Kristoffur Kolumbus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kristoffur Kolumbus.

Kristoffur Kolumbus (føddur 31. oktober 1451 í Italia – deyður 20. mai 1506 í Spania) var føddur í býnum Genova í Italia. Faðir hansara var vevari, og sum drongur hjálpti Kolumbus pápa sínum, men hetta arbeiðið dámdi honum ikki. Honum dámdi best at ganga niðri í havnini og síggja øll seglskipini, ið har lógu. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Mest varð siglt millum londini við Miðjarðarhavið, men kanska hevur hann verið onkran túr í Norðurlondum og fram við Afrikastrondini.

Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í Portugal, har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í Ásia, og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta.

Í apríl 1492 vórðu skjølini undirskrivað, og Kolumbus fór at fyrireika sína fyrstu ferð. Á síni fyrstu ferð kom hann til Bahamasoyggjarnar, Kuba og Hispaniola. Men ferðin eydaðist ikki so væl. Hann hevði nøkur innfødd við sær, tá ið hann kom heimaftur til Spania, og hann visti nógvar spennandi søgur at siga um tað, hann hevði funnið. Men tað nógva kryddvørurnar og gullið, sum hann hevði droymt um, fann hann ikki. Kolumbus var tí vísur í, at hann fór at finna ríkidømi, um hann slapp einaferð aftrat. Isabella og Ferdinand stuðlaðu honum, og hann slapp tríggjar ferðir aftrat. Á hesum ferðum fann Kolumbus Trinidad, Jameika og fleiri lond í Miðamerika. Tað stóra ríkidømi fann hann ongantíð, men til sín doyggjandi dag í 1506 var hann vísur í, at tað var Ásia, hann var komin til.