Meksiko

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Estados Unidos Mexicanos
Sameindu Meksikansku Statirnir
Flagg Meksiko
(Flagg Meksiko)
Skjaldarmerki Meksiko
(Skjaldarmerki Meksiko)
Tjóðarmotto: Onki
Tjóðsangur: <<Himno Nacional Mexicano>>
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Meksikobýur
Presidentur Felipe Calderón
Átrúnaður Kristindómur 95 %
Aðrir 5 %
Fullveldi 16. September 1810
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,972,550 km²
2,5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
108 700 891
55/km²
Gjaldoyra Meksikanskur peso (MXN)
Tíðarzona UTC -5 til -7
Alnet økisnavn .mx
Telefonkota +52
Spenningur

Meksiko (spanskt; Estados Unidos Mexicanos) er land í Norðuramerika við umleið 109 mió íbúgvar. Meksiko hevur mark við USA, Guatemala og Belis. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Tá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821.

Eftir fyrra heimsbardaga fóru stjórnirnar í londum í Latínamerika at kvíða fyri vaksandi megi USA, og at peningavaldið og ídnaðurin har skuldu fáa fastatøkur á londum teirra. Í Meksiko høvdu oljufeløg úr Sambandsríki Amerika gjørt so stórar íløgur í oljuvinnu, at tey stýrdu meksikonsku stjórnini og fingu møguleika at hótta við at leggja seg upp í innanlandsviðurskifti við hermegi. Í 1934 tók nýggjur forseti Lázaro Cárdenas við í Meksiko. Hann gjørdi víðtøknar nýskipanir í landbúnaðinum og ognartók og læt til dømis 18 milliónir hektarar av jørð til felagsnýtslu í bygdunum. Í 1938 tjóðartók Cárdenas amerikonsku og bretsku oljufeløgini í Meksiko, og um alt landið fegnaðust fólk um hesa gerð. Cárdenas gav ikki eftir fyri endurgjaldskravi og hóttanum úr Sambandsríki Amerika og Stóra Bretlandi, men fór í staðin at samráðast við onnur lond um oljusølu, til dømis Italia og Týskland.


[rætta] Búskapur

Fotomynd av Meksiko tikin úr einum fylgisveini
Fotomynd av Meksiko tikin úr einum fylgisveini
Kort yvir Meksiko
Kort yvir Meksiko

Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Meksiko við USA og Kanada um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Men hon er komin illa við hjá meksikonskum bóndum, tí at bíligar búnaðarvørur úr USA floyma inn á marknaðin í Meksiko. Fyrimunurin er, at matur verður bíligari at keypa hjá fátæka fólkinum.

Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín.

Í 1976 varð nógv olja funnin fram við strondini í Meksikoflógva, og nú á døgum er Meksiko fimtstørsta oljuland í heiminum. Um 3000 oljuboripallar eru nú í flógvanum. Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2000 verksmiðjur, kallaðar maquiladoras. Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út. Útlendingar eiga flestu verksmiðjurnar, og tað er bíliga arbeiðsmegin í Meksiko, sum lokkar. Maquiladoras geva væl av inntøku hjá Meksiko og gera sítt til, at búskapurin í landinum ikki bara byggir á oljuna.

Í Meksiko eru eisini mong metal, til dømis jarn, sink, kopar, og einki annað land í heiminum vinnur so nógv silvur sum Meksiko.

[rætta] Mentan

[rætta] Matur

Maturin, meksikanar eta, er sterkt kryddaður, helst við reyðpipari ella chili. Grønmetið og fruktina dyrka teir mest sjálvir, til dømis avokado, bønir, tomatir og mais. Tortilla er pannukøka, ið verður bakað av maismjøli og fylt við kjøti ella grønmeti og osti. Aftur við høsnarunga hava meksikanar sterka sós, mole, gjørd av reyðpipari og sjokulátu.

[rætta] Listhandverk

Indiánsku fólkasløgini í Meksiko eru gitin fyri at duga væl at veva og baldýra. Blátt, reytt og svart eru vanligastu litirnir í gomlu meksikonsku mynstrunum.

[rætta] Fólkið

Enn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er mestitsar - Fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið. Tó at flestu meksikanar eru katolikkar, hava teir enn siðir úr gomlum indiánskum átrúnaðum, og á mongum stevnum vera kristnir og indiánskir siðir brúktir hvør um annan.

[rætta] Landafrøði

Landslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan.

[rætta] Landslutir


Landslutir í Meksiko
Mexican_states.png
Landslutur Íbúgvar (2005) Vídd (km²) Høvuðsstaður
1. Aguascalientes 1 051 000 5 625 Aguascalientes
2. Baja California 2 842 000 71 546 Mexicali
3. Baja California Sur 517 000 73 943 La Paz
4. Campeche 751 000 57 727 Campeche
5. Chiapas 4 256 000 73 681 Tuxtla Gutiérrez
6. Chihuahua 3 238 000 247 487 Chihuahua
7. Coahuila 2 475 000 151 445 Saltillo
8. Colima 562 000 5 627 Colima
9. Durango 1 489 000 123 367 Victoria de Durango
10. Guanajuato 4 893 000 30 621 Guanajuato
11. Guerrero 3 116 000 63 618 Chilpancingo de los Bravo
12. Hidalgo 2 334 000 20 856 Pachuca de Soto
13. Jalisco 6 652 000 78 630 Guadalajara
14. Estado de México 14 161 000 22 333 Toluca de Lerdo
15. Michoacán 3 988 000 58 667 Morelia
16. Morelos 1 605 000 4 892 Cuernavaca
17. Nayarit 943 000 27 862 Tepic
18. Nuevo León 4 164 000 64 203 Monterrey
19. Oaxaca 3 522 000 93 343 Oaxaca de Juárez
20. Puebla 5 391 000 34 251 H. Puebla de Zaragoza
21. Querétaro (delstat) 1 593 000 11 658 Santiago de Querétaro
22. Quintana Roo 1 134 000 42 535 Cd. Chetumal
23. San Luis Potosí 2 412 000 61 165 San Luis Potosí
24. Sinaloa 2 610 000 57 331 Culiacán Rosales
25. Sonora 2 384 000 179 516 Hermosillo
26. Tabasco 2 013 000 24 747 Villahermosa
27. Tamaulipas 3 020 000 80 148 Ciudad Victoria
28. Tlaxcala 1 061 000 3 997 Tlaxcala de Xicohténcatl
29. Veracruz de Ignacio de la Llave 7 081 000 71 856 Xalapa de Enríquez
30. Yucatán 1 803 000 39 671 Mérida
31. Zacatecas 1 357 000 75 416 Zacatecas
32. Distrito Federal 8 670 000 1 484

[rætta] Myndir

[rætta] Hygg eisini at


Lond í Norðuramerika
Antigua og Bermuda | Bahamasoyggjar | Barbados | Belis | Dominka | Dominkalýðveldið | El Salvador | Grenada | Guatemala | Haiti | Honduras | Jamaika
Kanada | Kosta Rika | Kuba | Meksiko | Nikaragua | Panama | St. Kitts og Nevis | St. Lusia | St. Vinsent og Grenadinoyggjar | Trinidad og Tobago | USA
Sjálvstýrandi øki: Anguilla | Aruba | Amerikonsku Jómfrúoyggjar | Bermuda | Bretsku Jómfrúoyggjar | Caymanoyggjar | Grønland
Guadeloupe | Martinique | Montserrat | Niðurlendsku Antilloyggjar | Puerto Riko | Saint-Pierre og Miquelon | Turks- og Caicosoyggjar
Skoðanir
Persónlig amboð
Onnur mál