Miðflokkurin
Miðflokkurin (MF) er ein polittiskur flokkur í Føroyum. Miðflokkurin varð stovnaður 30. mai 1992.
Innihaldsyvirlit |
Søga[rætta]
Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins. Á fundi 30. november 1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin. Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni. Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir. Á stovnandi aðalfundinum í 1992 varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir. Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt.
Stevnuskrá[rætta]
Flokkurin virkar fyri einum samfelag við kristnum grundarlag, og at politiskar avgerðir sum verða framdar samsvar við hetta. Virka verður eisini ag sjúk, gomul og meinka fólk skullu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Føroyar skulla ikki verða partur av ST men í staðin styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum so sum fosturtøku virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. Deyðshjálp verður mett sum dráp og skal tí verða møgulig.
Formenn[rætta]
- 1992 - 1994 Álvur Kirke
- 1994 - 1997 Jenis av Rana
- 1997 - 1999 Bill Justinussen
- 1999 - Álvur Kirke
- 2008 - Jenis av Rana
Umboð á Løgtingi[rætta]
| Navn | Heimstaður | Valdømi |
|---|---|---|
| Jenis av Rana | Tórshavn | Suðurstreymoy |
| Bill Justinussen | Glyvrar | Eysturoy |
| Karsten Hansen | Klaksvík | Norðoyggjar |
Útvortis ávísing[rætta]
Fólkaflokkurin · Framsókn · Javnaðarflokkur · Miðflokkurin · Sambandsflokkurin · Sjálvstýrisflokkurin · Tjóðveldi