Afghanistan
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: Onki | |||
| Tjóðsangur: Milli Tharana | |||
| Alment mál | Afghansk persisk / Dari, Pashtu |
||
| Høvuðsstaður | Kabul | ||
| Forseti | Hamid Karzai | ||
| Visepresidentur | Ahmad Zia Massoud, Karim Khalili |
||
| Fullveldi | 8. august 1919 (frá Stóra Bretland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
647,500 km² 0 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
31 889 923 46/km² |
||
| Gjaldoyra | Afgani (AFN) | ||
| Tíðarzona | UTC +4.30 | ||
| Alnet økisnavn | .af | ||
| Telefonkota | +93 |
||
| Spenningur | |||
Afghanistan (Persiskt: جمهوری اسلامی افغانستان, Pashtu: د افغانستان اسلامى جمهوري), ella Tað Islamska Lýðveldið Afghanistan er land í Miðeystur og Miðásia. Kabul er høvuðsstaðurin. Kabul hevur 2,99 mió íbúgvar. Aðrir stórir býir er Qandahar (329 300 íbúgvar), Herat (161 700 íbúgvar) og Mazare-Sharif (232 800 íbúgvar). Londinum hevur mark við Turkmenistan, Usbekistan, Tadsjikistan, Kina, Pakistan og Iran. Afghanistan er av fátækastu londum í heiminum. Afghanistan er eitt land, har kríggj er gerandisdagur, og hvar fleiri børn læra at brúka eitt vápn enn ganga í skúla. Tað eru nógvir víðgongdir islamistar í landinum, men einaferð búðu her friðarelskandi buddhistar.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Tí hevur í øldir verið barst um yvirræðið í landinum, og serliga bretar og seinni russar hava verið grammir at taka landið. Seinastu 30 árini hevur blóðugt borgarakríggj syndrað landið, og enn eru eingi útlit fyri friði.
Afghanistan hevur eisini eina rokaligu søgu. Afghanski staturin, sum vit kenna hann í dag, uppstóð í 1746 undir Durrani-fúrstaættini, men yvirvaldið varð latið Stórabretlandi, heilt fram til Amanullah Kongur loysti í 1919. Síðan eru ellivu afghanskir leiðarar tiknir av ræði á ódemokratiskan hátt. Seinasta støðuga tíðarskeiðið í Afghanistan var millum 1933 og 1973, tá landið var undir leiðslu av Zahir Shah kongi. Men í 1973 framdi svágur kong, Mohammed Daoud Khan, eitt stjórnarkvett, ið setti gongd á enn eit óstøðugt tíðarskeið. Í 1978 vórðu Daoud og øll familja hansara tikin av døgum í enn einum kvetti, ið kommunistaflokkurin í landinum framdi. Longu í august sama ár byrjaði amerikanska stjórnin umvegis pakistansku fregnartænastuna, at stuðla mujahedin-krígsmenn í bardaganum móti kommunistisku stjórnini, og tá stjórnin var í vanda fyri at missa valdið árið eftir, hersetti Sovjetsamveldið Afghanistan. Hetta hendi 24. desember 1979. Frælsisstríðið hjá Mujahedin vardi í tíggju ár og kostaði 15 000 sovjetiskum hermonnum lívið, áðrenn viknandi samveldið í 1989 valdi at taka seg úr Afghanistan. Eftir hetta valdaði í stóran mun borgarakríggj í landinum, áðrenn Taliban, ið merkir <<lesandi>>, í 1996 tók ræðið í landinum og royndi at innføra strongu Sharia-lógina. Harvið gjørdist Afghanistan til eitt paradís fyri Al-Quaida.
Tann amerikanska innrásin byrjaði 7. oktober 2001. Endamálið við innrásini í Afghanistan, ið var eitt beinleiðis aftursvar til hendingarnar 11. september 2001, var at fanga Osama Bin Laden, sum helt til í landinum, gera enda á Al-Qaida og taka Taliban-stýrið av ræði. Hálvanannan mánað seinni var Taliban tikið av ræði og ein afghansk stjórn undir leiðslu av Hamid-Karzai innsett. Sigurin var í hus, og USA vendu eyguni móti Irak.
Í triðju øld gjørdu tey tvær standmyndir av Buddha norðan fyri høvuðstaðin Kabul. David Adams var tann seinasti vesturlendingurin, sum filmaði standmyndirnar, áðrenn Talibankrígsmenn sprongdu tær í spønir í 2001.
Valdið hjá Hamid Karzai, ið varð valdur til forseta í 2004, avmarkar seg í stóran mun til høvuðsstaðin Kabul, og restin av landinum verður stýrd av valdsmiklum ættarbólkahøvdingum og krígsharrum. Talan er um eitt sera samansett land við ikki minni enn 34 landslutum, og tað ger tað torført at stýra.
Hóast tað eru átta ár síðan, at USA leyp á Afghanistan, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg.
[rætta] Búskapur
Afghanistan er eitt fátækt land, ið er tongt at, at fólkið hevur húsarhaldsdjór og dyrkar jørðina. Eingina nevniverd ídnaðarframleiðsla er í landinum, ið er heimins størsti framleiðari av opium. Tveir triðingar av fólkinum liva fyri undir tveir dollarar um dagin, og barnadeyðin er stórur --> 256 fyri hvørjar 1000 føðingar, verður sagt. Landið er turt og grýtut, og týdningarmestu ráevnini eru kol, natúrgass og jarnmálmur.
[rætta] Fólkið
Um 2 milliónir flakkfólk eru í Afghanistan.
[rætta] Mál
[rætta] Fólkasløg
Fleiri enn 20 fólkasløg búgva í Afghanistan. Fyri sunnan eru pashtunar, ella afganar, ið er fjølmentasta fólkaslagið. Landið eitur eftir teimum, tí at teir hava havt ræði í landinum seinastu 200 árini. Í stórbýunum og á bygd í landnyrðingspartinum búgva tadjsjikar, ið tala dari, sum er skylt við persiskt, flestu teirra eru keypmenn. Hazarar (o.f.) búgva mitt inni í landinum.
[rætta] Átrúnaður
Næstan allir afganar eru muslimar. Børnini verða lærd um islam bæði í bygdarmoskuni og í skúlanum. Ungdómurin gongur í madrasah (ein átrúnaðarligan miðnámsskúla. Her lærir hann at duga long brot úr Koranini uttanat og granska gudfrøði, islamskar lógir og skilvísi.
- Sunni-muslimar 80%
- Shi'a-muslimar 19%
- Onnur 1%
[rætta] Landafrøði
Afghanistan er ímillum Miðásia og Indianes og hevur tí havt stóran týdning hermálsliga. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt og skiftandi, við albeittum og grasfløtum, sløttum steinoyðimørkum, stórum vøtnum og høgum fjøllum. Fáir og vánaligir vegir eru í landinum, og har er eingin jarnbreyt.
[rætta] Landslutur
- 1. Badakhshan
- 2. Badghis
- 3. Baghlan
- 4. Balkh
- 5. Bamyan
- 6. Daykundi
- 7. Farah
- 8. Faryab
- 9. Ghazni
- 10. Ghor
- 11. Helmand
- 12. Herat
- 13. Jowzjan
- 14. Kabul
- 15. Kandahar
- 16. Kapisa
- 17. Khost
- 18. Konar
- 19. Kunduz
- 20. Laghman
- 21. Lowgar
- 22. Nangarhar
- 23. Nimruz
- 24. Nurestan
- 25. Oruzgan
- 26. Paktia
- 27. Paktika
- 28. Panjshir
- 29. Parvan
- 30. Samangan
- 31. Sare Pol
- 32. Takhar
- 33. Wardak
- 34. Zabol
[rætta] Myndir
[rætta] Keldur
- Afghanistan - Ensk wikipedia
- Provinces of Afghanistan - Ensk wikipedia
- Geography of Afghanistan - Ensk wikipedia
- Afghanistan - Norsk wikipedia
- Afghanistans geografi - Norsk wikipedia
- Dimmalætting 21. desember 2007
[rætta] Hygg eisini at
| Lond í Asia |
| Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |
