurnar hjá hvørjum stati. Hvør statur hevur nevniliga eitt ávíst tal av valmonnum (á enskum "'Electoral college'"), alt eftir hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum – jú fleiri íbúgvar, jú fleiri valmenn. Tan lítli staturin, Vermont, har 626 000 fólk búgva, hevur til dømis bara 3 valmenn, meðan tann fólkaríkasta staturin, Kalifornia, hevur 55. Og gandatalið fyri at vinna valið er 270 atkvøður av teimum samlaðu 538. Klárar annað av valevnunum at koma uppá hetta talið, so er valið avgjørt. Tá so funnið er fram til, hvønn meirilutin í statinum atkvøðir fyri, hava hesir valmenninir skyldu til at atkvøða fyri tí valevninum á valdegnum. Hetta kann kallast fleirtalsval. Tað vil altso siga, at í øllum statum verða atkvøðurnar taldar saman, og tað forsetavaldømið, sum hevur fingið flest valmenn, vinnur so allar valmenninar í tí statinum. Um eitt forsetavalevni altso fær meirilutan (t.d. 50,1 %) av teimum 55 valmonnunum í Kalifornia, so vinnur hann allar tær 55 atkvøðurnar. Í USA hevur verið forsetaval sum t.d. í 2000, George W. Bush (R) vann (271 valmonnum, 47.9% atkvøðum), meðan Al Gore (D) fekk samanlagt fleiri atkvøður enn Bush (266 valmonnum, 48.4% atkvøðum). Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna.

Barack Obama er nummar 44 í røðini av forsetunum, ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 20. januar 2009.

Fongsul[rætta | rætta wikitekst]

Ein av hvørjum hundrað sita fongslaði í USA í 2008. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9 [42].

Deyðadómur[rætta | rætta wikitekst]

Ravmagnsstólurin.

Í USA er deyðadómur; USA er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstrirættur hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini [43]. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Síðan tá eru 1303 fólk avrættað í USA - av teimum umleið triðingurin í Texas [44]. Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum [45]. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum [46]. Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt at hava deyðarevsing, og meiri enn annar hvør amerikanari heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakanning hjá Gallup í 2006 siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing, og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyðadóm. Tað eru serliga republikanskir veljarar, sum eru fyri deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljarunum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava somu hugsan.

Maryland avtók deyðarevsing í 2013, og sostatt eru nú 18 amerikanskir statir, har deyðarevsing ikki er ein møguleiki. Roknað verður við, at 3 aðrir statir – New Hampshire, Delaware, og Colorado – komandi ár fara at taka deyðarevsingina upp til politiska viðgerð og møguliga avtaka hana. Seinastu seks árini hava seks statir – ein um árið – avtikið deyðarevsingina, sum nú er galdandi í 32 av teimum 50 amerikansku statunum. Í 2013 vórðu 80 fólk deyðadømd í USA, og hóast tað er eitt vet fleiri enn í 2012, er tað væl færri enn miðskeiðis í 1990-unum, tá tað var vanligt, at fleiri enn 300 fólk vórðu dømd til deyðan um árið.

Samkynd[rætta | rætta wikitekst]

Í 1987 gekk ein hálv mió. fólk til Washington DC at mótmæla, at ov lítið varð gjørt at vissa samkyndum betri umstøður.

Harðskapur orsakað av kynsligu orienteringini hjá offrinum verður bólkaður sum hatursbrotsverk í USA, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er úrslit av einari søguligari nýggjari lóg, sum Senatið hóast stóru mótstøðu fekk góðkent í 2010. Uppskotið kom fyri Senatið, eftir at 237 demokratar og 44 republikanarar í Kongressini høvdu stuðla uppskotinum; 131 republikanarar og 15 demokratar vóru ímóti.

Við nýggju lógini verður skilmarkingin av hatursbrotsverki frá 1960unum, sum higartil hevur umfatað rasu, húðalit, religión og uppruna, víðkað við kynsligari orientering, kyn, kynssamleika og brek. Felagskapir fyri borgararættindir hava stríðst fyri hesari víðkan í nógv ár, og hava minni víðgongd uppskot áður verið feld í Kongressini. Afturhaldsinnaðir bólkar hava tó protestera móti lógini, sum teir meta, er brot á talifrælsi, og vilja hesir bólkar vera við, at hendan lógin er bert eitt stig á leiðini fyri fleiri rættindum til samkynd. Lógin er uppkallað eftir tveimum offrum fyri hatursbrotsverk: Matthew Shephard, ein 21 ára gamal samkyndur lesandi, sum í 1998 bleiv dripin í Wyoming, og James Byrd, ein littur maður, sum doyði í Texas í 1998, eftir at tríggir hvítir menn høvdu bundið eina ketu um bein hansara og drigið hann eftir teirra pickupbili fleiri kilometrar.

Við nýggju lógini verður eisini meir almennur peningur fluttur til lokalar myndugleikar, soleiðis at teir kunna granska hatursbrotsverk, meðan landsmyndugleikarnir fáa møguleika at blanda seg, um teir ikki halda, at lokala løgreglan ger nokk við at basa haturbrotsverkum. 19 statir í USA loyva eisini hjúnarbandi millum fólk av sama kyni. Teir eru Pennsylvania, Illinois, New Jersey, New Mexico, Kalifornia, Minnesota, Oregon, Rhode Island, Delaware, Maine, Washington, Iowa, Maryland, Connecticut, Massachusetts, New Hampshire, Hawaii, Vermont [47] og New York [48]. Samkynd kunnu eisini giftast í Washington DC.

Í USA hava samkynd loyvi at ættleiða í Hawaii, Connecticut, Minnesota, Indiana, Oregon, Florida, Arkansas, Iowa, Illinois, Vermont, New Hampshire, Rhode Island, Maine, Kolorado, Nevada, Kalifornia, Massachusetts, Delaware, New Jersey, New Mexico, New York, Ohio, Washington, Wisconsin, Maryland, Washington DC, Guam, Pennsylvania, og ein samkyndur partnari kann ættleiða børnini hjá hinum partnaranum í Montana og Idaho.

Heilsuskipanin[rætta | rætta wikitekst]

Heilsuskipanin, sum varð samtykt 21. mars í 2010, er størsta og umfatandi heilsuskipan í USA síðani Lyndon B. Johnson í 1965 fekk sínar heilsuskipanir ígjøgnum. Síðani hava fleiri forsetar roynt at endurnýggja skipanina, uttan at tað hevur eydnast. Heilsuskipanin var eitt størstu vallyftunum hjá Obama í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2008. Nýggja heilsuskipanin hevur við sær, at allir amerikanskir borgarar fyri fyrstu ferð í søgu landsins nú hava eina almenna sjúkratrygging. Higartil hava okkurt um 32 milliónir amerikanarar ikki verið umfataðir av sjúkratrygging. "Hetta er ein stórur sigur fyri alt tað amerikanska fólkið", segði Barack Obama, forseti, í røðu sínari, tá Umboðsmannatingið í mars 2010 samtykti heiluskipanina við 219 atkvøðum fyri og 212 ímóti.

Landsverja[rætta | rætta wikitekst]

Amerikanskir hermenn í Afghanistan í 2008.

USA er hernaðarliga sterkasta ríkið í heiminum [49]. Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur heimins bestu verju, og landið er heimins einasta risaveldi. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla.

Í 1949 var USA við til at stovna NATO. Aftrat londunum í NATO eru trý onnur lond, ið eru sameind við USA, umráðandi hjá USA: Ísrael, Japan og Avstralia. Av NATO-londunum hevur Stóra Bretland inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum.

20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15 % av samlaða talinum. Síðan 20. september 2001, tá Kríggið Móti Yvirgangi brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum í Afghanistan og í Irak. Meðalaldurin er 23 ár og flestallar eru giftar og eiga børn. Fyri ikki at tær skulu koma sær í óneyðugan vanda, skulu tær sambært amerikanskari lóg ikki sendast til hermóti ella arbeiða í servandum deildum, men í dag er tað ein stórur spurningur, hvar hermótið í grundini er.

Í 2011 førir USA heimsumfatandi Kríggið Móti Yvirgangi, serliga í Afghanistan og Irak. Hesi átta árini, USA hevur havt herfólk í Irak, hava 4 432 latið lív [50]. Álopið á World Trade Center í New York í 2001 og Kríggið Móti Yvirgangi hevur havt við sær eina nýggja trygdarstrategi, sum sigur, at USA skal vera størsta hernaðarveldið í heiminum, og ein og hvør sum kemur í nánd av USA á hesum økinum, verður mettur at vera fíggindi.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.fmn.fo/listar/lond_og_tjodir/lond-tjodir.htm
  2. http://dictionary.reference.com/browse/america
  3. http://www.urbandictionary.com/define.php?term=superpower
  4. http://www.thehindu.com/news/article740679.ece
  5. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html
  6. http://web.archive.org/web/20090517234443/http://www.cbc.ca/canada/story/2009/05/15/f-vp-gillespie.html
  7. http://www.dickshovel.com/ind.html
  8. http://www.usatoday.com/news/nation/2004-03-24-king-marriage_x.htm
  9. http://www.cdc.gov/mmwr/preview/mmwrhtml/mm5739a2.htm
  10. http://img.thebody.com/legacyAssets/33/89/northdakota_2004.pdf
  11. http://www.cdc.gov/hiv/topics/surveillance/basic.htm
  12. http://www.nrk.no/skole/artikkeldetalj?article=oid:T258529616
  13. http://snl.no/11._september_2001
  14. http://www.reuters.com/article/2011/04/28/us-usa-weather-tornadoes-idUSTRE73R5QY20110428
  15. http://www.guardian.co.uk/news/datablog/2009/aug/18/percentage-population-living-cities
  16. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html
  17. http://www.ssb.no/uhjelpoecd/
  18. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  19. http://online.wsj.com/news/articles/SB10001424052702303492504579111360245276476
  20. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  21. http://www.forbes.com/sites/robertlenzner/2011/05/14/exxon-mobil-ceo-says-oil-price-should-be-60-70-a-barrel/
  22. http://www.globalpost.com/dispatch/news/afp/131216/us-oil-output-approach-96-mn-bd-2016
  23. http://www.norskoljeoggass.no/PageFiles/6527/OLF%20Milj%C3%B8rapport%202007.pdf
  24. http://www.nrk.no/okonomi/2-mill.-fat-olje-per-dag-fra-norge-1.7091634
  25. http://breakingenergy.com/2013/10/04/us-surpasses-russia-in-fuel-production/
  26. http://online.wsj.com/news/articles/SB10001424052702303492504579111360245276476
  27. http://e24.no/energi/energibyraa-venter-oljerevolusjon-i-usa/20298667
  28. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html
  29. http://www.dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=1095&M=NewsV2&Action=1
  30. http://industry.fo/Default.aspx?ID=32&Action=1&NewsId=1166&PID=4786
  31. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html
  32. http://data.bls.gov/timeseries/LNS14000000
  33. http://www.businessinsider.com/here-are-the-states-with-the-highest-and-lowest-unemployment-rates-2014-1
  34. http://www.guardian.co.uk/world/2013/apr/09/usa-homeless-numbers-spending-cuts
  35. https://www.census.gov/prod/2013pubs/acs-22.pdf
  36. http://web.archive.org/web/20090417195925/http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html
  37. http://articles.latimes.com/2011/nov/15/world/la-fg-mexico-migration-20111115
  38. http://www.msnbc.msn.com/id/44675117/ns/politics-decision_2012/t/how-immigration-blew-rick-perry/#.TshcvGNCqU8
  39. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5289
  40. http://www.nytimes.com/2007/11/06/business/media/06msnb.html?_r=2&oref=slogin&pagewanted=print&oref=slogin
  41. http://mediamatters.org/research/200407210007
  42. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=4770
  43. http://supreme.justia.com/us/408/238/case.html
  44. http://www.deathpenaltyinfo.org/number-executions-state-and-region-1976
  45. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5286
  46. http://www.amnesty.fo/00402/00793/
  47. http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=70465
  48. http://www.foxnews.com/politics/2011/06/24/gay-marriage-headed-to-vote-on-ny-senate-floor/
  49. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/country_profiles/1217752.stm
  50. http://www.defense.gov/news/casualty.pdf


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy


Lond í Norðuramerika
Antigua og Barbuda | Bahamasoyggjar | Barbados | Belis | Dominika | Dominikanalýðveldið | El Salvador | Grenada | Guatemala | Haiti | Honduras | Jamaika
Kanada | Kosta Rika | Kuba | Meksiko | Nikaragua | Panama | St. Kitts og Nevis | St. Lusia | St. Vinsent og Grenadinoyggjar | Trinidad og Tobago | USA
Sjálvstýrandi øki: Anguilla | Aruba | Amerikonsku Jómfrúoyggjar | Bermuda | Bretsku Jómfrúoyggjar | Caymanoyggjar | Grønland
Guadeloupe | Martinique | Montserrat | Niðurlendsku Antilloyggjar | Puerto Riko | Saint-Pierre og Miquelon | Turks- og Caicosoyggjar



Flag of NATO.svg
Flag of NATO.svg
Lond í NATO
Albania | Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Kroatia | Lettland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA