Hjáland
Hjáland er land ið annað land ræður yvir. Ófrælst land. Um 10 mió. fólk í heiminum eru til dømis undir bretskum, donskum, norskum, fronskum, portugisiskum, amerikonskum, nýsælandskum ella avstralskum yvirræði. Henda skipan er leivd frá hjálandatíðini, og ósjálvstøðugu londini eru enn undir hjálandaharrum sínum. Í nøkrum londum verða hesi viðurskifti broytt, til dømis varð Hongkong latið Kina aftur í 1997. Nøkur lond og landøki verða verandi undir útlendskum yvirvaldi av hernaðarligum ella fíggjarligum orsøkum; onnur verða verandi, tí at yvirvaldið og meirilutin av fólkinum í ósjálvstøðuga landinum halda tað verða ov fáment, veikt ella ov fjarskotið til at standa á egnum beinum.
Hjálandatíðin frá 1870 til 2. heimsbardaga verður ofta nevnd imperialisman (týðir harradømi ella veldi). T.d. verjuleysa Afrika varð lættur fongur hjá imperialismuni. Á fundi í Berlin í 1884 til 1885 býttu stórveldini í Evropa Afrika sínaámillum. Eftir Seinna heimsbardaga tóku hjálondini í Afrika og Asia sær sjálvræði, eitt fyri og annað eftir. Hjálondini í Amerika tóku sær eisini sjálvræði í 18. og 19. øld. Størsta hjálandið, India, tók sær sjálvræði í 1947.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Amerikanska hjálandaveldið
Undir lýsingartiltakinum "Amerika fyri amerikanarar" í 1823 hevði landið víst frá sær krøv frá Sovjet um hjáland á amerikonsku Kyrrahavsstrondini, og í 1867 keyptu teir Alaska frá russum. Kuba gjørdi í 1895 uppreistur móti tí spanska hjálandaveldinum og skjótt kom USA Kuba til hjálpar. Ikki vardi so leingi, so høvdu amerikanskir herskip og hermenn sigrað á spaniólum, og Kuba varð lýst at vera eitt sjálvstøðugt ríki á pappírinum. Amerikanarar settu tó krav fram um, at teimum skuldi verða loyvt at luttaka í kubanskum politikki, bæði í verjupolitikki, uttanríkispolitikki og peningaviðurskiftum. Undir krígnum við Spania um Kuba hevði USA hersett fleiri sponsk hjálond, slík sum Filipsoyggjarnar, ið lógu heilt yviri í Suðurásia, og Puerto Riko í Karibia. Hesi londini høvdu teir sum hjálond, eftir kríggið var endað.
Nærum samstundis hersettu teir tær frælsu Hawaiioyggjarnar, Sámoaoyggjunum, Wake og Guam í Kyrrahavinum við teirri avleiðing, at amerikanski herflotin nú hevði valdið í øllum Kyrrahavinum og í stórum pørtum av Atlantshavinum. Í 1903 kom øll tann amerikanska imperialisman í hæddina. Og tað rímaði ikki serliga væl við frælsishugsjónirnar hjá teimum sjálvum, tá ið USA ognaði sær eitt landaøki inni í Panama, har Panamaveitin varð grivin. Veitin varð opnað í 1913.
Tætt eystan fyri Puerto Riko átti Danmark 3 oyggjar, St. Thomas, St. Croix og St. John (á donskum: De dansk-vestindiske øer). Tá so fólkið í Jómfrúoyggjunum kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK). Norðurmarianoyggjar hevur sjálvstýri, men er eisini undir amerikonskum yvirræði.
[rætta] Danska hjálandaveldið
Danmark vóru uppi í evropeiska hjálandaævintýrinum og løgdu Føroyar, Ísland og Grønland undir seg. 1672 til 1733 keyptu og hersettu danir tríggjar vesturindiskar oyggjar - St. John, St. Thomas og St. Croix (nú Amerikonsku Jómfrúoyggjar) í Karibia, haðan teir fingu romm og sukur. Oyggjarnar vórðu seldar USA í 1917. Í 17. øld fingu Danmark sær hjálond í Eysturindia, tí teir vildu m.a. hava kryddurtir, silki, te og bummull. Kendasta hjálandið var Trankebar á eysturstrond India (selt Stóra Bretlandi í 1845). Í Donskum Guinea (nú Gana) á Gullstrondini í Afrika høvdu teir í 17. og 18. øld skansa og handilsstøðir til trælahandil (selt í 1850). Trælahandilin á Gullstrondini og trælahaldið í Donskum Vesturindia eru daprastu brotini í donsku hjálandasøguni.
[rætta] Listi yvir hjálond
[rætta] Avstralia
- Ashmore og Kartieroyggjar
- Australian Antarctic Territory
- Heard- og McDonald-oyggjar
- Jólaoyggjin
- Kokosoyggjar
- Koralhavsoyggjar
- Norfolkoy
[rætta] Danmark
| Land | Hjálandatíð | Nútíð |
|---|---|---|
| Føroyar | 1814 - | Heimastýri |
| Gotland | 1361 - 1645 | Í Svenska ríkinum |
| Grønland | 1814 - 1953 | Heimastýri |
| Ísland | 1814 - 1944 | Sjálvtøðugt |
| Skáni | - 1658 | Í Svenska ríkinum |
[rætta] Øki í
Í Karibia (Dansk Vestindien):
- Sankt Thomas 1671 - 1917
- Saint John 1718 - 1917 (Fyrr: "Sankt Jan")
- Sankt Croix 1733 - 1917
[rætta] Frakland
- Clippertonoy
- Franska Polynesia
- Mayotte
- Ný-Kaledonia
- St. Barthelemy
- Saint Martin
- Saint-Pierre og Miquelon
- Wallis og Futuna
[rætta] Kili
[rætta] Niðurlond
[rætta] Noreg
[rætta] Nýsæland
[rætta] Sambandsríki Amerika
- Amerikanska Sámoa
- Bakeroy
- Guam
- Howlandoy
- Jarvisoy
- Johnstonoy
- Jómfrúoyggjar
- Kingman Reef
- Midwayoyggjar
- Navassaoy
- Norðurmarianoyggjar
- Palmyraoy
- Puerto Riko
- Wakeoy
[rætta] Stóra Bretland
- Anguilla
- Bermuda
- Bretska Antarktis
- Bretsku Indiahavsoyggjar
- Bretsku Jómfrúoyggjar
- Caymanoyggjar
- Falklandsoyggjar
- Gibraltar
- Montserrat
- Pitcairnoyggjar
- St. Helena
- Suðursandwichoyggjar og Suðurgeorgia
- Turks- og Caicosoyggjar
- Akrotiri og Dhekelia
- Guernsey
- Jersey
- Mann