Miðjarðarhavið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort

Miðjarðarhavið ella Miðjarðarhav er havið ímillum Evropa, Asia og Afrika. Tað hevur um Gibraltarsund samband við Atlantshavið. Miðjararhavið fevnir um eitt økið á 2.965.000 km², og hevur eina miðaldýpt á 1.430 metrar. Tað djúpasta økið er 5.267 metrar djúpt, tað er í tí Jóniska Havinum.