Frakland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Frakland - Frankaríki
République Française
Flagg Frakland
(Flagg Frakland)
Skjaldarmerki Frakland
(Skjaldarmerki Frakland)
Tjóðarslagorð:
Liberté, Égalité, Fraternité

(franskt: Frælsi, Javnaður, Brøðralag)

Tjóðsangur: La Marseillaise
EU location FRA.png
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Paris
Forseti Nicolas Sarkozy
Forsætisráðharri François Fillon
Fullveldi Verdunavtalan 843
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
675,417 km²
0,26
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
65,821,885
93.59/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +33
Spenningur 230V, 50 Hz

Frakland ella Frankaríki er størsta land í Vesturevropa. Í norðri hevur Frakland mark við Belgia, Luksemburg, í eystri við Týskland, Sveis og Italia, og í suðri við Spania og Andorra. Paris er høvuðstaður Fraklands og aðrir stórir býir er Marseille, Lyon, Nice og Toulouse. Tað var í mai í 2007, at Nicolas Sarkozy tók við sum franskur forseti.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis Chenonceaux við ánna Loire. Alt hetta fekk bráðan enda í kollveltingini í 1789. Kongsveldið varð tikið av, og Ludvík 16. kongur og Maria Antoinette drotning vórðu hálshøgd alment. Í 1792 varð Frakland lýst tjóðveldi.

[rætta] Politikkur

Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum Paris av forseta og fólkavaldari stjórn.

[rætta] Mentan

Fronsk mentan, t.d. franskur matur og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna ES. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í Evropa. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.

Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok, TGV-tokið, sum kann koyra 515 km/t.

Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðstaður Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja Eiffeltornið, Louvre-savnið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.

[rætta] Landafrøði

Landbúnaðurin hevur stóran týdning í Fraklandi, men flestu garðarnir eru smáir, og nógvir bøndur selja grøðina á gøtumarknaðum.

Frakland er størsta landið í Vesturevropa. Norðureftir og eystureftir hevur Frakland langt mark ímóti bæði Belgia, Týsklandi, Italia, Sveis og Luksemburg. Andorra, Spania og Miðjarðarhav eru sunnanfyri, og vestanfyri er markið Ermarsund og Atlantshav.

Í landinum eru víðar, grønar fløtur og litfargir smáir og stórir býir og bygdir um alt landið. Tær vøkru, nógvu borgirnar minna um ta spennandi og longu søguna. Í Norðurfraklandi er veðurlagið bæði vátligt og kaldligt. Syðri, fram við Miðjarðarhavi, er heitari og nógv turrari. Um summarið kemur hitin í Suðurfraklandi ofta upp um 25 °C (77 °F). Í býunum skugga trøini fyri sólini, og gosvøtn køla luftina. Høgar brekkur eru fram við strondini, og í dølunum eru umstøðurnar góðar til landbúnað. Inni í landinum er nógv fjallalendi, Miðfjøllini, har útkólnað gosfjøll síggjast har og her. Eystanfyri eru Alpurnar við hægsta fjallinum í Evropa, Mont Blanc, og á markinum ímóti Spania eru Pyrineafjøll.

Frakland eigur eisini Miðjarðarhavsoynna Korsika umframt nakrar oyggjar í Kyrrahavi og í Karibia.

[rætta] Býir

[rætta] Búskapur

[rætta] Keldur

[rætta] Hygg eisini at

[rætta] Útvortis ávísing


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man |
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.



Lond í Evropeiska Samveldiðnum
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn


Heimsins lond | Evropa


Lond í NATO
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál