Arktis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sunny Skies over the Arctic in Late June 2010.jpg
Roald Amundsen (16. juli 1872 - 18. juni 1928) sigldi útnyrðingsleiðina við Gjøu í 1906

Norðasta stjørnumyndin undir norðurhválvi, Arktos (úr grikskum) ella Stórabjørn (frá latín), er upprunin at navninum á Arktis, sum á okkara málið eitur Norðurkollur og er havið - Íshavið - kring Norðurpólin. Íshavið er suður at norðastu pørtunum í Evropa, Asia, Norðuramerika og Grønlandi. Meginparturin av Norðuríshavinum er fryst, hóast heitir havstreymar ganga norður higar úr Atlantshavi og Kyrrahavi og gera, at luftin hitnar, og ísurin tiðnar við strendurnar við Íshavið. Lítið fólk býr á Norðurkolli, hóast har er nógv tilfeingi og stórt dýrameingi.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 16. øld fóru evropeiskir sjófarar at gera rannsóknarferðir til Norðurkoll til tess at finna eina aðra siglingarleið til Asia. Bretar fóru at kortleggja útnyrðingsleiðina ímillum Kanada og pólísin, og niðurlendskir sjófarar granskaðu landnyrðingsleiðina ímillum Siberia og pólísin. Men ikki fyrr enn í 1906 vórðu báðar leiðirnar sigldar. Trý ár seinni kunngjørdi amerikanski pólfarin Robert Peary (6. mai 185620. februar 1920), at hann hevði verið á Norðurpólinum. Summi ivast í, um Peary nakrantíð var á Norðurpólinum, tí ferðin vardi so stutt.

Leingi hildu summir pólfarar, at pólísurin lá oman á einum stórum meginlandi. Í 1958 prógvaði amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin Nautilus, at tað ikki var so, tá ið hann sigldi undir ísinum úr Alaska til Svalbarð. Seinni hava havrannsóknir kortlagt havbotnin.

Dýr og vøkstur[rætta | rætta wikitekst]

Satt dýrameingi er í Íshavinum. Kópur, roysningur og mong hvalasløg tola væl glerkalda sjógvin, tí undir húðini og undir hvøljuni er tjúkt spik, sum lívir væl fyri kulda. Uppi á landi eru reinsdýr, moskusneyt, hara, pólrevur og úlvur; alsamt á ferð eftir mati. Um veturin leita hesi dýr suður eftir undan ringasta vetrarkuldanum. Stutta summarið blóma nógvar harðførar plantur og veita øllum skordýrameinginum á frostmýrunum føðslu. Her eigur eisini nógvur fuglur um summarið, til dømis helsigás, terna, entur og ymisk másasløg.

Fólkið og samfelagið[rætta | rætta wikitekst]

Lítið fólk býr í køldu, harðføru londunum við Íshavið. Sámar í Sámalandi, jakutar og nenetsar í Siberia og inuittar í Kanada, Alaska og Grønlandi livdu fyrr av at veiða. Nógv reindýr halda til á hesum leiðum og av teimum fekk fólkið til dømis mat, klæði, amboð og lutir til býtishandil. Nøkur fólk liva enn soleiðis, men tey flestu hava nú búsett seg í bygdum og hava fast arbeiði.

Um veturin liggur lendið undir í djúpum kava, og um summarið, tá ið kavin tiðnar, gerast stór lendi bleytar mýrar. Fólk eru í kavaskóm ella á skíðum, at tey skulu ikki søkka niður í kavan. Á gleri og hørðum kava ganga fólk í skóm við tjúkkum, grovum botni, ella tey hava píkar undir skónum, at tey ikki glíða. Fyrr varð hundasleta álitið til allan flutning langvegis; men nú nýta tey flestu kavaskutara. Hann er lættur at handafara, ekur skjótt og orkar væl at draga.

Ísurin í Íshavi er vanliga 2 metrar tjúkkur. Skal verða siglt har norðuri, má ísbrótari verða nýttur, ella hann má sigla undan øðrum skipum og bróta teimum eina rennu at sigla ígjøgnum. Ísbrótarar hava ógvuliga sterka maskinu og ísstyrktan skrokk. Bógvur og stevni eru sergjørd. Ísbrótarin setur ferð á, siglir framskipið upp á ísin, ið so brotnar undan skipinum.

Landalæra[rætta | rætta wikitekst]

Lond og oyggjar í Arktis[rætta | rætta wikitekst]

Politiskt kort.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]