Georgia (land)
|
|||
| Tjóðarslagorð: ძალა ერთობაშია (føroyskt: Styrkin er í sameining) |
|||
| Tjóðsangur: Tavisupleba (føroyskt: Frælsi) |
|||
![]() |
|||
| Alment mál | Georgiskt | ||
| Høvuðsstaður | Tbilisi | ||
| Forseti | Mikhail Saakasjvili | ||
| Forsætisráðharri | Vano Merabishvili | ||
| Fullveldi | Frá Sovjetsamveldinum 9. apríl 1991 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
69,700 km² Lítið og einki |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
4.469.200 68/km² |
||
| Gjaldoyra | Lari (GEL) | ||
| Tíðarøki | UTC +4 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .ge | ||
| Telefonkota | +995 |
||
Georgia (georgiskt: საქართველო - Sakartvelo), frá 1990 til 1995 kent sum Lýðveldið Georgia, er eitt land í Kaukasus og liggur við Svartahavið. Í norðri hevur Georgia mark við Russland og suðri við Turkaland, Armenia og Aserbadjan. Høvuðsstaður er Tbilisi og høvuðsmálið er georgiskt.
Innihaldsyvirlit |
Søga [rætta]
Høvuðsgrein: Georgisk søga
Í 1991 fekk Georgia sjálvstýri tá Sovjetsamveldið fór til grundar. Fyrst undir leiðslu av Moskva-trúgva, fyrrverandi sovjetska uttanríkisráðharranum Eduard Sjevarnadse og síðan – eftir friðarligu rósukollveltingina í 2003 – av verandi forsetanum Mikhail Saakasjvili. Fyrstu árini var Saakasjvili nógv avhildin, men lyfti hansara um vælferð í búskaparliga avmergjaða landinum hava ikki hildið. Og kríggið móti Russlandi í 2008, sum hevði við sær, at Georgia misti Abkhasia og Suðurossetia, hava ikki gjørt støðuna betri.
Fólkið [rætta]
Høvuðsgrein: Georgisk fólk
Georgia eigur sjáldsamt heimsmet. Ongastaðni í heiminum gerast so mong folk eldri enn 100 ára gomul. Enntá er ikki óvanligt, at fólk eru frísk og ferðug, tá ið tey eru farin upp um 120 ár. Granskarar vita ikki, hví tey liva so leingi, men teir halda, at góða veðurlagið, sunnur kostur, nógv útiarbeiði og óstrongda bygdalívið eru atvoldin til, at fólk gerast so gomul.
Politikkur [rætta]
Georgiska kongshúsið, sum m.a. er í ætt við spanska kongshúsið, sigur seg vera avkom frá sjálvum Dávidi kongi, sum vit lesa um í Bíbliuni, og sum var kongur hjá Ísraels fólki.
Landafrøði [rætta]
Høvuðsgrein: Georgisk landafrøði
Georgia er fjallaland. Kavkasusfjøll eru sum ein stórur marknamúrur norður ímóti Russlandi og vestur ímóti Svartahavi. Gróðrarlíkindini eru góð, jørðin fruktar væl, so umstøðurnar at dyrka vínber eru av teimum bestu. Georgia liggur soleiðis fyri – ímillum Svartahav og Kaspiskahav – at oljuflutningur og annar vøruflutningur ímillum londini her fer ígjøgnum landið.
Búskapur [rætta]
Høvuðsgrein: Georgiskur búskapur
Hygg eisini at [rætta]
Útvortis ávísing [rætta]
- Full information about (country) Georgia
- Georgia TVNews (english, german, russian, georgian)
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
| Lond í Asia |
| Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |
