Malta
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: Onki | |||
| Tjóðsangur: L-Innu Malti | |||
| Alment mál | Maltiskt, Enskt | ||
| Høvuðsstaður | Valletta | ||
| Forseti | George Abela | ||
| Forsætisráðharri | Lawrence Gonzi | ||
| Fullveldi | 21. september 1964 (frá Stóra Bretland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
316 km² 0.001 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
419 285 261,18/km² |
||
| Gjaldoyra | Maltesiske pund (MTL) | ||
| Tíðarzona | UTC +1 | ||
| Alnet økisnavn | .mt | ||
| Telefonkota | +356 |
||
| Spenningur | |||
Malta er eitt land í suður-Evropa. Høvuðsstaðurin, sum eisini er mentanarligi og umsitingarligi miðdepilin, eitur Valetta. Aðrir stórir býir er Birkirkara, Qormi og Sliema. Londinum hevur umleið 400 túsund íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, maltiskt og enskt.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Búskapur
Ferðavinna hevur stóran týdning í Malta. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir, sum vórðu reistir, meðan rómverjar og seinni býsantinar ráddu í Malta. Seinni er byggilistin eisini ávirkað av italskari og bretskari byggilist. Jørðin er kørg, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Seinastu árini hevur ymiskur smáídnaður, t.d klædnaídnaður, vundið nógv upp á seg.
[rætta] Søga
Av tí at Malta liggur soleiðis fyri, at nógv skipaferðsla á miðjarðarhavi er har í nánd , hava ymisk fremmand ríki rátt har í øldir. Men 21. september 1964 fær Malta sjálvstýri frá Stóra Bretland. Tað, at tir hava staðið so leingi undir øðrum, er kanska atvøld til, at maltesar eru so tjóðskaparsinnað fólk. Flestu fólk eru katolikka og tala sítt egna mál. Malta er tvær meginoyggjar, Malta og Gozo, og lítla oyggjin Comino.
[rætta] Landafrøði
Í Miðjarðarhavi, 90 km sunnan fyri Sisiliu og 290 km eystan fyri Tunesia, liggur lítla oyggjalandið Malta. Oyggjarnar eru 320 ferkilometrar stórar til samans, og sjálv Malta er 246 ferkilometrar - t.e. eitt sindur minni enn Eysturoyggin. Góð 419.000 fólk búðu í 2007 í oyggjunum, av teimum búðu um 360.000 á sjálvari Malta.
[rætta] Sí eisini
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
| Lond í Evropeiska Samveldiðnum |
| Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn |
|
Heimsins lond | Evropa |