Kristindómur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Átrúnaður | |
| Jødadómur - Islam | |
| Kristindómur Hendan grein er ein partur av røðini Kristindómur |
|
| Skriftir | |
|
Bíblian · GT · NT |
|
| Greinir um trúgv | |
| Tríeinigheitin | |
| Merkisdagar | |
|
Kirkjuárið |
|
| Lívsringur | |
| Bønir | |
| Kirkjulív | |
| Gerandislív | |
| Nýggja testamentið | |
| Miðøld | |
| Trúbótin | |
|
Jan Hus · Martin Luther |
|
| Fólkakirkju leiðir | |
| Leiðir | |
|
Ortodoks |
|
Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Bakgrund
Í fyrstu øld e.Kr. stóð Ísrael undir rómverskum valdi, hóast tað var ímóti jødafólksins vilja. Um ár 30 fór smiðurin, nevndur Jesus, at prædika. Læra hansara varð væl umtókt og mong fylgdu honum. Men høvuðsprestarnir og hinir elstu í jødiska samfelagnum løgdu Jesus undir at spotta Gud og villeiða fólkið. Teir fingu rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus at fáa hann fyri rættin. Hann var funnin sekur í gudspottan og krossfestur um ár 33. Viðhaldsfólk hansara hildu hann vera Messias, "hin útvalda" - á grikskum Khristos, haðan navnið á trúarlæru hansara - kristindómur - er komið.
Ein maður, sum í fyrstuni eldhugaður stríddist ímóti læru Jesusar, men brádliga varð umvendur, var ein lærdur jødiskur tjaldmakari úr Tarsos í Lítlaásia. Hann æt Saul - betri kendur undir navninum Paulus. Lív sítt vígdi hann til at boða nýggju trúnna og gjørdist ein av oddamonnum hennara. Í fyrstuni vóru tað næstan bara tey, sum kendu Jesus og høvdu fylgt honum, ið hugsaðu um krossfestingina og trúðu, at hann var risin upp frá deyðum. Men eftir rættiliga stuttari tíð var læra hansara borin um rómverska heimin, og í 313 var kristindómurin alment góðkendur í Rómaríkinum.
[rætta] Merki kristindómsins
Ringastu brotsmenninir í Rómaríkinum vórðu krossfestir, og rómverjar lótu teir hanga á krossinum, til teir doyðu. Tí var ein krossur vanæruligt merki, til Jesus varð krossfestur. Eftir tað gjørdist krossurin eyðkenni hjá teimum kristnu.
[rætta] Bíblian
Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum. Kristin fólk trúgva, at Bíblian er skrivað við Guðs egnu orðum.
[rætta] Kirkja
Orðið "kirkja" kemur av grikska orðinum kyriakon og merkir, "Vigt Harranum" og verður sagt bæði um húsið, har gudstænasta verður hildin, um kirkjusamfelagið og limirnar í kirkjuni.
[rætta] Heilaga kvøldmáltíðin
Kvødið fyri, at hann doyði, át Jesus sína seinastu máltíð saman við lærusveinunum, og hann breyt breyð og gav teimum at eta og vín at drekka. Allir drukku úr sama kaliki, og hann bað teir gera tað so ofta, teir kundu, til sínar áminningar. Alt frá tí degi hava kristin fólk býtt breyð og vín í einum rituali, sum verður kallað evkaristi, ella altargangur. "Evkaristi" er grikskt og merkir at veita tøkk. Vanliga er tað prestur, sum gevur fólkið breyð og vín, tá ið altargangur er í kirkjuni.
[rætta] Pávi
Pávin í Vatikan í Róm er hægsti myndugleiki fyri róma-kirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar.
[rætta] Halgidagar
- Jólaføsta (advent): Fyrireiking til jóla.
- Jóladagur: 25. desember, Jesus varð føddur.
- Pálmasunnudagur: Jesus reið inn í Jerúsalem í Ísrael sunnudagin fyri páskir.
- Skírhósdagur: Jesus át kvøldmáltíðina og varð handtikin.
- Langi fríggjadagur: Jesus doyði á krossinum.
- Páskadagur: Jesus reis upp frá deyðum.
- Dýri biðidagur: Serstakur halgidagur 4. fríggjadag eftir páskir.
- Krists himmalsferðardagur: Til minnis um at Jesus fór til himmals, 40. dagin eftir páskadag.
- Hvítusunna: Halgi andin kom yvir lærusveinarnar, 50. dagin eftir páskir.
[rætta] Kristindómurin fer í tvíningar
Søga kristindómsins er merkt av aldagomlum stríði og sundurlyndi, og tey kristnu hava mangan gjørt seg sek í mannjagstran, píning og blóðúthelling framt í Guds navni. Longu áðrenn Konstantin keisari í 313 viðurkendi tey kristnu í Rómaríkinum, høvdu nakrar kristnar samkomur tikið seg burtur úr almennu kirkjuni, og sum tíðin leið, gjørdust tær alt fleiri í tali. Í mong hundrað ár var kristindómurin í tveimum høvuðsbólkum: Katólska rómakirkjan í Vesturevropa, har pávin í Róm var hægstur, og ortodoksa kirkjan, sum eysturrómverski keisarin í Konstantinopel stóð á odda fyri til í 1453, tá ið turkar tóku býin, og patriarkurin í Moskva gjørdist hægsti kirkjuligi myndugleiki fyri ortodoksu kirkjuni. Í Vesturevropa slitu trúbótarmenn sum Luther og Calvin seg leysar frá yvirræði pávans í Róm. Teir og viðhaldsfólk teirra vórðu nevndir protestantar. Teir ruddu slóð fyri protestantisku kirkjunum, sum er nú á døgum. Henda gongdin heldur enn fram, og tí eru mangar ymiskar kirkjur. Hóast sundurlyndi er kristindómurin komin til næstan øll lond. Nú á døgum er slakur triðingur av øllum heimsins fólki kristin. Nú á døgum gongur kristindómurin skjótast fram sunnan fyri Sahel og Sahara í Afrika og í ásiatiskum londum, til dømis Kina og Suðurkorea.
[rætta] Kristnar trúargreinir
| Trúargrein | Prosent | |
|---|---|---|
| 1 | Ortodoksa | 9,3% |
| 2 | Aðrar | 10,2% |
| 3 | Protestantiskar | 24,5% |
| 4 | Rómverska-katólska | 56% |
| Tilsamans | 100% |
[rætta] Spjaðing
|
Krist spjaðing 1.jpg
Økir við kristnum samkomum um leið ár 100 |
Krist spjaðing 2.jpg
Økir har mest kristnar samkomur eru um leið ár 600 |
Krist spjaðing 3.jpg
Økir við nógvum kristnum samkomum um leið ár 325 |
[rætta] Útvortis ávísingar