Alaska

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Alaska.svg Alaskastateseal.jpg
Map of USA AK.svg
Land: Flag of the United States.svg USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Juneau
Størsta býur: Anchorage
Innlima: 3. januar 1959
Guvernørur: Sean Parnell (R)
Vídd: 1,717,855 km²
Íbúgvar (2005): 663 661
fyri km²: 0.42/km²
Tíðarzona: UTC -10 / UTC -8
Heimasíða: www.alaska.gov

Alaska er lutstatur í USA við umleið 650 túsund íbúgvar. Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867, er stórt land, dupult so stórt sum Noreg og Svøríki tilsamans. Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Norðuri við Íshavið og fram við áunum er slætt. Veðurlagið er kalt uttan úti við vesturstrondina. Fram við norðurstrondini er tundralendi, men sunnari vaksa heilt stórir nálaskógir. Í landinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, indianar og eskimoar. Um ár 1890 funnu teir gull í landinum, og tá fór nógv fólk hagar at leita eftir gulli. Men enn eru tó bara 650.000 fólk í øllum landinum. Í 1959 fekk landið rætt at teljast upp í hini ríkini. Umframt gull eru fleiri onnur málmsløg at finna, og hartil bæði kol og olja. Viði høgga teir væl av, og fiskur er nógvur at fáa, helst laksur, men tað er eisini nógv til av toski og kalva. Størsta áin eitur Yukon, og høvuðsstaðurin er Juneau.

Torført er at ferðast, og tí hava teir bygt nógvar flogstøðir seinnu árini, so at nú verða flogfør ógvuliga nógv brúkt, bæði til at flyta fólk og varu. Í Anchorage setast tey stóru flogførini, sum flúgva millum Evropa og Asia tvørtur yvir Norðpólinum. 10 tímar tekur ferðin úr Keypmannahavn til Anchorage og 8 tímar haðani til Tokyo, Japan. Fyri at gera ferðalíkindini betri millum Alaska og hin partin av USA, hava teir lagt veg norður ígjøgnum Kanada, so nú ber til at koyra við bili, ið hvussu er um summarið.

Sean Parnell (føddur 19. november 1962 í Hanford, Kalifornia) er guvernørur. Hann umboðar republikanararnar.

[rætta] Søga

  • 1903 - Marknaósemja um Alaska ímillum Kanada og USA løgd til viks.
  • 1912 - Alaska verður landøki í USA.


Høvuðsstaðarøki
Washington DC
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy

Skoðanir
Onnur mál