Caymanoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Cayman Islands
Flagg Caymanoyggjar
(Flagg Caymanoyggjar)
Skjaldarmerki Caymanoyggjar
(Skjaldarmerki Caymanoyggjar)
Tjóðarslagorð: "He hath founded it upon the seas"
Tjóðsangur: "God Save the Queen"
Beloved Isle Cayman
LocationCayman Islands.svg
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður George Town
Drotning Elisabeth II
Guvernørur Helen Kilpatrick
Fullveldi onki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
264 km²
1,6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
54,878
212/km²
Gjaldoyra Cayman Islands dollars
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .ky
Telefonkota +1-345

Caymanoygjar er eitt bretskt oyggjaland í Vesturkaribiska Havinum. Oyggjabólkurin fevnir um oyggjarnar Grand Cayman, Cayman Brac og Little Cayman. Oyggjarnar liggja sunnanfyri Kuba og í ein landnyrðing av Jamaika. Caymanoyggjar eru partur av Stóru Antilluoyggjunum og av Vestaru Karibisku Oyggjunum. Oyggjarnar hava altjóða frálandavinnu. Fólkatalið á Caymanoyggjunum er umleið 55.000. Høvuðsstaðurin eitur George Town, har búðu 27.704 fólk í 2010.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjarnar verða fyrstu ferð nevndar 10. mai 1503 á fjórðu ferðini hjá Christopher Columbus til Nýggja Heimin. Hann vendi oyggjarnar Las Tortugas eftir teimum nógvu skjaldbøkunum, ið hann sá har. Tann fyrsti onglendarin, sum man veit um, ið vitjaði oyggjarnar, var Sir Francis Drake í 1586. Hann nevndi oyggjarnar Cayman eftir caiman, sum er eitt Neo-Taino orð fyri "alligator". Oyggjarnar vóru stórt sæð óbygdar til 17. øld.

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Cayman Islands luttaka í Oyggjaleikum eins og Føroyar, tær gjørdust limur í 1999 og hava luttikið síðan. Cayman Islands gjørdust nummar 6 á Oyggjaleikum 1999.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Norðuramerika
Antigua og Barbuda | Bahamasoyggjar | Barbados | Belis | Dominika | Dominikanalýðveldið | El Salvador | Grenada | Guatemala | Haiti | Honduras | Jamaika
Kanada | Kosta Rika | Kuba | Meksiko | Nikaragua | Panama | St. Kitts og Nevis | St. Lusia | St. Vinsent og Grenadinoyggjar | Trinidad og Tobago | USA
Sjálvstýrandi øki: Anguilla | Aruba | Amerikonsku Jómfrúoyggjar | Bermuda | Bretsku Jómfrúoyggjar | Caymanoyggjar | Grønland
Guadeloupe | Martinique | Montserrat | Niðurlendsku Antilloyggjar | Puerto Riko | Saint-Pierre og Miquelon | Turks- og Caicosoyggjar