Miðkringur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
World map with equator.jpg

Miðkringur (ekvator) er gjørdur kringur beint tvørtur um miðjuna á jørðini. Ekvator er ikki einans linjan, sum býtir jørðina í norðaru og syðru hálvkúlu. Tað er eisini heimsins kraftmiðdepil, tá veðurlag og framvøkstur um ræður. Her ið sólarmegin er mest, er menningargongdin skjótari enn aðrastaðni. Ekvator umfatar ikki meir enn 5 % av jarðaryvirflatuni, men er heimstaður hjá 50 % av heimsins djóra- og plantusløgum. Miðkringur er 21600 fjórðingar.