Margrethe II
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Margrethe II ella Margreta II (Margrét Þórhildur II) (f. 16. apríl 1940) er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi. Dóttir kong Frederik IX og drotning Ingrid, sum var fødd og uppvaksin í Svøríki. Hon er gift við prins Henrik (f. 1934), sum er úr Fraklandi og upprunaliga æt Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat. Tey eiga synirnar Frederik (f. 1968) og Joachim (f. 1969).
Vitjanir í Føroyum [rætta]
Margrethe II hevur javnan vitjað í Føroyum. Fyrstu ferðirnar við foreldrum sínum, og seinni í fylgi við manni sínum og viðhvørt synunum eisini. Tá hon vitjaði í Føroyum í 2005, var krúnprinsaparið Frederik og Mary eisini við.