Grønland
|
|||
| Tjóðarslagorð: Onki | |||
| Tjóðsangur: Nunarput utoqqarsuanngoravit, Nuna asiilasooq | |||
| Alment mál | Grønlendskt | ||
| Høvuðsstaður | Nuuk | ||
| Drotning | Margreta II | ||
| Landsstýrisformaður | Aleqa Hammond | ||
| Fullveldi | Onki1 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2.166.086 km² 81.1 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2008 - tættleiki |
57 564 0.2/km² |
||
| Gjaldoyra | Donsk króna (DKK) | ||
| Tíðarøki | UTC 0 til UTC -4 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .gl | ||
| Telefonkota | +299 |
||
| 1Heimastýri síðani 1979. | |||
Grønland, á grønlendskum Kalaallit Nunaat, eru oyggjaland í Arktis og Norðuratlantshavi, og hoyrir til Danmark. Høvuðsstaður er Nuuk, og í landinum búgva umleið 60 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er grønlendskt. Grønland er heimsins størsta oyggj og er næstan alt í norðurpolarringinum.
Greiður meirluti er í Grønlandi fyri sjálvstýri. Meira enn tríggir fjórðingar av grønlendingum, sum vóru á fólkaatkvøðu 25. november 2008, atkvøddu fyri nýggju sjálvstýrislógini. Góð 70 pst. av grønlendingum luttóku í fólkaatkvøðuni [1].
Innihaldsyvirlit |
Søga [rætta]
Høvuðsgrein: Grønlands Søga
Helst hava forsøgulig fólk verið í Grønlandi frá um 8.000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2.000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Alaska, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2.000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir inuittar. Í Evropa hava teir verið nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda grønlendiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp.
Elsta søga um Grønland er at finna í íslendingasøguni Eiriks søga reyða, sum fortelur um norðbúgvan Eirik Reyða, ið flutti úr Íslandi til eitt land vestanfyri. Hann nevndi landið Grønland, tí hann metti hetta vera eitt gott og jaligt navn. Við tíðini settust nógvir norðbúgvar í Grønlandi.
- Um 986 - Eirikur Reyði setur búgv í Grønlandi.
- 1261 - Grønland fer undir Noreg.
Politikkur [rætta]
Høvuðsgrein: Grønlendskur Politikkur
Grønland og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk.
Val november 2008 [rætta]
Grønlendingar atkvøddu sum væntað fyri sjálvstýrislógini á fólkaatkvøðuni 25. november 2008. Tríggir av fýra veljarum søgdu ja, meðan ein segði nei. Valluttøkan var 72 prosent, sum er nógv í Grønlandi. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ein sannførandi meirluti fyri øktum sjálvstýri. Tá talt var upp, vóru 75,54 pst. fyri og 23,57 pst. ímóti. Restin av atkvøðunum vóru antin blankar ella ógildugar. Tilsamans 39.285 fólk høvdu atkvøðurætt og vallutøkan var 71,96 pst. Tað var beinanvein greitt, tá farið varð undir at telja atkvøðurnar, at greiður meirluti var fyri øktum sjálvstýri. Eitt skifti var meirlutin oman fyri 80 pst., men tá úrslitini komu úr teimum stóru býunum í Vesturgrønlandi, minkaði meirlutin eitt sindur. Í Nuuk var mótstøðan størri enn í restini av landinum, orsøkin kann vera, at fólkið í Nuuk er meira samansett og at fleiri danir búgva har [2].
Grønlendska sjálvstýrislógin kemur í gildi 21. juni 2009. Einki er at siga til, at Danmark ynskir at varveita ríkisfelagsskapin við Grønland, sum teir fingu endaliga við Kielerfriðinum 1814. Nú úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt og nýggja sjálvstýrislógin kemur í gildi í staðin fyri heimastýrislógina frá 1979, er slóð ruddað fyri, at Grønland tekur á seg fleiri málsøki frá dønum at umsita og samstundis eisini fær fult ræði á ráevnum í undirgrundini.
Úrslitið fyri alt landið gjørdist fylgjandi [rætta]
- Ja: 21.355 (75,54%)
- Nei: 6.663 (23,57%)
- Blankar: 175 (0,62%)
- Ugyldigar: 75 (0,27%)
- Atkvøðurætt: 39.285
- Atkvøðuprosent: 71,96
Fólkið [rætta]
Í 2013 búðu 57 714 fólk í Grønlandi [3], og tað er met, men sambært framrokningum hjá grønlendsku hagstovuni fer fólkatalið at minka í komandi árum. Framrokningin vísir, at í 2040 fara 53 856 fólk at búgva í Grønlandi, harav 46 688 eru fødd í Grønlandi. Samanborið við hagtølini fyri 2013 merkir hetta, at lutfalsliga fleiri grønlendingar fara at flyta av landinum. Hagstovan sigur, at uttan tilflyting uttaneftir hevði fólkatalið minkað uppaftur meiri.
Grønlendingar eru nøgdir við lívið. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd. Kanningin byrjaði í 1994, og nú úrslitið er kunngjørt, vísir tað, at 94 prosent av grønlendingum siga seg verða nøgdar við lívið. 1.200 fólk vórðu við í kanningini, tey vóru bæði í býunum og í bygdunum.
Yvir 18 000 grønlendingar búgva í Danmark, og kvinnurnar eru í stórum meirluta.
Brotsgerð [rætta]
Grønland hevur lutfalsliga flest brotsverk í Ríkisfelagskapinum. Lutfalsliga verða fleiri brotsverk meldaði í Grønlandi enn í Danmark og Føroyum. Fyri hvørji 10.000 fólk er talið av meldingum 211, 801 og 1019 fyri ávíkavist Føroyar, Danmark og Grønland. Serliga er støðan ring í Grønlandi, tá talan er um neyðtøkur og blóðskemd. Her er lutfallið 10 ferðnar hægri í Grønlandi enn í Danmark ella Føroyum.
Upprunafólkið [rætta]
Helst hava forsøgulig fólk verið í Arktis frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Amerika, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda arktiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp [4].
Landafrøði [rætta]
Høvuðsgrein: Grønlendsk Landafrøði
Grønland, sum er heimsins størsta oyggj er 2.175.600 ferkilometrar, ella á stødd við øll Norðurlondini, Stóra Bretland, Týskaland, Beneluxlondini, Pólland, Eysturríki og Sveis tilsamans. Hóast støddina, er "bert" búgvandi á 341.700 fermetrum, ella á einum landaøki, sum er á stødd við Týskaland. - 1.833.900 ferkilometrar er innanlandsísur, sum er millum tríggjar og fýra kilometrar tjúkkur í støðum. Meir enn 80 prosent av Grønlandi er ísur, og hesin er í miðal 1.500 metrar djúpur. Bráðnaði grønlendski ísurin, hevði Grønland helst verið eitt oyggjaland. Strondin í Grønlandi er umleið 40.000 kilometrar til longdar.
Búskapur [rætta]
Høvuðsgrein: Grønlendskur Búskapur
Í Suðurgrønlandi verða umleið 24.000 seyðir slaktaðir um árið. Fiskivinnan er tó týdningarmesta inntøkukeldan í Grønlandi.
Keldur [rætta]
- ↑ http://www.nytimes.com/2008/11/27/world/europe/27greenland.html?_r=0
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/europe/7749427.stm
- ↑ https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gl.html
- ↑ http://snl.no/Gr%C3%B8nland/befolkning
Útvortis ávísing [rætta]
- Namminersorlutik Oqartussat - Grønlendska heimastýrið
- Greenland - CIA World Factbook
- Naatsorsueqqissaartarfik - Grønlendsk hagtøl
- Greenland Tourism - Ferðaráð Grønlands
| Útnorðurráðið |
| Norðurlond | ||
| Áland | Danmark | Finnland | Føroyar | Grønland | Ísland | Noreg | Svøríki | ||