Santorini

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Santorini
Satelitt mynd av Santorini.

Santorini (grikskt: Σαντορίνη, eisini kend sum Thira (Θήρα) á nýgrikskum, Thera á forngrikskum, er ein oyggj í Egearahavinum í Grikkalandi. Oyggin er tann syðsta í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar (Κυκλάδες). Oyggin er 73 km2 til støddar og liggur umleið 200 km í ein landssynning frá grikska meginlandinum. Í 2011 var fólkatalið á oynni 15.500. Santorini er tann størsta av fleiri smærri oyggjum, sum tilsaman eru Santorini kommuna. Bert ein onnur av hesum oyggjum eru bygdar, hin oyggin er Therasia, tær smærru óbygdu oyggjarnar eru: Nea Kameni, Palaia Kameni, Aspronisi og Christiana. Tilsaman er víddin av hesum oyggjum 90,6 km2. Santorini er av vulkanskum uppruna eins og Føroyar, og líkist tí ikki hinum griksku oyggjunum, sum ikki eru av vulkanskum uppruna. Síðan 2011 hevur Santorini kommuna verið partur av Thira regionalu eindini. Hinar kommunurar í eindini eru tær nærmastu oyggjarnar, tær syðru Kykladuoyggjarnar, hinar kommunurnar í Thira regionalu eindini eru: Anafi, Folegandros, Ios og Sikinos.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]