Ravnur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ravnur


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Corvidae
Slekt: Corvus
Slag: C. corax
Corvus corax

Ravnur ella Krunkur, gamalt føroyskt Gorpur (frøðiheiti - Corvus corax) er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi. Eingin veit, hvussu nógvur ravnur eigur í Føroyum [1].

Nógv pátrúgv er knýtt at ravninum, pátrúgv, ið stavar frá ravnunum hjá Óðini, Hugin og Munin. Sum krákan er ravnurin ein av ruskmonnum náttúrunnar, sum ikki fírir fyri at eta lomb og seyð, ið eru ússalig, ræ og rusk. Hetta hevur mangan fingið fólk at argast inn á hann. Ikki man vera smávegis av mús og rottu, sum hvønn vetur hvørvur niður í ravnarnar.

Ígjønum øldir hava menn veitt ravn eins væl og kráku. Hetta elvdi m.a. nevtollurin, sum ikki er avtikin enn, hóast hann ikki verður nýttur í dag. Henda lóg segði, at hvør maður, ið var ímillum 15 og 50 ára gamal, árliga skuldi lata inn eitt ravnsnev ella tvey nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vórðu savnað og brend á Krákusteini í Havn. Nú er ravnurin millum teir fuglar, ið verða veiddir alt árið. Hann er støðufuglur og er tí her alt árið. Jagstranin hevur gjørt ravnin til ein styggan fugl. Reiður ger hann sær í brøttum, fjarskotnum klettum, ið ikki eru lættir at sleppa til. Vanliga verpur ravnur 4-5 egg.

Corvus corax corax er tann mest vanligi ravnurin meðan Corvus corax varius er slagi sum er at finna í Føroyum og í Íslandi.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/02/23/fegar-ravnafer
Wikispecies logo
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:
»Ravnur«.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið