Grenada
|
|||
| Tjóðarslagorð: «Ever Conscious of God We Aspire, Build and Advance as One People» | |||
| Tjóðsangur: «Hail Grenada» | |||
![]() |
|||
| Alment mál | Enskt | ||
| Høvuðsstaður | St. George’s | ||
| Drotning | Elisabeth II | ||
| Løgmaður | Keith Mitchell | ||
| Fullveldi | 7. februar 1974 (frá Stóra Bretland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
344 km² 1.6 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2005 - tættleiki |
110 000 259.5/km² |
||
| Gjaldoyra | Eysturkaribiskt dollar (XCD) | ||
| Tíðarøki | UTC -4 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .gd | ||
| Telefonkota | +1 473 |
||
Grenada (enskt; Grenada) er oyggjaríki í Karibia. St. George’s er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Aðrir stórir býir er Grenville og Gouyave. Miðallívsævin í landinum er 65.6 ár. Høvuðsmálið er enskt.
Innihaldsyvirlit |
Søga [rætta]
Frá 1762 til 1974 var Grenada bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðugt land í 1974. Í 1979 tók Maurice Bishop forseti valdið og eitt fleirtjóðaherlið við Sambansríki Amerika á odda gjørdi innrás.
Fólkið [rætta]
Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívligan mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. 4 % av fólkinum eru ikki lesifør.
Búskapur [rætta]
Týðandi vinnuvegir eru bananir, kakao og ferðavinna.
Bara Indonesia dyrkar meira av muskatnøt enn Grenada, sum dyrkar um fjórðingin av allari muskatnøt, nýtt verður í heiminum. Muskatnøt verður nýtt sum krydd í heitum rættum og bakstri. Muskattræið er komið úr Indonesia, og tað vóru niðurlendingar, ið tóku tað við sær til Grenada í 19. øld. Træið trívst væl í fruktagóðu gosøskujørðini, og har er eisini lýtt og nógv avfall. Oljan úr muskatnøtini verður nýtt til luktilsi og sápu. Malin muskatnøt verður nýtt til matgerð.
Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja.
Ingifer, kanel, pipar og kryddnelikur vaksa eisini í oynni. Ingiferrótin verður nýtt fesk ella turkað og ofta malin. Rótin verður nýtt til krydd.
Ferðavinna hevur eisini stóran týdning í Grenada.
Uttanlandshandil [rætta]
| Útflutningur | Innflutningur | |
|---|---|---|
| 1. | St. Lusia 18.8 % | Trinidad og Tobago 33.7 % |
| 2. | Antigua og Barbuda 12.8 % | Sambandsríki Amerika 24.2 % |
| 3. | Sankt Kitts og Nevis 11.5 % | Stóra Bretland 4.3 % |
| 4. | Dominika 11.4 % | - |
| 5. | Sambandsríki Amerika 11.4 % | - |
