El Salvador
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: <<Dios, Unión, Libertad>> (føroyskt: Gud, Felagsskapur, Frælsi) |
|||
| Tjóðsangur: <<Himno Nacional de El Salvador>> | |||
![]() |
|||
| Alment mál | Spanskt | ||
| Høvuðsstaður | San Salvador | ||
| Presidentur | Antonio Saca | ||
| Forsætisráðharri | Nelson O. Oduber | ||
| Fullveldi | 15. September 1821 (frá Spania) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
21,040 km² 1.4 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
6 948 073 318.7/km² |
||
| Gjaldoyra | USA Dollari | ||
| Tíðarzona | UTC -6 | ||
| Alnet økisnavn | .sv | ||
| Telefonkota | +503 |
||
| Spenningur | 110V, 60 Hz | ||
El Salvador (spanskt: República de El Salvador) er eitt land í Miðamerika við marki móti Guatemala og Honduras. Høvuðsmálið í El Salvador er spanskt. Høvuðsstaðurin í El Salvador eitur San Salvador.
Frá 1979 til 1991 var blóðugt borgarakríggj ímillum stjórnarherin, sum USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir. Eini 75 000 fólk doyðu. 16. januar í 1992 kom friðaravtala í gildi.
[rætta] Søga
Í øldir áttu nakrar fáar ríkar ættir alla jørðina í landinum, og mesta fólkið leið hungur og hall.
Í 1970-árunum kravdu fólk í El Salvador jørð og arbeiði til tey fátæku; katólska kirkjan við Óscar Romero (15. august 1917 – 24. mars 1980) erkibiskuppi á odda stuðlaði hesum. Í 1979 tóku nakrir herovastar valdið. Teir lovaðu at bøta um viðurskiftini, men kúgaðu alla andstøðu við harðari hond. Romero varð myrdur í 1980. Borgarakríggj brast á ímillum stjórnarherin, ið fekk stuðul úr USA, og uppreistrardeildir. 75 000 fólk lótu lív. Friðaravtala varð undirritað í 1992.
[rætta] Landafrøði
Ein fjallaryggur við nógvum gosfjøllum eyðkennir landslagið.
Skógirnir, har nógvur setrisviður, mahogni og eik vuksu, eru ruddaðir til landbúnaðarjørð.
[rætta] Sí eisini
| Lond í Norðuramerika |
| Antigua og Barbuda | Bahamasoyggjar | Barbados | Belis | Dominka | Dominkalýðveldið | El Salvador | Grenada | Guatemala | Haiti | Honduras | Jamaika Kanada | Kosta Rika | Kuba | Meksiko | Nikaragua | Panama | St. Kitts og Nevis | St. Lusia | St. Vinsent og Grenadinoyggjar | Trinidad og Tobago | USA |
| Sjálvstýrandi øki: Anguilla | Aruba | Amerikonsku Jómfrúoyggjar | Bermuda | Bretsku Jómfrúoyggjar | Caymanoyggjar | Grønland Guadeloupe | Martinique | Montserrat | Niðurlendsku Antilloyggjar | Puerto Riko | Saint-Pierre og Miquelon | Turks- og Caicosoyggjar |
