Ísrael

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
מדינת ישראל
دولة اسرائيل
State of Israel
Flagg Ísrael
(Flagg Ísrael)
Skjaldarmerki Ísrael
(Skjaldarmerki Ísrael)
Tjóðarmotto: Onki
Tjóðsangur: Hatikvah
LocationIsrael.svg
Alment mál Hebraiskt, Arabiskt og enskt
Høvuðsstaður Jerúsalem
Forseti Shimon Peres
Løgmaður Benjamin Netanyahu
Fullveldi 14. Mai 1948
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20,770 km²
2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
7 282 000
324/km²
Gjaldoyra Shekel
Tíðarzona UTC +3
Alnet økisnavn .il
Telefonkota +972
Spenningur

Ísrael (hebraiskt: יִשְרָאֵל‎, Yisra'el; arabiskt: إسرائيل‎, Isrā'īl; enskt: State of Israel) er land við Miðjarðarhav fyri eystan. Høvuðsstaður er Jerúsalem og aðrir stórir býir er Tel Aviv-Jaffa, Haifa og Rishon LeZion. Londinum hevur umleið 7,2 mió. íbúgvar. Almennu málini eru trý í tali, hebraiskt og arabiskt. 25 prosent av ferðafólkunum, ið vitja Ísrael, eru úr USA, meðan ferðafólk úr millum annað Fraklandi og Russlandi eisini eru nógv í tali. Miðallívsævin í landinum er 82 ár. Av teimum 7 miljónum íbúgvunum í Ísrael, eru 20 prosent arábar.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Politikkur

Ísrael hevur nógv samband við USA.

[rætta] Folkið

Næstan helvtin av matinum í Ísrael kemur úr stórum samyrkisbúgvum, Kibbutzum, har mong húski búgva og starva saman. Tey býta alt gerandisarbeiði sínámillum, til dømis reingerð, matgerð og búnaðararbeiði. Soleiðis hava ísraelmenn lagt inn stórt oyðimarkarlendi, sum verður vætað við teldustýrdum vatnveitingum. Av tí at støðugt stríð hevur staðið ímillum Ísrael og palestinar, og landið ofta hevur kríggjast við grannalond síni, eru herur og hertænasta natúrligur partur í lívi ísraelsmanna. 18 ára gomul mega bæði dreingir og gentur gera hertænastu í nøkur ár. Genturnar fáa somu hervenjing sum dreingirnir, men sleppa undan at fara á vígvøllin í bardaga.

[rætta] Søga

Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Fyri tað æt landið Palestina. Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Ísrael og mátti liva sum flóttafólk í Jordan og Libanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Fyri tað, at ísraelska ríkið varð sett á stovn, búðu jødar spjaddir um allan heim. Mangan vóru teir fyri herviligum atsóknum. Í øðrum heimsbardaga (1939-1945) týndu týsku nasistarnir einar 6 milliónir jødar. Eftir annan heimsbardaga fluttu tíggjutúsundtals jødar úr øllum heiminum til Ísraels, heimlandið hjá forfedrum sínum.

Síðani 2003 eru 9.400 rakettir og spreingivarparar sendir úr Gaza inn í Ísrael (2009). Í 2005 tók Ísrael seg úr Gaza sum ein part av "land fyri frið" politikkinum hjá Ariel Sharon. Túsundatals jødar vóru noyddir at flyta úr húsum sínum í Gaza tí ísraelska stjórning hevði gjørt eina avtalu við palestinsku myndugleikarnar. Heilar ísraelskar bygdir og bygdaløg, á stødd við Klaksvík, vóru javnaðar við jørðina - av jødiskum myndugleikum, tí økið skuldi verða givið palestinsku myndugleikunum í Gaza.

Síðani Hamas tók valdið í Gaza hevur verið púra galið. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Mestsum hvønn tann einasta dag hava rakettir verið sendar úr Gaza inn í Ísrael. Í 2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr Gaza inn í Ísrael. Serstakliga býurin Sderot hevur verið dýktur undir í rakettum frá Hamas. Mestrsum hvønn dag í 2008 so mong hava íbúgvararnir í Sdereot og aðrastaðni verið noyddir at fara í bumbuskýli.

Í vápnahvíldartíðarskeiðinum millum Hamas og Ísrael 19. juni til 19. desember í 2008 sendi Hamas 543 rakettir og spreingivarparar inn í Ísrael. Øll hesi raktett- og spreingivarparaálopini úr Gaza hava verið gjørd við tí endamáli at oyðileggja og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, børn, kvinnu og menn. Ongi hernaðarmál hava verið nær í námind av har sum rakettirnar hava rakt.

Síðani álopini úr Gaza byrjaðu í 2001 hava 28 fólk í Ísrael latið lív, summi av hesum hava verið palestinar og arbeiðarar úr øðrum londum, sum hava arbeitt í Ísrael. Í hesum sama tíðarskeiðinum, 2001-2008 eru 1000 fólk í Suðurísrael særd av somu rakettálopum. Í heili 8 ár hava ísraelsmenn verið dýktir undir í rakettum og spreingivarparum úr Gaza.

[rætta] Landafrøði

Landslutur í Ísrael

Ísrael er langt, smalt land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Landslagið er skiftandi, fruktagóðir dalar, turrar oyðimerkur, fjøll, vøtn og áir. Ídnaðurin í landinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er framkomin. Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum. Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum (-395 m niðan sjóvar).

Høvuðssæti hjá Bahá'í Trúgvin er í Ísrael.

[rætta] Landslutir í Ísrael

  • 1. Norður
  • 2. Haifa
  • 3. Center
  • 4. Tel Aviv
  • 5. Jerúsalem
  • 6. Suður
  • A. Golanheyggjar
  • B. Vestan Jordaná
  • C. Gazageiri

[rætta] Sí eisini

[rætta] Útvortis ávísing

Skoðanir
Onnur mál