Danmark

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Kongeriget Danmark
Kongsríki Danmarkar
Flagg Danmark
(Flagg Danmark)
Skjaldarmerki Danmark
(Skjaldarmerki Danmark)
Tjóðarmotto: Guds hjælp, folkets kærlighed, Danmarks styrke
Tjóðsangur: Der er et yndigt land
EU location DEN.png
Alment mál Danskt
Høvuðsstaður Keypmannahavn
Drotning Margrethe II
Forsætisráðharri Lars Løkke Rasmussen
Fullveldi í forsøguligari tíð
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
43,094 km²
1,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
5 484 723
127/km²
Gjaldoyra Donsk króna (DDK)
Tíðarzona UTC +1
Alnet økisnavn .dk
Telefonkota +45
Spenningur 230V, 50 Hz

Danmark er eitt land í Norðurevropa, Norðurlond og Skandinavia við 5,5 mió. íbúgvum. Størsi býurin og høvuðsstaður er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fólkið

Meginparturin av fólkinum í Danmørk býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir.

Í flestum londum í Vesturheiminum (Evropa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmørk og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti.

1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.

[rætta] Politikkur

Danmark er eitt av heimsins elstu kongaríkjum. Á odda fyri ríkinum stendur kongur ella drotning. Síðan 1971 hevur Margrethe Drotning 2. verið drotning. Hon er eisini drotning í Føroyum og í Grønlandi, sum Danmark er í ríkisfelagsskapi við. Nú býr danska drotningin, Margreta 2., á Amalienborg í Keypmannahavn.

Minst fjórða hvørt ár skulu 179 limir veljast í fólkatingið, lóggávuting Danmarkar. Føroyingar og grønlendingar velja hvør sínar tveir. Danska stjórnin skal hava meiriluta í Fólkatinginum, annars má hon leggja frá sær. Henda mannagongdin hevur verið síðan 1901 at tryggja, at stjórnin altíð hevur meiriluta á tingi, tá ið landsins lógir verða viðtiknar. Ráðharrarnir, landspartarnir og tær 275 kommunurnar umsita lógirnar.

Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. 130 lond luttóku í kanningini, men Føroyar vóru ikki við. Danmark er nummar sjey á listanum. Orsøkin til at Danmark liggur so ovarliga á listanum er, at landi hevur eina góða útbúgvingarskipan, sum kvinnur og menn hava líka góða atgongd til. Danmark dumpar tó, tá tað kemur til javnstøðu um lønarinntøku. Menn fáa í miðal 20 prosent meira í løn enn kvinnur í Danmark. Saudi-Arábia, Kjad og Jemen eru ringast fyri í javnstøðukanningini. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Svøríki. Á triðja plássi liggur Finnland.

[rætta] Mentan

Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr Jútlandi, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í 1930-árunum. Mong norðurlendsk børn vita um Legoland, hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr donsku orðunum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.

[rætta] Byggisnið

Sum hini bæði skandinavisku londini og Finnland er Danmørk gitið fyri byggilist sína. Danskir byggifrøðingar nýta ofta ymiskt tilfar, tá ið teir byggja, til dømis tigulgrót, við og betong, og teir gera vøkur hús, sum hvíla væl í landslagnum. Í mongum nýggjum sethúsum hevur alstórur dentur verið lagdur á at spara orku. Sólkyknur í tekjuni vinna orku úr sólini, og húsini eru ógvuliga væl bjálvað. Danir leggja sær nær at fríðka sniðið á tí, teir gera. Húsbúnaður, glasvørur, køksbúnyttur og postalín er alt so snotiligt.

[rætta] Búskapur

Sum í grannalondunum eru politisku viðurskiftini trygg, og lívskorini góð. Ídnaðurin hevur ment seg skjótt, og nú á døgum arbeiðir ein triðingur av danska fólkinum í ídnaðinum.

Danmørk er gitið fyri samvinnufeløg síni. Til tess at fylgja við í landbúnaðarmenningini og vera kappingarførir hava donsku bøndurnir verið noyddir at samstarva. Ein háttur hevur verið at eiga mjólkarvirki og svínasláturhús í felag og leggja seg eftir at selja hesar búnaðarvørur uttanlands.

[rætta] Landafrøði

[rætta] Fakta

[rætta] Landslag

Landslutur í Danmørk.

Danmark er eitt lágt og slætt oyggjaland. Oyggjarnar eru einar 500 í tali; av teimum eru Sæland, Fyn og Lolland størstar. Jútland er áfast við Týskland fyri sunnan; tað er annars umgirt av havi í trý borð, og slíkt land verður nevnt hálvoyggj. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Ydling Skovhøj, er ikki hægri enn 173 m. Næsthægsta plássið eitur Ejer Bavnehøj 171 m. Hóast landið er lágt, so er tað ikki slætt sum ein pannukøka. Nei, nógvastaðni eru stórir ryggir og høgar herðar, men landið hækkar so líðandi, at tú veit ikki av, fyrr enn tú ert uppi á teimum.

Undirgrundin í Danmark er ikki grót sum í Føroyum, men krit og kálk, og hetta sæst summastaðni fram við strondini; har standa kritbakkar út móti havinum. Annars er mest allastaðni sandstrond, kortini kann tað henda, at leirbakkar ganga líka út í sjóvarmálan. Í støðum kann tað vera heilt fín møl. Strondin á oyggjunum og eystursíðuni á Jútlandi er nógv vágskorin, men vestursíðan á Jútlandi er mest sum bein; har eru bert einstakir firðir, og uttan fyri fjarðmunnan gongur næstan altíð ein sandtangi. Tað ið ger, at so fá innvik eru har, er streymurin, sum rekur so hart fram við landinum, at tangarnir eru rundaðir burtur.

Summastaðni í Danmark eru stórar mómýrar; hesar mýrar hava verið vøtn fyrr í tíðini, men so eru plantur og trø rotnað niður í tey, og sum árini eru liðin, eru vøtnini upptornað. Í summum mýrum skera teir torv, og ofta hava teir tá funnið bæði vápn og aðrar gripir, ið fornøldarfólkini hava kastað út í vatnið sum offur til gudarnar. Tað hevur eisini hent seg, at teir hava funnið deyðamannalutir frá tíðini langt fyri Kristi føðing. Annars eru mýrarnar at minka, tí teir hava veitt vatnið av nógvum av teimum og velt tær undan.

Summastaðni í Jútlandi eru stórar lyngheiðar, men fyri einum 120-130 árum síðan vóru tær nógvar ferðir størri; tá fóru menn at planta furu og granntrø á heiðunum. Tey trivust, og nú eru stór strekkir avvaksin við nálatrøum. Afturat at menn fáa nyttu av sjálvum trøunum, gera tey eisini tað, at tey forða sandrokinum, sum ofta kann vera herviligt fram við vesturstrondini, at koma so langt eystur í landið. Tað var ikki sjáldan, áðrenn plantasjurnar komu, at foksandurin legðist so tjúkkur á akrarnar, at hann køvdi nálirnar. Plantasjurnar líva eisini akrunum, so vestanvindurin ikki svíður teir av, sum ofta hendi á vindsomum plássum; og á nógvum av teimum gørðunum, sum í seinnu árum eru bygdir á heiðunum, hava bøndurnir plantað trø til skjól. Summar av heiðunum, sum eftir eru, eru friðaðar.

Skógi er ikki nógv til av longur í Danmark, 1/10 partur av landinum, rokna teir við. Mest eru tað bókaskógir. Av dýrum, sum liva í skógunum, skulu vit nevna hjørtir, revar og grevlingar. Bøurin í Danmark er fyri tað mesta frálíka góður, og so slætt er lendið, at 3/4 av landinum er akur ella ong. Besta jørðin er á oyggjunum og í eystara parti av Jútlandi; har er mest leirmold, og hon ber betri korn enn sandmoldin. Eingirnar eru mest í lægdum ella fram við áunum, summar hava teir bara til beiti, men summar verða slignar. Fram við vesturstrondini av Suðurjútlandi er landið ógvuliga slætt og so lágt, at teir mugu hava gjørt langar verjugarðar móti havinum; hetta rópa teir marsk. Hann er frálíka grasgóður og besta beiti.

[rætta] Landslutur í Danmørk

Landslutur Høvuðsstaður Størsta býur Íbúgvar Vídd (km²) Tættleiki
(per km²)
Hovedstaden Hillerød Keypmannahavn 1,645,825 2,561 642.6
Midtjylland Viborg Århus 1,237,041 13,142 94.2
Nordjylland Aalborg Aalborg 578,839 7,927 73.2
Sjælland Sorø Roskilde 819,427 7,273 112.7
Syddanmark Vejle Odense 1,194,659 12,191 97.99
Danmark Keypmannahavn Keypmannahavn 5,475,791 43,094 127.0

[rætta] Politikkur

[rætta] Politiskir flokkar í Danmørk

Flokkur Leiðari Tinglimir
Venstre (V) Anders Fogh Rasmussen 47
Socialdemokraterne (A) Helle Thorning-Schmidt 45
Dansk Folkeparti (O) Pia Kjærsgaard 25
Socialistisk Folkeparti (F) Villy Søvndal 23
Det Konservative Folkeparti (C) Bendt Bendtsen 17
Det Radikale Venstre (B) Margrethe Vestager 9
Enhedslisten, de rød-grønne (Ø) Kollektivur 4
Ny Alliance (Y) Naser Khader 3
Tjóðveldi Høgni Hoydal 1
Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen 1
Siumut Hans Enoksen 1
Inuit Ataqatigiit Josef Motzfeldt 1
Onki Pia Christmas-Møller
Gitte Seeberg
2

[rætta] Sí eisini

[rætta] Útvortis ávísing



Norðurlond
Áland | Danmark | Finnland | Føroyar | Grønland | Ísland | Noreg | Svøríki



Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man |
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.



Lond í NATO
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA |-


Lond í Evropeiska Samveldiðnum
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn


Heimsins lond | Evropa

Skoðanir
Onnur mál