Svøríki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Konungariket Sverige
Kongsríki Svøríki
Flagg Svøríki
(Flagg Svøríki)
Skjaldarmerki Svøríki
(Skjaldarmerki Svøríki)
Tjóðarslagorð: För Sverige i tiden
Tjóðsangur: Du gamla, du fria
EU-Sweden.svg
Alment mál Svenskt
Høvuðsstaður Stokkhólmur
Kongur Carl XVI Gustav
Forsætisráðharri Fredrik Reinfeldt
Fullveldi 1523
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
449 964 km²
8,67
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
9,723,809
20/km²
Gjaldoyra Svensk króna (SEK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .se
Telefonkota +46

Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør [1].

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Aftaná víkingatíðina, brúkti Svøríki nakrar øldir at berjast við grannarnar, mest við Danmark.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í Evropa, men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í 1990-árunum. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan í 1990-árunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.

Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í Evropa eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða dálkað, og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka dálkingina í Eystarasalti. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.

Svøríki er fyrsta landið í heiminum í 1972, sum letur transpersónar alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið. Svøríki fær skrásett parlag í 1995. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - 600 000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítiðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið.

Tilflyting[rætta | rætta wikitekst]

Í Rinkeby, sum er ein forstaður í Stockholm, búgva umleið 17.000 fólk. Umleið 9 av 10 av teimum eru av útlendskum uppruna.[2][3]

Síðan 1970-árini er Svøríki vorðið alt meiri fjølmentað samfelag; hesi seinastu áratíggjuni hevur verið ein sera stór tilflyting úr Miðeystri, Jugoslavia og londum í Ásia og Afrika.[4] Í Svøríki eru umleið 20 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan ein triðingur av tilflytarunum er úr Finnlandi, og næststørsti bólkurin er tilflytarar úr teimum londum, sum áður vóru Jugoslavia. Meginparturin av tilflytarunum býr í stórbýunum, serliga í ávísum forstøðum, t.d. Rosengård og Rinkeby.[5] Tilflytingin tók av álvara dik á seg í 1970-árunum. Til­flyt­arar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða á verksmiðjum, tí stórur tørvur var á arbeiðsmegi. Nú á døgum eru tað fyrst og fremst flóttafólk, sum koma til Skandinavia. Onnur koma, tí at tey longu hava skyldfólk í landinum.[6][7]



Øll londini í Skandinavia, Svøríki undantikið, seta krøv um mál- og samfelagskunnleika til ríkisborgararætt. Svøríki loyvir harafturat dupultan ríkisborgararætt. Møguleiki er at fáa ríkisborgararætt eftir at bara hava búð í Svøríki í fimm ár.[8] Tað almenna kravið í Danmark er, at viðkomandi skal hava búð í Danska ríkinum í minsta lagi 9 ár. Danmark (og Norra) loyvir ikki dupultan ríkisborgararætt, t.e. at útlendingar er ríkisborgari í Danmark og í gamla landinum samstundis. Svøríki setur hvørki málslig krøv ella krøv til at viðkomandi skal hava verið við í innleiðsluskeiðum, tá ið ríkisborgararættur verður givin. Svøríki hevur eitt innleiðslutilboð til nýggjar útlendingar; útlendingurin fær tilboð um undirvísing í máli, samfelagslæru og lærir um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Svøríki hevur smíðað lógirnar soleiðis, at borgarlig og sosial rættindi eru tey somu fyri útlendingar sum fyri landsins borgarar. Í flestu øðrum londum í Evropa eru tey sosialu rættindini ikki eins góð fyri útlendingar, sum fyri triðjalandsborgarar, serliga um talan ikki er um flóttafólk. Tá ið ein persónur er fluttur til Svøríkis er ongin rættarligur munur á viðurskiftinum millum hann og ein svenskara.[9] Øll londini í Skandinavia, uttan Svøríki, hava eisini okkurt forsyrgjarakrav, tá ið søkt verður um familjusameining við ein hjúnafelaga.[10]



Svøríki hevur m.a. tikið ímóti fleiri flóttafólkum úr Irak enn USA og Kanada tilsamans.[11][12][13] Í Svøríki eru umleið 1,3 prosent av íbúgvunum tilflytarar úr Irak.[14] Í dag búgva einar 400.000 muslimar í Svøríki.[15]

Svensku Demokratarnir, sum eru sera atfinningarsamir móti tilflytarum, eru triði størsti flokkur í ríkisdegnum í 2014. Flokkurin fekk 13 prosent av atkvøðunum í 2014, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2010. Men eingin vil samstarva við Svøríkis-Demokratarnar, hvørki tey reyðu- ella borgarligu flokkarnir.[16]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir í Svøríki.

Matur[rætta | rætta wikitekst]

Svenski serrætturin "smörgåsbord" er annað enn búgvið borð við smurdum breyði. Vanliga er henda máltíð stórt borð við alskyns sløgum av køldum og flógvum viðskera, sum verður etin aftur við breyði, til dømis av sild, laksi, skelfiski, flogfenaði, eggi, osti, viðskera úr kjøti og grønmeti.

Landfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Svøríki er ímillum Noreg og Finnland í Norðurevropa. Svøríki er partur av Skandinavia og Norðurlond. Norðari partur er skógvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbúnaðarlendi, og har býr meginparturin av svenska fólkinum. Landið er 1 574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjórðstørsta land í Vesturevropa.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Svøríki hevur mong ár á baki sum ídnaðarland, hevur væl útbúgvið fólk á øllum økjum, og er ímillum framkomnastu ídnaðarlond í heiminum. Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, til dømis Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glasvørur og húsbúni úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum. Svøríki útflutti í 2012 fyri 134.3 milliardir evrur, ella 32,9 % av BTÚ, ein øking á 8 % síðani 2008 [17]. Hetta leggur Svøríki á odda viðvíkjandi vøruútflutninginum í norði, men Noreg er næststørsti útflytarin av vørum við 124 milliardum evrum.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sw.html
  2. http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
  3. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/sverige/arbeidsloeshet-skaper-uro-i-sverige/a/10008544/
  4. http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
  5. http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
  6. http://www.norden.org/no/fakta-om-norden-1/befolkning
  7. http://www.nettavisen.no/na24/1-av-5-innvandrere-i-europa-ender-opp-i-sverige/8486866.html
  8. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  9. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  10. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  11. http://www.thelocal.se/20080411/11040
  12. http://www.nbcnews.com/id/25004140/ns/world_news-europe/t/little-baghdad-thrives-sweden/#.VF_bClPF_Kk
  13. http://atlanticreview.org/archives/1054-Small-Town-in-Sweden-Accepted-More-Iraqi-Refugees-than-the-Entire-United-States.html
  14. http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
  15. https://snl.no/islam
  16. http://www.nrk.no/verden/sd-pa-frammarsj-i-sverige-1.11926209
  17. http://www.norden.org/en/news-and-events/news/sverige-aer-nordens-stoersta-varuexportoer

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]



Norðurlond
Áland | Danmark | Finnland | Føroyar | Grønland | Ísland | Noreg | Svøríki


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.


Flag of Europe.svg
Lond í Evropeiska Samveldiðnum
Flag of Europe.svg
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kroatia| Kýpros | Lettland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn


Heimsins lond | Evropa


Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið