Katrin Ottarsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Katrin Ottarsdóttir (2007)

Katrin Ottarsdóttir (f. 22. mai 1957 í Tórshavn) er føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur. Í 1976 flutti hon til Danmarkar, har hon nam útbúgving á Den Danske Filmskole. Í 1982 var hon fyrsti føroyingur, sum hevði lokið útbúgving frá Danska Filmskúlanum. Við sínum 7 filmum fyllir hon nógv í føroyskari filmssøgu. Í 2011 debuteraði hon sum skald, fyrst tá hon gav út nakrar yrkingar í tíðarritinum Vencili nummar 9 í juni 2011,[1] og síðan tá hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2012.[2] Yrkingasavnið hevur heitið Eru koparrør í himmiríki?

Innihaldsyvirlit

Leikstjóri [rætta]

Bókaútgávur [rætta]

Heiður [rætta]

  • 1989 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Atlantic Rhapsody á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.
  • 1999 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Bye bye bluebird á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.
  • 2000 - Vann Tiger Award á altjóða filmfestivalinum í Rotterdam. Dóttir Katrina, Hildigunn Eyðfinnsdóttir (fødd 1975) spælir høvuðsleiklutin í filminum.
  • 2007 - Fekk mentanarvirðisløn landsins frá Mentanargrunni Landsins, sum hon brúkti til at gera eina trilogi av filmsportrettum yvir tríggjar føroyskar listarmenn: Um myndahøggaran Hans Paula Olsen (2008), um skaldið og listamannin Tórodd Poulsen (2008) og um rithøvundan og skaldið Jóanes Nielsen (2009).

Keldur [rætta]

  1. Vencil.wordpress.com Fremmandu orðini avdúka aldri alt
  2. Hnj.fo Eru koparrør í himmiríki
  3. Aktuelt.fo, Føroyskur filmur á netinum
  4. Akas.imdb.com (The Internet Movie Database) Katrin Ottarsdottir
  5. Hnj.fo

Slóðir úteftir [rætta]