Svalbarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
LocationSvalbard.png
Navn: SysselmanLogo.jpg Svalbarð
Land: Flag of Norway.svg Noreg
Umsitingarmiðdepil: Longyearbýur
Guvernør: Odd Olsen Ingerø
Vídd: 62,700 km²
(Bjarnoy og aðrar
smáoyggjar íroknaðar).
Fólkatal (2009): 2 116
Heimasíða: Sysselmannen

Svalbarð er norskur oyggjaflokkur norðuri í Íshavinum. Svalbarð hevur umleið 2.100 íbúgvar. Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í 1920 fekk Noreg yvirvaldsrættin, tá ið Svalbarðssáttmálin var gjørdur. Fyrr var stór loðdýraveiða í oyggjunum, men einasta vinna nú er námsvinna. Russar hava nøkur kolanám í Spitsbergen. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs.

60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi. Bara dýr, sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: hvítabjørn, roysningur, tjúrur, kópur, rípa, fjallrevur og svalbarðsrein. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.

[rætta] Sí eisini


Noreg Kongsríki Noreg Noreg
Fylkir
Akershus · Aust-Agder · Buskerud · Finnmark · Hedmark · Hordaland · Møre og Romsdal · Nordland · Nord-Trøndelag
Oppland · Oslo · Rogaland · Sogn og Fjordane · Sør-Trøndelag · Telemark · Troms · Vest-Agder · Vestfold · Østfold
Hjálond
Bouvetoy · Maudland · Peteroy
Økir
Jan Mayen · Svalbarð
Skoðanir