Joachim (prinsur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita

Joachim prinsur (Joachim Holger Waldemar Christian, f. 7. juni 1969) er yngri sonur Margrethe II drotning og Henrik prins. Eldri beiggi hansara eitur Frederik.

Joachim prinsur er doyptur i dómkirkjuni í Århus 15. juli 1969 og konfirmeraður í Fredensborg Slotskirkju 10. juni 1982.

Joachim giftist 18. november 1995 við Alexandru Christinu Manley (f. 1964 í Hongkong), sum hann eigur synirnar Nikolai (Nikolai William Alexander Frederik, f. 1999) og Felix (Felix Henrik Valdemar Christian f. 2002) saman við. Tey skildust aftur í 2005.

Joachim er greivi av Schackenborg í Suðurjútlandi, har hann eisini býr.

[rætta] Keldur

Skoðanir