Fyrri veraldarbardagi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fyrri veraldarbardagi

Ovast við klokkuni: Eftir granatspreinging í slagnum við Somme, Mark V tanks fara um Hindenburg Linjuna, HMS Irresistible søkkur eftir at hava siglt á eina minu í Dardanellunum, ein bretsk herdeild við Vickersmaskinbyrsu og gassmasku í Slagnum við Somme, Albatros D.III hermenn við Jagdstaffel 11
Dato28. juli 1914 – 11. november 1918
(4 ár og 3 mánaðir)
StaðurEvropa, Afrika, Miðeystur, Kyrrahavsoyggjar, Kina og uttanfyri strendurnar í Suður- og Norðuramerika
Úrslit Tey sameindu sigraðu
Stríðandi partar

Sameindu veldini
Frakland Frakland
Stóra Bretland Stóra Bretland

Russland Russland
Italia Italia (1915–18)
 United States (1917–18)
Japan Japan
Serbia Serbia
 Belgium
Montenegro Montenegro
Portugal Portugal (1916–18)
Rumenia Rumenia (1916–18)
Grikkaland Grikkaland (1917–18)
Teiland Siam (1917–18)

...og aðrir

Miðveldini
Týskland Týskland
 Austria-Hungary
 Ottoman Empire
Bulgaria Bulgaria (1915–18)
Co-belligerents
Jabal Shammar

...og aðrir
Kommandantar og leiðarar

Leiðarar hjá teimum sameindu
French Third Republic Georges Clemenceau
French Third Republic Raymond Poincaré
French Third Republic Ferdinand Foch
Bretska heimssamfelagið George V
Bretska heimssamfelagið H. H. Asquith
Bretska heimssamfelagið David Lloyd George
Russian Empire Nicholas II
Russian Empire Nicholas Nikolaevich
Russian Empire Aleksei Brusilov
Kingdom of Italy Victor Emmanuel III
Kingdom of Italy Vittorio Orlando
Kingdom of Italy Paolo Boselli
Kingdom of Italy Antonio Salandra
USA Woodrow Wilson
USA John J. Pershing
Kingdom of Romania Ferdinand I
Kingdom of Romania Constantin Prezan
Empire of Japan Taishō
Kingdom of Serbia Peter I
Kingdom of Serbia Radomir Putnik

...og aðrir

Miðveldini, leiðarar
German Empire Wilhelm II
German Empire Paul von Hindenburg
German Empire Erich Ludendorff
German Empire Erich von Falkenhayn
German Empire Helmuth von Moltke
Eysturríki-Ungarn Franz Joseph I
Eysturríki-Ungarn Karl I
Eysturríki-Ungarn Conrad von Hötzendorf
Eysturríki-Ungarn Arz von Straußenburg
Osmanska Ríkið Mehmed V
Osmanska Ríkið Talaat Pasha
Osmanska Ríkið Enver Pasha
Osmanska Ríkið Djemal Pasha
Kingdom of Bulgaria Ferdinand I
Kingdom of Bulgaria Nikola Zhekov

...og aðrir
Styrki

Russian Empire 12 000 000
Bretska heimssamfelagið 8 841 541[1][2]
French Third Republic 8,660,000[3]
Kingdom of Italy 5 615 140
USA 4 743 826
Kingdom of Romania 1 234 000
Empire of Japan 800 000
Kingdom of Serbia 707 343
Belgia 380 000
Kingdom of Greece 250 000

Total: 42 959 850[4]

German Empire 13 250 000
Eysturríki-Ungarn 7 800 000
Osmanska Ríkið 2 998 321
Kingdom of Bulgaria 1 200 000

Tilsamans: 25 248 321[4]
Mansskaði og tap
Dripnir hermenn:
5 525 000
Særdir hermenn:
12 831 500
Saknaðir hermenn:
4 121 000
Tilsamans:
22 477 500 KIA, WIA ella MIA
...fleiri smálutir.
Dripnir hermenn:
4,386,000
Særdir hermenn:
8 388 000
Saknaðir hermenn:
3 629 000
Tilsamans:
16 403 000 KIA, WIA ella MIA
...fleiri smálutir.

Fyrri veraldarbardagi (enskt: World War I, WW1 (upprunaligt Tað stóra kríggið) var eitt heimsumfatandi kríggj, ið vardi frá 1. august 1914 til 11. november 1918 og fevndi um stóran part av Evropa, Miðeystri, Afrika og partvís í Suðureystur Asia. Kríggið kostaði yvir níggju milliónir mannalív og gjørdist harvið eitt av teim blóðugastu kríggjum í veraldarsøguni.

Orsøkir til kríggið vóru m.a. verjusamgongur millum ymisk imperiir, har serliga Stórabretland og Frakland stóðu fyri fólkaræði, meðan t.d. Týskland og Eysturríki-Ungarn vóru keisaraveldi. Útloysandi faktorur bleiv "morðið í Sarajevo", sum var eitt morð framt av einum serbiskum bólki á krúnprinsin av Eysturríki-Ungarn. Sostatt byrjaði kríggið, sum eitt kríggj millum stórveldið Eysturríki-Ungarn og lítla Serbia. Men so komu fleiri lond uppí, tí mann hevði jú hesar ymsu hernaðarsamgongurnar. Nationalisma, m.a. í Serbia var eisini ein orsøk til kríggið og kapping um hjálond.

Kríggið brestur á[rætta | rætta wikitekst]

Eysturríkski trónuarvingin, Franz Ferdinand, var á vitjanarferð 28. juni 1914 í Sarajevo. Tá var tað, at ein ungur maður, Gavrilo Princip, tveitti eina bumbu eftir honum. Eysturríki gjørdist í øðini yvir hesa skemdargerð, og ein mánað seinni, 28. juli 1914, sendi tað Serbia krígsavbjóðing. Russar fóru at senda herfólk til eysturríkska markið. Hetta var so illa dámt av týskinum, at hann 1. august 1914 sendi Russlandi krígsavbjóðing. Frankaríki, sum var bundið í felagsskapi við Russland, fekk eisini krígsavbjóðing frá Týsklandi tveir dagar seinni. Týskararnir mundu óivað vera best útgjørdir til kríggj, og teir høvdu sína krígsætlan í lagi, fyrst skuldu teir leggja á Frankaríki við allari megi sínari, taka París og so kála landið í ein skund. Síðani skuldu teir fara eystureftir og beina fyri russinum, áðrenn rættiliga gongd var komin á hjá teimum. Men har var ein stórur meinbogi á vegnum til hetta mál; tað vóru tey sterku fronsku verjuvirkini við markið; týska herliðið hætti sær ikki rættiliga at fara hesa leiðina. Men so helt týskurin, at farast kundi eina aðra leið, leiðina inn í Belgia og haðani suður til Frankaríkis. Teir heitti á Belgia um at fáa loyvi at koma tann vegin, men Belgia sýtti. Belgia hevði fingið sáttmála í lag við ymsi lond, at um ófriður brast á, skuldi tað vera uttanfyri, og hetta var tryggjað tí - eisini av Týsklandi. Kortini løgdu týskararnir á Belgia. Onglendingum mislíkaði so illa sáttmálabrot Týsklands, at teir løgdu upp í kríggið. Úr Belgia fór týskurin til Frankaríkis, og í september mánaði nærkaðist hann París. Men við ánna Marne varð hann steðgaður, og París var bjargaður.

Vend kemur í[rætta | rætta wikitekst]

Eystanfyri tóku russar ein part av Eysturtýsklandi. Men so verður ræðið eystaru megin latið herhøvuðsmanninum Paul von Hindenburg upp í hendur. Tá kom vend í. Russar taptu, og Hindenburg hersetti stórar partar av Vesturrusslandi. Eysturríki hevði ikki eyduna við sær fyrst í bardaganum; russar tóku ein landslutin fyri og annan eftir. Í Serbia gekst tí heldur ikki so væl, og tá ið eitt sindur var fráliðið, var hvør fíggindi rikin út úr Serbia. Russar høvdu enn framgongd, men so komu teir í hesum landinum fram móti tí týska markinum, og tá var Hindenburg aftur har, hann sigraði á russum og rak teir langar leiðir. Í mai mánaði 1915 kom aftur eitt land upp í bardagan; tað var Italia, men tað fór ikki í part við felagsmonnum sínum, men saman við Stórabretlandi og Frankaríki.

Nú kom Týskland at vera meira og meira innibyrgt. Bretski herskipaflotin ansaði eftir, at eingin flutningur kom til Týsklands eftir sjónum, og skjótt gjørdist mattrot í landinum; yvirvaldið royndi at býta hvørjum sítt. Í fyrstani bar væl til, men sum frá leið, var minni og minni at býta sundur, so fólkið kom at virkna meira og meira av hesum mattrotinum. Men týskararnir góvust ikki fyri tað. Teir bygdu eina mongd av kavbátum, og teir løgdu spreingisknøttar út í hópatali. Hetta kom tí eingilska flotanum meint við. Eitt fyri og annað eftir vórðu skip teirra søkt. Týski herskipaflotin lá enn í havn; hann vágaði sær ikki út. Men 31. mai 1916 legði hann í hav. Og longu sama dag kom tað til bardaga út fyri vesturstrond Jútlands. Báðir partar løgdu alla sína orku í, og báðir partar mistu nógv, onglendingar ikki minni; men tað var týskurin, ið tók seg út úr bardaganum og slapp særr inn undir oynna Heligoland, ið var týsk ogn.

Á eystara vígvøllinum var farið at gangast russum illa; týski herurin vann støðugt fram, hann var nú komin langt inn um russiska markið, og eingin vón var um, at hann fór at steðga. Orsøkin var skjótt monnum greið; trotið upp á krígsútgerð hevði skyldina. Misnøgdin í Russlandi um ódugnaskapin hjá teimum ráðandi var stór, og so gjørdi fólkið uppreistur í mars 1917. Ófriðurin vant upp á seg, til tað gjørdist rættilig kollvelting í landinum. Keisarin varð avsettur og sendur til Siberia. Tveir menn, Vladimir Lenin og Leon Trotsky, fingu ræðið, og standurin kom at gerast verri enn undir fronsku kollveltingini. Nú gjørdist einki við at halda fram við nakrari krígsførslu, og friðarsamráðing varð fingin í lag í býnum Brest-Litovsk. Og so var bardagin á eystara vígvøllinum komin at enda.

USA kemur uppí[rætta | rætta wikitekst]

Ímeðan hetta fór fram, var einki íslit við bardaganum vestanfyri - hvørki á landi ella sjógvi. Ein fyri og annar eftir fóru kavbátarnir av bakkastokki á teim týsku skipasmiðjunum, og skip í hundraðtali vórðu søkt av teimum, ikki bert skip hjá fíggindanum, men eisini friðarskip. Føroyar høvdu eisini svárar missir. Fleiri føroysk skip, ið royndu á Bankanum, vórðu ein dagin søkt av týskum kavbáti; tí týskurin visti, at veiðan hjá teim føroysku fiskiskipunum fór øll til Bretlands. Woodrow Wilson, forseti í USA, varaði týskin við, at um teir komu at skaða amerikamenn ella amerikanska ogn, tá fór tað at koma teimum aftur um brekkur; men týskurin gav hesum ikki gætur. So varð eitt skip søkt av týskinum, har 100 amerikamenn lótu lív; hetta elvdi miklan harm har yviri. Og tá ið týskurin nú boðaði frá, at kavbátakríggið fór at harðna, hevði hetta til fylgju, at USA í apríl mánaði 1917 sendi Týsklandi krígsavbjóðing.

Kríggið endar[rætta | rætta wikitekst]

Á eystara vígvølli var bardagin komin at enda; har hevði týskurin vunnið. Øll tey stóru herliðini, ið verið høvdu har eysturi, vórðu nú send vestureftir, og týskurin kom hesa ferð so nær París, at kanónir hansara bóru inn í býin. Men aftur hesa ferð vunnu tey sameindu herliðini á týskinum. Nú fara tey týsku herliðini at geva seg undan, og bardagin fer at halla av álvara. Teir týsku hermenninir vóru útlúgvaðir, og tíðindini, teir frættu, vóru ring; partamenn teirra í Eysturríki og aðrastaðni vóru afturriknir. Heima í Týsklandi vaks neyðin dag undan degi. Og so gjørdist uppreistur í Týsklandi - fyrst í Kiel og haðani út um landið. Nú var øll vón um at vinna kríggið úti, og 11. nov. 1918 kom vápnahvíld í lag millum Týskland og fíggindar tess. Wilhelm II, keisari av Týsklandi, hevði sloppið sær út av landinum, og landið varð nú skipað sum eitt lýðveldi, men har var ófriður og rumbul, og tað var líkt til, at har kom at vera sama óskilið, sum verið hevði í Russlandi. Men tað eydnaðist at basa ófriðarmonnunum og fáa frið aftur í landinum.

Í januar mánaði 1919 var fundur í París til at samráðast um friðartreytirnar fyri Týskland og tess partalond. Og 28. juni sama árið varð so friðarsáttmálin undirskrivaður í Spegilshøllini í Versailles. Tað kom at vera Týsklandi ein dýrur friður. Her og á einum seinni fundi, ið hildin varð í 1921, mátti tað plikta seg at rinda um 130 milliardir gullmarkar og har umframt rinda skaðabøtur fyri alla ta oyðing, tað hevði volt. Landspartar mistu teir og har umframt rættin til at hava stór herlið og herskipaflota.

Norðurlond undir Fyrra veraldarkríggi[rætta | rætta wikitekst]


Øll Norðurlond vóru eins hart rakt av krígnum. Flogfør, herskip, kavbátar og spreingiknøttar hóttu á øllum høvum. Og sum dømi kann nevnast, at Noreg misti 1100 før við 2500 monnum av krígsávum. Heldur ikki føroyingar sluppu snikkaleysir undan krígnum. Í 1917 søkti ein týskur kávbátur átta føroyskar sluppir, sum fiskaðu undir Føroyum. Men skiparin á kavbátinum læt manningarnar sleppa í bátarnar fyrst, so eingin sjólætst. Tí at váðaligt var at sigla, var brátt stórt vørutrot. Tað sindrið, sum kom, var skamtað, so tað var mangan svangligt. Tað, ið mest ráddi um, var at halda seg uttanfyri kríggið, og tí komu teir tríggir norðurlendsku kongarnir til fundar í Malmö í 1914 til at binda seg í felagsskap at kunna vera uttanveltaðir.

Í árunum framman undan fyrra veraldarkríggi hevði eitt drúgt stríð staðið millum týskt og danskt mál í norðara parti av Suðurjútlandi, har týskurin nú átti valdið. Tað danska fólkið, sum har búði, hevði gjørt alt, ið gerast kundi, fyri at varðveita gamla móðurmál sítt, sangir sínar og donsku siðmenningina. Men stig fyri stig royndu týskararnir at troka alt danskt burtur. So brast kríggið á í 1914. Danska fólkið í hesum landsparti hevði týska herskyldu og noyddist tí í bardaga at stríðast lið um lið við týsku hermonnunum fyri eini sak, ið ikki hevði teirra áhuga. Einir 5000-6000 mans komu ikki heimaftur úr krígnum; teir lótu lív fyri Týskland.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Myndarøð[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Keldur
  1. "British Army statistics of the Great War". 1914-1918.net. http://www.1914-1918.net/faq.htm. Heintað 13 December 2011. 
  2. Figures are for the British Empire
  3. Figures are for Metropolitan France and its colonies
  4. 4.0 4.1 Tucker & Roberts 2005, p. 273
Fótnotur
  1. The United States did not ratify any of the treaties agreed to at the Paris Peace Conference.
  2. Bulgaria joined the Central Powers on 14 October 1915.
  3. The Ottoman Empire agreed to a secret alliance with Germany on 2 August 1914. It joined the war on the side of the Central Powers on 29 October 1914.
  4. The United States declared war on Austria-Hungary 7. desember 1917.
  5. Eysturríki was considered one of the successor states to Austria-Hungary.
  6. The United States declared war on Germany on April 6, 1917.
  7. Hungary was considered one of the successor states to Austria-Hungary.
  8. Although the Treaty of Sèvres was intended to end the war between the Allies and the Ottoman Empire, the Allies and the Republic of Turkey, the successor state of the Ottoman Empire, agreed to the Treaty of Lausanne.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið