Dodekanes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dodekanes
Nomos Dodekanisou.png
Landalæra
Vídd 2.714 km²
Umsiting
Land  Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal 200.452 (2005)
Íbúgvatættleiki 73.9 /km²

Dodekanes ella Dodekanesos (grikskt: Δωδεκάνησα, Dodekánisa, [ðoðeˈkanisa],) merkir Tólvoyggjarnar, tað er oyggjabólkur í Grikkalandi sum telur 12 størri oyggjar og umleið 150 smærri oyggjar og hólmar. Rodos og Kos eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki og høvuðsstaðurin er Rodos býur. Dodekanes oyggjarnar eru tætt við vesturstrond Turkalands. Á oynni eru fleiri miðaldar borgir og byzantinskar kirkjur. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Dodekanes oyggjunum. Oyggin Patmos verður nevnd í Nýggja Testamenti í Bíbliuni í Openbering Jóhannesar.

Dodekanes Oyggjarnar[rætta | rætta wikitekst]

Evangelistra Kirkjan á Kos
Sankta Jóhannesar Klostur á oynni Patmos

Nomos Dodekanes og Periferiska Eindin Suður Egearaoyggjarnar[rætta | rætta wikitekst]

Rodos Havn

Grikkaland var stutt eftir at landið var vorði sjálvstøðugt í árunum 1833-36 og so aftur í 1845 býtt sundur í 51 økir, sum á grikskum verða nevnd νομοί (nomi) í fleirtal, og νομός (nomos) í eintal. Dodekanes var eitt av hesum nomi (økjum) við Rodos býi sum høvuðsstaði. Í 2010 kom ein reformur sum broytti hesa skipan, so tey fóru burtur frá nomi og í staðin býttu landið sundur í 13 periferiskar eindir, har Dodekanes ikki longur er ein nomos men ein partur at einari størri eind sum nevnist Suður Egearaoyggjar (Νότιο Αιγαίο / Notio Aigaio), umframt Dodekanes er oyggjabólkurin Kykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) eisini við. Notio Aigaio, sum altso er Dodekanes og Kykladurnar er so aftur býtt sundur í 13 smærri eindir. Høvuðsstaður (umsitingin) í Suður Egearaoyggjunum er í Ermoupoli á oynni Syros í Kykladunum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Dodekanes oyggjarnar hava verið bygdar síðan áðrenn søguliga tíð umleið 2000 ár áðrenn Kristi føðing. Oyggjarnar hava hoyrt til ymisk øki og harradømi gjøgnum tíðirnar, t.d. Minorarnir, Mykenskir grikkar, dorarir (1100 á. Kr.). Í klassiska tíðarskeiðnum vóru oyggjarnar eitt stutt skifti hersettar av persarum (uml. 499 á. Kr.). Friður var í nøkur ár, og í 408 á. Kr. var Rodos býur bygdur á norðursíðuni á Rodos oyggj. Á Kos grundlegði Hippokrates medisinskan skúla. Ár 357 á. Kr. vóru oyggjarnar hersettar av Kong Mausolos frá Karia og í 340 á. Kr. vóru oyggjarnar aftur hersettar av persum.

Í nýggjari tíð hava oyggjarnar verið undir turkiskum yvirvaldi í fleir øldir, fram til 1912, tá ið oyggjarnar komu undir italskt yvirvald. Oyggjarnar hoyrdu til Italia til 1947, tá ein friðaravtalað varð undirskrivað í París.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið