Rodos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rodos
Borg í Rodos býi
Borg í Rodos býi
Landalæra
Greece location map.svg
Vídd 1.407 km²
Umsiting
Land  Grikkaland
Størsti býur Athen
Íbúgvalæra
Fólkatal 117.007 (2001)
Íbúgvatættleiki 83 /km²

Rodos (Grikst mál: Ρόδος, Rodos, [ˈroðos]) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er hin størsta í oyggjabólkinum Dodekanes (Tólvoyggjarnar). Høvuðsbýurin á Rodos eitur Rodos eins og oyggin, næststørsti býurin eitur Lindos. Umleið helmingurin av fólkunum búgva í Rodos býi. Býurin er m.a. kendur fyri Risan í Rodos (Kollosan), sum var risastór standmynd av sólgudinum Helios. Standmyndin varð gjørd í 3. øld áðrenn Krist og stóð í havnini á Rodos býi. Standmyndin var 30 metrar høg og var eitt av teimum sjey heimsins undrunum í fornøldini. Standmyndin brotnaði undir einum hørðum jarðskjálvta ár 226 áðrenn Krist. Í Mandraki havnini í Rodos býi, har standmyndin møguliga hevur staðið í fornøldini, eru nú tvær súlur við standmyndum av reinsdjórum. Súlurnar standa báðumegin við innsiglingina til havnina. Rodos er í eystur Egearahavinum, frástøðan til Turkaland er bert 18 km, meðan frástøðan til havnina í Pireus við Athen er 500 km. Rodos luttekur í Oyggjaleikum, sum er ítróttarstevna fyri oyggjasamfeløg. Rodos var vertur fyri leikunum í 2007.[1]

[rætta] Keldur

  1. Rhodes2007.info

[rætta] Útvortis ávísingar

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál