Ongland
|
|||
| Tjóðarslagorð: Dieu Et Mon Droit | |||
| Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
| Alment mál | Enskt | ||
| Høvuðsstaður | London | ||
| Drotning | Elisabeth II | ||
| Forsætisráðharri | Gordon Brown | ||
| Fullveldi | 927 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
130,395 km² 1,3 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2006 - tættleiki |
50 714 000 388,7/km² |
||
| Gjaldoyra | Pund (GBP) | ||
| Tíðarøki | UTC | ||
| Økisnavn á alnetinum | .uk, .eu | ||
| Telefonkota | +44 |
||
| Spenningur | |||
Ongland (enskt: England) er eitt land sum hongur saman við Skotland, Wales og Norðurírland. Tey kalla tað Stóra Bretland. Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir íðnaðarbýir. Landslagið skiftur úr gróðramiklum akurlendi har suðuri og har eysturií heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta uttan um almenningin í bygdini.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Meðan sóttin svarta herjaði, doyði so nógv fólk, at nógv jørð var, sum eingin arvingini stóð til. Tí gjørdist hon bílig samstundis sum trot var á arbeiðsmegi. Tað hevði við sær, at arbeiðslønin hækkaði, og hetta kom góðseigarunum illa við. Í Onglandi stuðlaði ríkið góðseigarunum og ásetti hámarksløn og legði eykaskatt á bæði bøndur og arbeiðarar. Tað elvdi til, at bøndurnir gjørdu uppreistur í 1381 og fóru í stórum flokkum til London at mótmæla hjá kongi, tí fjúrtan ára gamla Rikardi 2. Wat Tyler (1341-1381), ið var fyrrverandi hermaður, gekk á odda fyri bóndum úr Suðuronglandi til London at mótmæla hjá kongi. Túsundtals aðrir bøndur komu afturat úr Eysturonglandi. Á veg hagar rændu teir frá hond og brendu garðar í grund. Tá ið blaðungi kongurin stóð fyri mannamúgvuni, segði hann seg vilja játtað øllum krøvum teirra. Tá ið bøndurnir vóru sissaðir, breyt kongur lyfti sítt og gav boð um at drepa oddamenninar fyri uppreistrinum. At enda róku kongsins herdeildir bøndurnar heim aftur.
Protestantiska kongsdóttirin Elisabeth (7. september 1533 – 24. mars 1603) tók við ensku trúnuni í 1558. Til høvuðsráðharra fekk hon sær ein embætismann úr miðalstættini, William Cecil, sum telist ímillum bestu ráðgevar, enska kongshúsið nakrantíð hevur havt. Kongshúsið lýsti Ongland at vera protestantiskt, men læt katolikkar fáa frið so leingi, teir vóru trúnuni trúgvir. Í mong ár sat drotningin ikki trygg á trúnuni, tí at katólska skotska drotningin kravdi, at hon skuldi vera drotning í Onglandi. Aðrir valdsharrar hóttu eisini Elisabeth, eina mest Filip 2., kongur av Spania, sum var ítarsti talsmaður fyri katólsku kirkjuni. Í 1558 sendi hann stóran herskipaflota, armaduna, ímóti Onglandi, men spaniamenn tapti so dyggiliga. Tá ið Elisabeth doyði í 1603, var eitt spennandi og hendingamikið skeið í ensku søguni komið at enda.
[rætta] Politikkur
[rætta] Mentan
[rætta] Landafrøði
[rætta] Búskapur
[rætta] Hygg eisini at
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
| Lond í Evropeiska Samveldiðnum |
| Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn |
|
Heimsins lond | Evropa |