Kina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
People's Republic of China
Zhōnghuá Rénmín Gònghéguó
Fólkalýðveldi Kina
Flagg Kina
(Flagg Kina)
Skjaldarmerki Kina
(Skjaldarmerki Kina)
Tjóðarmotto:
Tjóðsangur: <<Yìyǒngjūn Jìnxíngqú>>
Alment mál Kinesiskt
Høvuðsstaður Beijing
Presidentur Hú Jǐntāo
Løgmaður Wen Jiabao
Fullveldi 1. oktober 1949
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9 572 419 km²
2,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
1 321 851 888
137,32/km²
Gjaldoyra Renminbi (CNY)
Tíðarzona UTC +8
Alnet økisnavn .cn
Telefonkota +86
Spenningur

Fólkalýðveldi Kina (kinesiskt; Zhōnghuá Rénmín Gònghéguó) er eitt stórt land í Asia. Kina er tað landið í heiminum, sum hevur flestar íbúgvar (1,3 milliardir). Fimtahvørt fólk í heiminum nú á døgum býr í Kina. Hetta ovurstóra landið er næstan líka stórt sum alt Evropa og triðstørsta land í heiminum, næst Russlandi og Kanada. Høvuðsstaður er Beijing og londinum hevur mark við 15 lond: Russland, Norðurkorea, Mongolia, Kasakstan, Kirgisia, Tadsjikistan, Afghanistan, Pakistan, India, Nepal, Butan, Burma, Laos, Vjetnam og Hongkong.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Forna siðmenningin, sum tók seg upp í Kina, helst um 2200 f.Kr., varð kallað Xia eftir Xiaættini, sum eftir gomlum søgnum hevði valdið hesa tíðina. Miðdepilin var í Guláardali, og fornfrøðingar hava fingið proógv fyri, at Xiabøndurnir nýttu steinamboð. Frá um 1700 f.Kr. búðu kongarnir í Shang-ríkinum tætt við, har Anyang nú er, og ríkiðm teir ráddu í, hevði sína stórtíð um 1500 f.Kr. Kinverjar lærdu at nýta bronsu og stoyttu heilag kør úr bronsu, útbúnað til vognarnar, sum nýliga vóru uppfunnir, og vápn. Shang-fólkið vav silkiklæði og hevði eitt háment skriftmál. Hús, sum kunnu hava verið tempul, vóru bygd av flagi, viði og múrsteini. Shang-fólkið tilbað kongsins forfedrar sum gudar. Í stórum kongsgravum vóru dýrgripir og leivdir av menniskjum og dýrum, sum vóru ofrað fyri at vera saman við kongi. Zhou-ættin tók ræði frá Shang-ættinium 1045 f.Kr.

Eftir at hava verið keisaraveldi í túsundtals ár, gjørdist Kina lýðveldi í 1911 og kommunistiskt ríki 1. oktobur í 1949. Meðan kommunistarnir hava rátt, hava ríkismyndugleikarnir lagt seg eftir at hava eftirlit við øllum viðurskiftum landsins, og Kina er vorðið mikið ídnaðar- og hernaðarveldi. Seinastu árini hevur landið nærkað seg marknaðarbúskapi og hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum.

Konufólkini seta niður rísplanturnar. Arbeiðið er ringt fyri ryggin.
Konufólkini seta niður rísplanturnar. Arbeiðið er ringt fyri ryggin.
Kort yvir Kina
Kort yvir Kina

[rætta] Fólkið

Tveir triðingar av kinverska fólkinum búgva á bygd og eru bøndur.

Fleiri enn 250 milliónir kinverjar búgva í smáum og stórum býum; mangir teirra eru ógvuliga fjølbygdir. Stórt íbúnaðartrot er, og mong húski búgva í smáum íbúðum - eitt ella tvey rúm - sum tey leiga frá fyritøkuni, har tey arbeiða. Gøturnar eru stúgvandi fullar av súkklum, og almennu flutningsakførini koyra altíð fullsett. Størsti ídnaðarbýur og handilsmiðdepil er Shanghai, 18,4 (2007) milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í heiminum.

Av tí at mong fólk í býunum búgva í íbúðarhúsum, har einki er uttanum, er altíð nógv fólk í býarlundunum. Kinverjar verða eggjaðir at røra seg nógv, og tí ganga fólk javnan túr í lundunum at venja kroppin. Tíðliga um morgunin íðka fólk "tai chi" ella "kung-fu". Børn renna við drekum, tá ið líkindi eru til tess, og vaksin fólk spæla borðtennis, kort ella telva, ella sita bara og práta við vinir og kenningar.

Á hvørjum ári, siðst í januar ella fyrst í februar, fara kinverjar at gera seg til at halda nýggjár. Vaskað verður upp og niður, hongdar verða upp reyðar lyktir, ið skulu veita húsfólkinum eydnu, og børnini fáa nýggj klæði og leiku. Nýggjárshaldið stendur í fleiri dagar. Handlar og skrivstovur eru stongd, og fólk eru úti á gøtunum og skjóta fýrverk og hyggja at sýningum við leyvu- og drekadansi.

Kinverjar halda, at fólk gerast sjúk, tí at andstøddu máttirnir yin og yang eru ikki í javnvág. Læknar fáa javnvág í aftur kroppin við akupunkturi, sum er, at nálir verða stungnar ymsastaðini í kroppin at linna pínu. Flestu fólk, ið tørva læknahjálp, fara til náttúrulæknar, sum hava lært at nýta gomul heimaráð at grøða við.

[rætta] Búskapur

Ógvuliga nógv kol er í Kina, og flestu steinsløg eru eisini í jørðini. Eftir at kommunistarnir tóku valdið í 1949, legði stýrið stóran dent á at menna tungídnaðin og læt byggja ovurstór jarn- og stálverk og evnafrøðiverksmiðjur. Seinastu árini hevur stýrið eggjað til at menna lættan maskinídnað og nýtsluvøruídnað. Kina er nú ímillum tey lond í heiminum, sum ger mest av handilstøðum, klæðum, ravmagnslutum og ravtøkni.

Fruktabesta lendið er fyri sunnan. Høvuðsgrøðin er rís, te, bummull, frukt og grønmeti. Rísið verður sáðað í akrar, sum fyrstu tíðina standa undir vatni. Góð ár heysta kinverjar rís tvær ferðir av sama akri, men grønmeti og annað korn enn rís verður bara heystað eina ferð. Í norðara og vestara parti í landinum, har tað er turrari og berligari, dyrka teir mest korn og epli og halda neyt og seyð.

[rætta] Landafrøði

Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.

Kina eigur hjálondini Hongkong og Makao. Teivan tók loysing frá Kina í 1949, men fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki.

[rætta] Politikkur

[rætta] Eitt barn

Fólkavøksturin í Kina er 15 milliónir um árið; næstan líka nógv fólk, sum býr í Noregi, Svøríki og Danmørk. At tálma hesum stóran vøkstri settu myndugleikarnir í gildi, at maður og kona bara skuldu hava loyvi til at eiga eitt barn. Hesi einkarbørn verða stundum kallað smáu keisararnir, tí at tey ofta eru ovurvard og spilt. Hesin politikkur hevur helst verið til gagns í ovfólkaðu býunum, men ikki á bygd, har mesta arbeiði í landbúnaðinum verður gjørt við hond.

[rætta] Mentan

[rætta] Matur

Kinverjar gera nógv burtur úr matgerð og matsiðum í teimum ymsu landslutunum. Í landslutinum Xinjiang er maturin sterkt kryddaður; fyri norðan um Beijing-leiðina eru tey gitin fyri at duga væl at steikja dunnu. Vælrúkandi fiskarættirnir í landslutinum Kanton fyri sunnan eru vorðnir heimskendir. Har verður maturin gjørdur til í djúpari steikipannu við loki, kallað wok. Í Suðurkina verður rís etið aftur við høvuðsrættunum. Í Norðurkina annaðhvørt hveitibollar ella hveitinudlar. Etið verður úr smáum skálum við pinnum. Rís, annaðhvørt kókað, guvukókað ella stekt, er høvuðskostur í mongum kinverskum rættum.

[rætta] Lakkarbeiði

Dømi um lakklist eru etipinnar.

[rætta] Tónleikur

Kinesiskur tónleikur hevur eitt heilt serligt ljóð.

[rætta] Silkiframleiðsla

Kina hevur ríka traditión fyri at framleiða silki.

[rætta] Kinversk skrift

Borið saman við stavrað okkara, sum er 32 bókstavir, eru fleiri enn 50 000 tekn í kinverska skriftmálinum. Hvørt tekn merkir eitt orð ella eitt hugtak. Fyri einføld orð, til dømis "himmal" og "regn", er eitt tekn. Fyri samansett orð eru tvey ella fleiri tekn. "Telefon" verður skrivað við tveimum teknum - teknunum fyri "ravmagn" og sagnorðinum "tala".

[rætta] Kalligrafi

Kalligrafi er ein serligur skriviháttur, og vøkru kinesisku skriftteknini koma best til sín rætt, tá tey eru hondkalligraferað.
Kalligrafi er høgt mett list í Kina og javnsett við málningalist, tí at skrivarin má leggja sær nær at skriva teknini røtt og vøkur.

[rætta] Myndir


[rætta] Sí eisini


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam

Skoðanir
Persónlig amboð
Onnur mál