Himalaia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Himaleia)
Mount Everest, Himalaia
Himalaiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet (Kina). Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest (8850 m). Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrásiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrásiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himalaiafjøll.

