Irak

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Jumhūriyat Al-ʿIrāq
Komarê Iraq
Lýðveldið Irak
Flagg Irak
(Flagg Irak)
Skjaldarmerki Irak
(Skjaldarmerki Irak)
Tjóðarmotto: Allahu Akbar
Tjóðsangur: Mawtini
LocationIraq.svg
Alment mál Arábiskt, Kurdiskt
Høvuðsstaður Bagdad
Forseti Jalal Talabani
Løgmaður Nouri al-Maliki
Fullveldi 3. oktober 1932
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
438,317 km²
1.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
29 267 000
66/km²
Gjaldoyra Irakiskur dinarur (IQD)
Tíðarzona 3
Alnet økisnavn .iq
Telefonkota +964
Spenningur

Irak (arábiskt; Jumhūriyat Al-ʿIrāq, kurdiskt; Komarê Iraq) ella Lýðveldið Irak er eitt hitt størsta og sterkasta landið í hesum parti í Miðeystri. Meginparturin av landinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Irak hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur Irak mark við Jordan og Saudi-Arábia, í norðri við Sýria og Turkaland, í eystri við Iran, og í suðri við Kuveit. Høvuðsstaður er Bagdad og høvuðsmálið er arábiskt.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fólkið

Meginparturin av fólkinum eru muslimar og tala arábiskt. Í norðara parti í landinum búgva eisini um 4 milliónir kurdar.

[rætta] Søga

Síðan Irak gjørdist lýðveldi í 1958, hevur politiskur ófriður javnan verið. Í 1980-árunum kríggjaðist Irak við Iran í samfull 8 ár, og tá ið Irak legði Kuveit undir seg, leyp stórt altjóða herlið á. Kríggið verður rópt Flógvakríggið (2. august 199028. februar 1991), og Irak tapti so dyggiliga.

[rætta] Irak-kríggið

Tann amerikanska innrásin byrjaði 20. mars 2003.

Amerikonsku royndirnar at skapa demokrati og samstundis Kríggið Móti Yvirgangi, hevur havt við sær at landið er gjøgnumdrivið av harðskapi, deyða og líðing. Tað rakar øll, men mest kvinnurnar. Meira enn ein millión irakiskar kvinnur eru í dag einsamallar um at uppihalda familjunum, og arbeiðsloysið er stórt. Áðrenn kríggið gingu tey flestu børnini í skúla, og kvinnur arbeiddu í stórum tali. Í dag eru teir almennu stovnarnir, har kvinnurnar starvaðust ikki til. Aðrasteðs, sum til dømis í Basra, hava trúarbólkar, sum hava serliga fatan av, hvussu kvinnur skulu vera, tikið valdið. Í dag sleppa kvinnur í Basra ikki at íðka ítrótt og noyðast at ganga við turriklæði.

Kríggið í Irak hevur kostað yvir 600 000 sivilum irakum lívið, vísir ein kanning, sum amerikanskir og irakskir granskarar hava gjørt. Metingarnar hjá granskarunum fýra ferðir hægri enn tey tøl, irakska stjórnin higartil hevur almannakunngjørt um sivilt mannfall, bygt á upplýsingar frá líkhúsum og sjúkrahúsum. Granskararnir byggja hinvegin síni tøl á spurnarkanningar, sum eru gjørdar á rættiliga breiðum grundarlagi kring alt Irak. At 600 000 sivilir irakar eru falnir undir krígnum, svarar til, at 500 sivilfólk eru deyð hvønn einasta dag síðani amerikansku innrásina í mars mánaði í 2003.1

Ein rúgva av palestinensum eru vorðnir heimleysir av ófriðinum, sum hevur merkt landið síðani USA gjørdi innrás í 2003. Í 2003 búðu 34 000 palestinensar í Irak. ST hjá kommessiónin fyri flóttafólk metir, at talið nú er minkað niður í 10 000-15 000.

Amerikanski herurin verður álopin hvørt 15. minutt í Irak. 2

Kríggið í Irak hevur nærum kostað USA tað sama sum kríggið í Vjetnam. Amerikanska kongressin hevur latið gjørt eina nýggj frágreiðing um, hvussu nógv kríggj hava kostað USA, líka afturi frá 1775. Irak-kríggið verið líka dýrt fyri USA sum Vjetnam-kríggið. Uppgerðin vísir, at Irak-kríggið, sum higartil hevur vart í fimm ár, hevur kostað amerikansku skattagjaldarunum umleið 3.074 milliardir krónur. Vjetnam-kríggið, sum vardi í 10 ár, kostaði 3.170 milliardir krónur, við virðinum á dollaranum í dag. Tað er tó eitt sindur trupult at samanbera, millum annað orsakað av inflatiónsfaktorinum.

Landslutur í Irak

Hóast tað eru 5 ár síðan, at USA leyp á Irak, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Nývaldi amerikanski forsetin, Barack Obama, leggur nú eftir USA og tess sameindu í Irak. Barack Obama heldur, at londini hava gjørt alt og lítið til tess at loysa flóttafólkakreppuna, sum hevur tikið seg upp aftan á kríggið í Irak.

[rætta] Landafrøði

Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá, er tað mesta av Irak fjalla- og oyðimarkarlendi. Bara sættingurin av víddini er nýtilig landbúnaðarjørð, tí má Irak flyta inn stóran part av matvørunum, landinum tørvar.

[rætta] Lanslutur í Irak

1. Bagdad
2. Salah ad Din
3. Diyala
4. Wasit
5. Maysan
6. Al Basrah
7. Dhi Qar
8. Al Muthanna
9. Al-Qādisiyyah
10. Babil
11. Karbala
12. An Najaf
13. Al Anbar
14. Ninawa
15. Dahuk
16. Arbil
17. At Ta'mim
18. Sulaymaniyah

[rætta] Hygg eisini at

[rætta] Keldur

[rætta] Referansar

1 http://www.nytimes.com/2006/10/11/world/middleeast/11casualties.html
2 http://www.guardian.co.uk/world/2006/sep/30/iraq.suzannegoldenberg

Skoðanir
Onnur mál