Indiska Havið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Indian Ocean-CIA WFB Map.png

Indiska Havið, Indiahavið ella Indiahav er tað minsta av teimum trimum heimshøvunum. Tað er 74,9 milliónir km² í vídd, og har eru einar 5000 oyggjar, harav eru fleiri teirra korallriv. Indiahav líkist frá hinum báðum heimshøvunum, Atlantshavið og Kyrrahavið, tað gongur ikki so langt norður sum tey. Indiahavið hevur mark móti norði til Suðurasia, móti vestri er mark til Arabisku Hálvoynna og Afrika, móti eystri er mark til Avstralien, og móti suðri er mark til Suðuríshavið og Antarktis. Í Indiahavi er saltasti sjógvur í heiminum, nevniliga Reyðahavið, og eisini heitasti sjógvur í heiminum, Persaflógvin.

Indiahavið er í vanda fyri at verða dálkað, helst av tangaskipum úr Persaflógvanum. Norðast í Indiahavi kunnu tropuódnir og grovt monsunregn elva til ógvisligan uppgang og vatnflóð. Í Indiahavi eru nógvar koralloyggjar og óteljandi nógvar korallpollum, sum til dømis Maldivoyggjar og Seyskelloyggjar, ið eru ógvuliga væl umtókt ferðamannalond. Stóra ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar náttúruna. Aðrir vansar eru, at havið matar burtur av korallrivunum, og oyggjarnar liggja tí opnari fyri flóð og brimi.