Norðuríshavið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Norðuríshavið og onnur høv í arktiska økinum.

Norðuríshavið eisini nevnt Íshavið og Arktiskahavið er eitt av heimsins fimm heimshøvum, og fevnir um tey arktisku økini. Hesi lond hava strond móti Norðuríshavinum: Noreg, Russland, USA, Kanada, Grønland og Ísland og víðari til Jan Mayen, Sørkapp á Svalbard, Bjarnoynna og Nordkapp.

Norðuríshavið fevnir um eitt økið á 10 milliónir km², við einum miðaldýpi á 1300 m og hevur eina vatnmongd á 12,4 milliónir km³. Av og á sæst Norðuríshavið umrøtt saman við Barentshavinum, Karahavinum og Norskahavinum sum eitt samanhangandi arktiskt hav.