Fríðrikur (krúnprinsur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Fríðrikur Krúnprinsur í Vági 2005.

Fríðrikur Krúnprinsur (Frederik André Henrik Christian), (føddur 26. mai 1968 í Keypmannahavn) er krúnprinsur av Danmark, sonur Margrethu II Drotning og Heindrik prins (Prins Henrik). Fríðrikur krúnprinsur er giftur við Krúnprinsessu Mary og saman eiga tey fýra børn, tann elsti er Prins Christian av Danmark.

Børnini hjá Fríðrikki Krúnprinsi og Mary Krúnprinsessu[rætta | rætta wikitekst]

  • Christian Valdemar Henri John, føddur hin 15. oktober 2005.
  • Isabella Henrietta Ingrid Margrethe, fødd hin 21. apríl 2007.
  • Vincent Frederik Minik Alexander, føddur hin 8. januar 2011, kl. 10.30 (tvíburður).
  • Josephine Sophia Ivalo Mathilde, fødd hin 8. januar 2011, kl. 10.56 (tvíburður).

Útbúgvingar[rætta | rætta wikitekst]

Hann varð útbúgvin Cand.scient.pol. í 1995 eftir at hava lisið á Århus Univeristet og á Harvard í USA. Krúnprinsurin hevur tænt í danska herinum, flogvápninum og í sjóverjuni. Hann er offiserur í øllum trimum vernum. Í 2010 varð hann útnevndur Kommandørur í Sjóverjuni og Oberstur í Herinum og Flogvápninum.

Ítróttarmaður[rætta | rætta wikitekst]

Krúnprins Fríðrikur er eisini ítóttarmaður. Hann íðkar kappsigling í bátasløgunum Dreki og Farr 40. Hann hevur luttikið við DM, EM og HM. Til EM í 2003 gjørdist hann nummar fýra, á DM 2011 lá hann á einum øðrum plássi nærum alla kappingina, men endaði tó á einum fjórðaplássi.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

D.K.H. Kronprinsparret - Frederik André Henrik Christian, Prins til Danmark, Kronprins (danskt)