Hvítravnur

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hvítravnur
Gorpur Bringuhvíti

Støða

Útdeyður  (1948)
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Corvidae
Slekt: Corvus
Slag: C. corax
Undirslag: C. c. varius
Corax varius morpha leucophaeus
Hvítravnur úr Kollafjørður 24-09 1869. Zoologisk Museum, Keypmannahavn

Hvítravnur, gamalt føroyskt Gorpur Bringuhvíti (frøðiheiti - Corvus corax varius var. leucophaeus) var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður.

Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt, sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt. Hvítravnurin tykist hava verið her síðani miðøldina. Ígjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um hann, og nógvar myndir eru teknaðar av honum.

Lesur tú tað skrivaða keldutilfarið, ber til at fylgja, hvussu stovnurin er minkaður, so hvørt sum hann varð skotin og skinnini vórðu seld savnarum. Ógvuliga áhugavert er, at hann er á fuglamyndum, sum Díðrikur á Skarvanesi hevur teknað og sum í dag eru í Listaskálanum í Havn. Sjálvandi verður gravgangur eftir einum dýri, tá ið so lítið er til av tí, og tað bara er at finna í einum fjarskotnum oyggjalandi. Hetta var lagnan hjá hvítravninum, tí hann varð skotin og seldur útlendskum savnarum. M.a. greiðir Niels á Botni frá, at sýðslumaðurin H.C. Müller síðst í farnu øld rindaði 2 ríkisdálar fyri ein hvítravn, ið var skotin í Nólsoy. Soleiðis vórðu teir síðstu hvítravnarnir sæddir: Ein úti í Mykinesi 2. november 1902, ein á heysti 1916 bæði í Velbastaðhaga og úti í Koltri. Og at enda varð tann seinasti higartil sæddur úti í Nólsoy bæði í stórkavanum í 1947 og aftur seint í 1948. Um hetta mundið aftan á seinna heimsbardaga hava fólk ansað so væl eftir hvítravninum, at lítið sannlíkt er, at hann hevur verið á flogi, uttan at nakar hevur varnast tað.

Náttúrugripasavnið hevur gjørt eina serliga framsýning um hvítravnin. Í tí sambandi hevur verið roynt at leita fram upplýsingar um, hvussu nógvir útstappaðir hvítravnar munnu vera til í dag, og hvar teir eru. Savnið sjálvt eigur ongan, men higartil eru vit komin fram á 15 eintøk, tey eru spjadd soleiðis: í Keypmannahavn (6), New York (4), Uppsala (2), Leiden (1), Braunschweig (1) og Dresden (1).

  • Corvus versicolor feroensis (Worm, 1655)
  • Corvus færöensis versicolor (Laverentzen, 1710)
  • Corvus corax varius var. leucophaeus (Brünnich, 1764)
  • Corvus variegatus færøensis (Ascanius, 1767)
  • Corvus leucophaeus (Vieillot, 1817)
  • Corvus leucomelas (Wagler, 1827)

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Wikispecies logo
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi: