Tórshavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Vestaravag torshavn, faroe islands, feb 2005.jpg
Grunddáta
Búmerkið: Tórshavn búmerkið.jpg
Land: Flag of the Faroe Islands Føroyar
Vídd: 158 km²
(Kommuna)
Íbúgvar (2007): 12 345
(Kommuna: 20 000)
fyri km²: 125
(Kommuna)
Postnummar: FO-100
(Postboks: FO-110)
Kommuna: Tórshavnar kommuna
Heimasíða: Torshavn.fo

Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum, og hevur umleið 19.500 íbúgvar. Navnið er samansett av Tór, sum er norrønur gudur, og havn. Tórshavn liggur mitt í landinum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handli, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi. Ein livandi og hugnaligur býur.

Minsti høvuðsstaður í Norðurlondum er Havnin. Umleið 1/3 av fólkinum býr í Havnini, og enn flyta fólk til Havnar. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv av frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnarøkið hevur stóran týdning. Her kemur fiskur upp á land, og mesti farmurin og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Kort av býnum.

Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og haruframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar - til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga.

Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar.

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kemur fram. Fólk lærir seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð verða rundan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnafólki til traðarbrúk.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keypa sluppina Fox. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki.

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909 og býurin er í støðugari menning. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554, í 1950 10 ferðir so stórt - 5.607. Í 2005 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 19.268.

[rætta] Ítróttur

[rætta] Fótbóltur

Fýra fótbóltsvøllir eru í kommununi: Ovari vøllur, Niðari vøllur, Vøllurin á Argjum og Tórsvøllur. Teir tríggjar fyrru umsitur mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu. Grunnurin Tórsvøllur umsitur Tórsvøll. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá Tórshavnar kommunu.

[rætta] Svimjing

Fimm svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali. Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti. Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum.

Olaf Finsen var býráðsformaður í Tórshavn frá 1904 til 1909.

[rætta] Politikkur

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Sosialu nevnd, Teknisku nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndina, Mentamálanevndina, Heilsu- og umhvørvisnevndina og Havnanevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.

Kommunuval er fjórða hvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t.v.s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum úti í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár.

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. Toll- og Skattstova Føroya tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini Toll- og Skattstovan, sum krevur skattin inn.

[rætta] Vitjanarverd støð

[rætta] Viðgitið fólk frá Tórshavn

[rætta] Systurstaðir

[rætta] Myndasavn

[rætta] Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Skoðanir