Føroyar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: Onki | |||
| Tjóðsangur: Tú alfagra land mítt | |||
![]() |
|||
| Alment mál | Føroyskt | ||
| Høvuðsstaður | Tórshavn | ||
| Kongur | Margretha drotning II | ||
| Løgmaður | Jóannes Eidesgaard | ||
| Fullveldi | Onki1 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1.395,74 km² 0,5 |
||
| Íbúgvar - tilsamans mai 2008 - tættleiki |
48.570 35/km² |
||
| Gjaldoyra | Føroysk króna FOK=DKK | ||
| Tíðarzona | UTC +0 | ||
| Alnet økisnavn | .fo | ||
| Telefonkota | +298 |
||
| Spenningur | 230V, 50 Hz | ||
| 1Heimastýri síðani 1948. | |||
Føroyar (62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Íbúgvarnir verða nevndir føroyingar, og tungumálið er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Høvuðsgrein: Føroya søga
Írski munkurin Dicuil skrivar 825 bókina Liber de mensura orbis terrae, har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður uml. 825. 999 taka føroyingar við kristindóminum, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu.
1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir Nidaros erkabiskupsdømi. Erlendur bispur skrivar í 1298 Seyðabrævið í Kirkjubø, har múrurin síðani verður bygdur í 1300, men ikki liðugur.
1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar frá Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup.
Í Gablatíðini 1655-1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er í í Tinganesi, og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. 1688 verður Norska Lóg galdandi í Føroyum.
Síðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768-1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781-1788 er Føroyaferðin hjá Jens Christian Svabo, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782.
Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum.
Eftir Fríðurin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.
V. U. Hammershaimb ger tað føroyska skriftmálið í 1846.
Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.
1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskapurin byrjar.
Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at Føringafelag verður stovnað. 1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918.
Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi.
1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann 13. desember 1938. Føroyskt bleiv kirkjumál tann 13. mars 1939.
1940-1945 eru Føroyar hersettar av Bretland. Tann 25. apríl 1940 bleiv Merkið góðkent sum føroyskt flagg. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940.
Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing tann 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður.
1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965.
Føroyar fáa umboð í Norðurlandaráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í E.E.C.
Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan hjá Postverki Føroya er 1. apríl 1976.
1977 fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.
[rætta] Politikkur
Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur
Politiskt eru Føroyar skipaðar við Løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og Landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt.
Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og Dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk umframt fólkakirkjuna.
Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
Seks politiskir flokkar sita á tingi. Hesir eru:
| Flokkur | Tinglimir | % á vali |
|---|---|---|
| A. Fólkaflokkurin | 7 | 20,6 |
| B. Sambandsflokkurin | 7 | 23,7 |
| C. Javnaðarflokkurin | 7 | 21,8 |
| D. Sjálvstýrisflokkurin | 1 | 4,6 |
| E. Tjóðveldisflokkurin | 8 | 21,7 |
| H. Miðflokkurin | 2 | 5,2 |
| Tilsamans | 32 | 97,6 |
Politisku spurningarnir, sum hesir flokkarnir eru ósamdir um, eru ikki bara um høgra og vinstra, sum ofta er í fullveldisríkjum. Flokkarnir eru eisini ósamdir um spurningar, ið snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og í flestu londum uttan fullveldi.
Í løtuni sita flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu saman. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 21 av 32 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg.
Politisk mál, sum hava fingið stóra umrøðu seinastu árini eru ríkisrættarliga støðan, vinnustudningur, kommunusamanleggingar, fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum og onnur.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Mentan
Høvuðsgrein: Føroysk Mentan
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristið. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment.
[rætta] Sí eisini
- Bókasøvn í Føroyum
- Tónleikur í Føroyum
- Føroyskir rithøvundar
[rætta] Landafrøði
Høvuðsgrein: Føroysk Landafrøði
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1.395,74 km². Umveldismark: 12 fjórðingar[1]
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag.
Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
[rætta] Sí eisini
- Býir í Føroyum
- Fjøll í Føroyum
- Kommunur í Føroyum
- Oyggjar í Føroyum
- Hólmar í Føroyum
- Vøtn í Føroyum
- Tunlar í Føroyum
[rætta] Búskapur
Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá Føroyum í 2003 var 9.699 milliónir krónur. Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan 211.000 krónur í 2002.
[rætta] Arbeiði
Í Føroyum er ein størri partur av fólkinum arbeiðsvirkin enn í øðrum londum. 93% av mannfólkinum og 87% av konufólkinum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81% vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45% av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð.
Áðrenn kreppuna í 1990'unum var lítil og eingin skráseting av arbeiðsloysi í Føroyum. Tá Arbeiðsloysistryggingin varð sett á stovn, bar til at fáa hagtøl um gongdina í arbeiðsloysinum. Í 1995 var miðalarbeiðsloysið 13%, men minkaði síðan ár undan ári fram til 2002, tá tað var komið niður á 2,3% av arbeiðsfjøldini. Síðani tá er tað komið nakað upp aftur, og í januar 2006 var tað gjørt upp til 3,6%, ið er sera lágt sammett við onnur lond.
Størsti parturin av teimum arbeiðsvirknu eru løntakarar. Í november 2005 vóru 85% av teimum arbeiðsvirknu løntakarar, 11% vóru sjálvstøðug, og 5% vóru ólønt. Í 1990 vóru 76% av mannfólkunum løntakarar og 68% av konufólkunum. Í 2005 vóru tølini 73% av mannfólkunum og 74% av konufólkunum. Ein størri partur av konufólkunum er sostatt komin út á arbeiðsmarknaðin. At løntakaraparturin millum mannfólk er minkaður, kemst helst av at alt fleiri arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
Arbeiðsloysi í Føroyum var metlágt í juni 2008 og var einans 1,1% av arbeiðsfjøldini - hetta svarar til 312 fulltíðar arbeiðsleys.
[rætta] Fiskiskapur
Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og um leið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í 1990'unum. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla uppisjóvarfiskur, sum fiskað vórðu oman fyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vóru 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum.
Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt um leið 95% av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin - í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82% av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16% í miðal árini 1998-2003.
Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2.400 fólk, ella10% av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin er minni enn í 1990, tá tey vóru 2.900 og taldu góð 12% av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10% av arbeiðsvirknum borgarum.
Føroyar vóru í 2003 á 25. plássi, tá talan er um størstu fiskiveiðitjóðir í heiminum, meðan Noreg var á 8. plássi, Ísland var á 11. plássi og Danmark á 18. plássi. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Kina, Peru og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15% av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9% og síðani Indonesia 5%.
[rætta] Uttanlandshandil
Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil.
Innflutningurin umfatar allar tær vørur, sum okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning.
Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur, tí vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, sum okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni. So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir.
At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið, er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.
Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta - hóast ikki altíð - er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu vaxur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.
Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært Hagstovu Føroya:
| Útflutningur | Innflutningur | |
|---|---|---|
| 1. | Stóra Bretland 24,0% | Danmark 29,9% |
| 2. | Noreg 13,6% | Noreg 18,5% |
| 3. | Danmark 12,8% | Týskland 7,9% |
| 4. | Spania 8,5% | Svøríki 6,6% |
| 5. | Frakland 7,4% | Bretland 4,6% |
| 6. | Týskland 5,3% | Kina 3,6% |
[rætta] Sí eisini
[rætta] Slóðir
- Løgmansskrivstovan
- Hagstovan
- Føroya landsbókasavn
- Matrikulstovan
- Faroestamps.fo
- Faroeislands.dk
- psp-info.dk/faroe
- Kort.fo (Kort yvir Føroyar)
- skulin.fo/myndasavn (Myndasavnið á skulin.fo)
- Forum om Føroyar på de nordiska mál
- The World Factbook: Faroe Islands
- Landsbanki Føroya: Information Memorandum on the Faroe Islands
| Norðurlond | ||
| Áland | Danmark | Finnland | Føroyar | Grønland | Ísland | Noreg | Svøríki | ||
|
|
|
|---|---|
| Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |


