Stóra Bretland
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: Dieu Et Mon Droit | |||
| Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
| Alment mál | Enskt, Skotsgæliskt, Kymriskt | ||
| Høvuðsstaður | London | ||
| Drotning | Elisabeth II | ||
| Forsætisráðharri | Gordon Brown | ||
| Fullveldi | 1801 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
244.820 km² 1,3 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2006 - tættleiki |
60 587 300 246,5/km² |
||
| Gjaldoyra | Bretskt Pund (GBP) | ||
| Tíðarzona | UTC | ||
| Alnet økisnavn | .uk, .gb | ||
| Telefonkota | +44 |
||
| Spenningur | |||
Stóra Bretland ella Hitt Sameinada Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt; The United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland, United Kingdom ella Great Britain). Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Høvuðsstaður er London og Bretland hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er enskt.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Írar vildu ikki vita av enska yvirvaldinum, og í 1922 vóru teir komnir so langt í frælsisstríði sinum, at stórar partur av Írlandi fekk sjálvstýri í Bretska heimsveldinum. Í 1949 gjørdist Írland óheft lýðveldi.
[rætta] Fólkið
| Fólkið í Bretland | |
|---|---|
| Hvít | 92.14 % |
| Ásiatar | 4.00 % |
| Svørt | 2.00 % |
| Onnur | 2.00 % |
Síðan 1950-árini er Bretland vorðið alt meiri fjølmentað samfelag. Mong fólk úr gomlu bretsku hjálondunum í Karibia, Afrika og India hava búsett seg í Bretlandi og ríkað bretskt andslív við fremmandu mentanum sínum.
Mangir bretar búgva í býarforstøðum, tí har er reinari og rúmligari og góðir samferðslumøguleikar inn í miðbýirnar, har nógv fólk starva. Bretar eru heimkært fólk, og teir flestu seta sær fyri at eiga egin hús. Bretum dámar betur at búgva í vanligum sethúsum og raðhúsum enn í stórum íbúðarhúsum, og í frítíðini dámar teimum væl at røkja urtagarðin og væla um uttandura og innandura. 89 % búgva í býum og 11 % búgva á bygd.
Bretar eru ítróttahugað fólk. Um veturin spæla teir fótbólt og rugby, og krikket og golf um summarið. Bæði rugby, krikket og golf - ítróttargreinir, sum nú verða spældar um allan heimin - tóku seg upp í Bretlandi, og fótbóltsspælið spratt úr spølum, spæld vórðu á enskum dreingjaskúlum.
[rætta] Politikkur
Bretska stjórnin situr í London í Onglandi; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi. Norðurírar hava sítt egna ting, og tað fáa skotar og valisar um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangir skotar, sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt.
[rætta] Landafrøði
Leys av meginlandinum, í útnyrðingspartinum í Evropa, eru Stóra Bretland. Í Sameinda Kongsríkinum eru Skotland, Ongland, Wales, Norðurírland umframt oyggjar og oyggjalond fyri sunnan, vestan og norðan.
Landslagið í Bretsku Oyggjunum og Írlandi er ógvuliga fjølbroytt, og stórur munur er á høgu, grýtutu fjøllunum í Norðuronglandi, Skotlandi og Wales og flata mýrlendinum, nevnt "the fens", í til dømis East Anglia og fruktagóða slættlendinum í Suðuronglandi. Tríggir fjórðingar av lendinum eru dyrkaðir; ógvuliga ymiskt er, hvat velt verður, tað veldst alt um veðurlag, og hvussu jørðin er.
[rætta] Búskapur
Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í 18. øld og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, til dømis banka- og tryggingarvirksemi. Bretland er sjálvbjargið við olju og gassi, tí landið eigur stórar oljukeldur í Norðsjónum og á markinum ímillum Hetlands og Føroya.
Tungídnaðurin var einaferð stór og týdningarmikil vinna í Bretlandi, men soleiðis er ikki longur. Nú er løtt maskintøknilig vøra, sum maskinur, amboð, bilar og vápn, týdningarmesta útflutningsvøran, og ógvuliga mong fólk starvast í fíggjar- og tænastuvinnuni. Hesar vinnur hava bøtt um bretska búskapin, ið ikki hevur verið væl fyri, mest tí at Bretland má flyta inn nógvar matvørur og rávørur.
Mest eru tað banka- og fíggjarvirksemi, sum hava fingið ferð á aftur bretska búskapin.
[rætta] Hygg eisini at
[rætta] Útvortis ávísing
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liechtenstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
| Lond í Evropeiska Samveldiðnum |
| Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn |
|
Heimsins lond | Evropa |
| Lond í NATO |
| Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA |- |

