Kráka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kráka


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Corvidae
Slekt: Corvus
Slag: C. corone

Krákufuglar (frøðiheiti Corvus corone) eru sera eyðkendir bæði í atferð, stødd og á hása, hvølla látinum. 116 krákufuglasløg eru til. Í landbúnaðinum gera teir skaða, tí teir eta t.d. korn og fræ. Krákufuglar eta alt møguligt. Umframt korn eta teir skordýr, fruktir, smá súgdýr og ræ, eisini pisur og fuglaegg.

Útbreiðsla[rætta | rætta wikitekst]

Nógv kráka eigur bæði í Evropa, Ásia og Norðuramerika. Men hóast nógv skjórusløg halda til í teimum tøttu skógunum í bæði Ásia og Suðuramerika, so eru tær sjáldan at síggja. Í oyggjunum í Norðuratlantshavi er hon vanlig allastaðni. Í Norðuratlantshavi eigur hon bæði í bjørgum og bygdum lendi, og kappast hon tí við ravnin. Krákur í Norðursvøríki og Norðurnoregi flyta stutt, og nakrar teirra koma ivaleyst í Norðuratlantshav. Ógvuliga fáar koma til Íslands eins og bæði rókur og felliskráka, kanska úr Svøríki og Noregi. Hjaltakráka eigur í Orknoyggjum og er heldur sjáldsom at síggja í hinum skotsku oyggjunum. Í Føroyum sæst hon eisini sjáldan.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið