Samkynd
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Samkynd (frá grikskt homos; «sami» og filos; «vinur») er kynsligur hugur á fólki av sama kyni.
Nøkur vita frá barnsbeini, at tey eru samkynd, onnur ikki fyrrenn tey verða tannáringar.
Nøkur velja at liva sum samkynd. Onnur royna at fjala tað við at liva einsamøll ella royna at liva sum hinskynd.
Í Føroyum er eitt felag, ið arbeiðir fyri rættindum og trivnaði hjá samkyndum. Felagið eitur Friðarbogin.
Seinast í 1960-árunum fóru samkynd konufólk og mannfólk at stríðast fyri javnrættindum.
Í 1987 gekk ein hálv mió. fólk til Washington DC í USA at mótmæla, at ov lítið varð gjørt at vissa samkyndum betri umstøður.