Grikkaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ελληνική Δημοκρατία
Ellinikí Dhimokratía
Flagg Grikkaland
(Flagg Grikkaland)
Skjaldarmerki Grikkaland
(Skjaldarmerki Grikkaland)
Tjóðarslagorð: Ελευθερία ή Θάνατος
Tjóðsangur: Imnos pros tin Eleftherian
EU location GRE.png
Alment mál Grikskt
Høvuðsstaður Athen
Forseti Károlos Papoúlias
Løgmaður George Papandreou
Fullveldi 1828
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
131 940 km²
0,86%
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
11 170 957
81,7/km²
Gjaldoyra Euro (EUR)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .gr
Telefonkota +30
Spenningur

Grikkaland (grikskt: Ελλάδα ella Ελλάς) er lýðveldi í landsynningshorninum av Evropa. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Høvuðsstaðurin er Athen. Landið hevur umleið 11 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt (nýgrikskt). Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 tóku teir syðru Sporaduoyggjar aftur frá turkum.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Eftir at Mykene-mentanin fór til grundar um 1100 f.Kr., gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið Sparta, men Athen gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um 700 f.Kr. vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við Miðjarðarhavi og Svartahavi. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja persiska stórveldið grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum.

Um 600 f.Kr. stýrdi stórmannastætt, nevnd aristokratar, Athen. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um 590 f.Kr. setti valdsharrin Solon lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í 508 f.Kr. varð fólkaræði sett í gildi. Nú kundi fólkið í Athen sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt.

Ár 447 f.Kr. tók hægsti athenski tingmaðurin Perikles stig til at byggja templið Parthenon á einum heyggi, sum æt Akropolis. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni Athenu og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við persar.

Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar heimspekingar. Demokrit úr Abderra (um 460-370 f.Kr.) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði atom. Sokrates úr Athen (470-399 f.Kr.) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara Platon (427-347 f.Kr.) og aftur næmingur Platons Aristotles (384-322 f.Kr.) hava havt stóran týdning fyri alla evropeiska heimspeki.

Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarðarhavi og Svartahavi. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á Sicilia, gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í Sýbris í Suðuritalia svav í song úr rósubløðum.

Location greek ancient.png

Grikkaland var ikki stórt land, so hjálondini (t.d. partur av Frakland, Spania, Italia, Egyptaland og Kýpros) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. Sýrakus á Sicilia var bygdur um 730 f.Kr. og Býsans við Bosporus um 650 f.Kr.

Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í ítrótt og fimleiki. Best umtóktir vóru olympisku leikirnir, sum fjórða hvørt ár vóru í Olympia, høvuðsgudinum Zeusi til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga.

Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við Delfi. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur.

Um 1800 høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í 18. øld høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við Russland, og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr fronsku kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í 1821 var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í 1824 megnaði sultánurin í Istanbul ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað Muhammed Ali, varakong í Egyptalandi, hjálpa sær. Ali sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í Evropa. Í 1826 samdust Bretland og Russland um at bjóða turkum av í kríggj, Frakland fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri turkiska og egyptiska flotanum í Navarinovík í 1827. Árið eftir lupu russar á turkar og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í Adrianopel í 1829 fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, Otto av Bayern gjørdist kongur.

[rætta] Landafrøði

Olymposfjøll.

Syðst á Balkan er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í Evropa. Grikkaland er fjallaland og oyggjaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er eitt tað fátakasta landið í ES.

Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Grikkaland er fjallaland við einstøkum breiðum dølum upp ímillum og onkrum stórum slættlendi. Av tí at landið er so bratt, er bert lítil partur av tí veltur. Meginparturin liggur sum beiti hjá seyði og geitum.

Sunnan fyri fjallið Olympos, har teir gomlu griksku "gudarnir" búðu, er slættlendi, sum eitur Thessalia; har eru stórir bókaskógir, og har velta tey nógv korn. Men annars er tað mest frukt, grønmeti, vín og tubbak, sum tey dyrka. Á oyggjunum dyrka tey bæði olivintrø og víntrø, og tað er haðani vit fáa tær søtu korennurnar. Tey mongu og høgu fjøllini gera tað strævið at ferðast yvir land. Tí hava grikkar ferðast meira eftir sjónum enn yvir land. Fram við teirri griksku strondini eru nógvar góðar havnir inni á djúpum firðum.

Í Grikkalandi, og serliga á oyggjunum, kann jørðin knappliga fara at skelva, so at fjøllini brotna og oyggjarnar klovna, og stórir býir javnast við jørðina. Í 1953 hendi ein sovorðin vanlukka á eini av oyggjunum, Kefalonia, í Jonarhavinum. Tá fóru eini 25.000 hús, og um 500 fólk doyðu. Tað vóru fýra jarðskjálvtar í august 1953 á Kefalonia og oyggunum har umleiðir, t.d. Zakynthos, Ithaka og Lefkada. Umleið 100.000 fólk fluttu burtur av oynni eftir hørðu jarðskjálvtarnar og bert 25.000 fólk búðu eftir á oynni og stríddust við at endurbyggja oynna. Tað var serliga suðursíðan á Kefalonia sum var hart rakt av jarðskjálvtanum, oyggin reisti seg umleið 60 metrar úr havinum.[1] Árið eftir mistu 20.000 fólk hús og heim.

Oyggin Santorini, sum eisini verður nevnd Thyra, er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg.

[rætta] Landslutir

Á myndini sæst ein strond á næststørstu griksku oynni Evvia (Εύβοια).
Kort Landslutur Høvuðsstaður Vídd Íbúgvar
GreeceNumberedPerepheries.png
1 Attika Athen 3,808 km² 3,761,810
2 Sentral Grikkaland Lamia 15,549 km² 605,329
3 Mið Makedónia Thessaloniki 18,811 km² 1,871,952
4 Kreta Heraklion 8,259 km² 601,131
5 Eystur Makedónia og Thrakia Kavala 14,157 km² 611,067
6 Epirus Ioannina 9,203 km² 353,820
7 Jónaoyggjar Korfu 2,307 km² 212,984
8 Norðaru Egearaoyggjar Mytilini 3,836 km² 206,121
9 Peleponnes Kalamata 15,490 km² 638,942
10 Syðru Egearaoyggjar Ermoupoli 5,286 km² 302,686
11 Thesalia Larissa 14.037 km² 753,888
12 Vestur Grikkaland Patras 11,350 km² 740,506
13 Vestur Makedónia Kozani 9,451 km² 301,522
- Athosfjøll Karyes 390 km² 2,262

[rætta] Oyggjar

[rætta] Fólkið

Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins.

[rætta] Átrúnaður

Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Prestarnir hava týðandi leiklut í samfelagslívinum og eru viðurkendir sum oddamenn í heimbygdum sínum. Ikki er loyvt at hava standmyndir í kirkjunum, men halgimyndir - nevndar ikonur - eru vanligar.

[rætta] Búskapur

Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at velta jørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í Evropa. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir Spania og Italia. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, til dømis vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt.

Grikkaland hevur verið plága av kríggi við grannalond og eftir Seinna Heimsbardaga herjaði borgarkríggj í nøkur ár. Tað hevur verði ringt fyri búskapin. Í 1967 var kongurin Konstantin II koyrdur frá eitt hernaðar kvett fór fram. Árini fram til 1974 var landið stýrt av hernaðar junta.[2] Eftir at demokrati aftur valdaði gekk framá búskaparliga í nøkur ár, serliga tí at stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veittu landinum stóra inntøku. Í 2010-11 var landið í álvarsamari fíggjarligari kreppu og noyddist at fáa hjálp frá hinum londunum í EU. Grikkaland fekk ein hjálparpakka frá EU á 109 milliardir Euro, tað svarar til 812 milliardir krónur. Serfrøðingar mettu eftir at hjálparpakkin var latin, at nú fór at ganga framá aftur í Grikkalandi við búskapinum.[3] EU setti tó strong krøv til griksku stjórnina áðrenn hesin hjálparpakkin var latin. Stór ónøgd var millum grikkar og mótmælisgongur vóru ofta í Athen og øðrum stórum býum.

[rætta] Ferðavinna

Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Grikkalandshavi og at síggja mongu fornminnini. Grikkar sjálvir ferðast eisini nógv í egnum landið, serliga frá meginlandinum til oyggjarnar. Túsundtals grikkar starva í ferðavinnuni, til dømis í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarar, ferðaleiðarar og annað. Ferðavinnan hevur ovurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, til dømis vatnrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast.

[rætta] Útlendsk ferðafólk

Flestu ferðafólk, ið koma til Grikkalands eru evropearar, men hagar koma eisini mangir amerikanar og avstraliar.

Statsborgararættur Prosent
Týskland 22 %
Bretland 19 %
Italia 7 %
Frakland 6 %
Onnur 46 %

[rætta] Handil

Mesti flutningur í Grikkalandi er enn sjóvegis. Stórur farmaflutningsfloti flytur neyðsynjarvørur og lidnar ídnaðarvørur ímillum oyggjarnar og meginlandið, og tíðliga og seint sigla ferjur við akførum, grikkum og ferðafólki. Grikkar hava leingi havt mong skip í altjóða farmasigling, og grikski handilsflotin er nú tann størsti í heiminum. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2008, sær soleiðis út sambært CIA Factbook:

Útflutningur Innflutningur
1. Flag hjá Germany Týskland 11.5 % Flag hjá Germany Týskland 12.6 %
2. Flag hjá Italia Italia 11.5 % Flag hjá Italia Italia 11.5 %
3. Flag hjá Bulgaria Bulgaria 6.5 % Flag hjá Russia Russland 7.1 %
4. Flag of the United Kingdom Stóra Bretland 6.1 % Flag hjá Frakland Frakland 6.0 %
5. Flag hjá Kýpros Kýpros 5.5 % Flag of the Netherlands Niðurlond 5.2 %
6. Flag hjá Turkey Turkaland 5.2 % Flag hjá South Korea Suðurkorea 4.2 %

[rætta] Sí eisini

[rætta] Keldur

  1. Greeka.com, Kefalonia: The catastrophic earthquake of 1953 on Kefalonia Greece, Ionian
  2. DenStoreDanske.dk, Grækenland - historie (Juntatiden, 1967-74)
  3. Politiken.dk, Ekspert: Grækenland på vej ud af krisen


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man |
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.



Lond í Evropeiska Samveldiðnum
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn


Heimsins lond | Evropa


Lond í NATO
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál