Amalienborg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Amalienborg Slot er í Keypmannahavn og varð liðugt í 1760.

Amalienborg liggur í Keypmannahavn. Tað varð bygt í 1750-árunum. Amalienborg er uppkallað eftir slottinum Sophie Amalienborg, sum kona Fríðrik 3., Sophie Amalie drotning, læt byggja. Slottið brann í grund í 1689. Í 1794 flutti danska kongshúskið inn á Amalienborg. Amalienborg er býtt sundur í fýra stórmanshús. Við slottið ber til at síggja lívverjudeildina, sum ansar kongsfamiljuni. Arkitekturin, sum teknaði Amalienborg, æt Nicolai Eigtved. Christiansborg var kongsslott áðrenn Amalienborg.