Gasageirin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort.

Gasageirin (arábiskt: قطاع غزةQiṭāʿ Ġazza/Qita' Ghazzah) er staddur á eysturstrond Miðjarðarhavs. Geirin hevur mark við Egyptaland í ein útsynning og Ísrael í ein sunnan, eystan og norðan. Hann er umleið 41 kilometrar langur, millum 6 og 12 kilometrar breiður og hevur eitt øki í alt 360 ferkilometrar. Geirin hevur navn sítt eftir Gasa, størsta býi í geiranum. Smali Gasageirin - har fleiri enn 1,7 mió. palestinar búgva - hevði verið undir ísraelskum ræði síðan seksdaga-kríggið í 1967. Eftir samráðingar millum palestinsku frælsisrørsluna PLO og Ísrael í Noregi í 1993, játtaði Ísrael at geva palestinum í Gasageira og vestan Jordan heimastýri.

Íbúgvatalið var í juli 2010 umleið 1,6 milliónir,[1] flest øll eftirkomarar eftir flóttafólkum. Ein millión av íbúgvunum vóru í mars 2005 mettir at vera palestinsk flóttafólk, tó at meginpartur teirra var føddur í Gasageiranum;[2] eldra ættarliðið rýmdi til Gasa í palestinsku flýggjanini í 1948 eftir arabisk-ísraelska kríggið í 1948 frá summum pørtum av Bretsktyvirrádda Palestina, ið gjørdist partar av Ísrael. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst Sunni Muslimar.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 "CIA — The World Factbook — Gaza Strip". CIA. 2010. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gz.html. Heintað 30 December 2010. 
  2. Cobham and Kanafani, 2004, p. 179.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið