Wales

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wales
(Lítla Bretland)
Cymru
Flagg Wales
(Flagg Wales)
Skjaldarmerki Wales
(Skjaldarmerki Wales)
Tjóðarslagorð: Cymru am byth
føroyskum: "Wales fyri ævir")
Tjóðsangur: Hen Wlad Fy Nhadau
føroyskum: "Gamla land fedra mína")
Europe location WAL2.png
Alment mál Enskt
Walisiskt
Høvuðsstaður Cardiff (Caerdydd)
Drotning Elizabeth II
Fyrsti ráðharri Carwyn Jones
Fullveldi Onki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20.761 km²
?
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
3.074.067
148/km²
Gjaldoyra Bretskt pund GBP2
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .uk2
Telefonkota +44
(1) Heimastýri síðani 1999. (2) Felags fyri Sameinda kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands.

Wales ella Lítla Bretland (Bretland hitt minna) (walisiskt: Cymru) er ein hálvoyggj í suðurvestur Stóra Bretlandi. Wales er partur av Sameinda Kongsríkinum Stóra Bretland og Norðurírland. Bretski trónarvingurin ber heitið 'Prince of Wales', men hann hevur ongan politiska leiklut í Wales.

Navnið Wales stavar frá germanska orðinum fyri 'ørðvísi', eins og t.d. Vallonia og Valakia. Wales er uml. 20.761 km² til støddar og fólkatalið er uml. 2.881.000 (1990). Høvuðstaður er Cardiff.

Í bygdunum uppi millum fjalla í Wales búgva fólk av keltiskum uppruna. Tey tala sítt forna walisiska mál, sum als ikki líkist enskum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Bretland um ár 500: Ljósareyðu økini á kortinum vóru bygd av keltiskum bretum, her spjaldraðir sum 'welsh' (walisisk). Ljósabláu økini eystanfyri vóru kontrolleraði av germanskum ættarbólkum – ljósagrønu økini norðanfyri vóru bygd av gælum og piktum.

Walisar hava alla tíð noyðst at stríðast ímóti álopshugaðum grannum fyri at verja sítt sjálvræði og mentan, Wales hevur ikki havt sjálvstýri síðan 1282, tá landið varð hertikið av enska konginum og lagt undir Ongland.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Snowdon, hægsta fjallið í Wales

Meginparturin av hálvoynni Wales er fjallalendi. Fyri norðan eru fjøllini brøtt og illgongd, vaksin við grasi og lyngi. Uppi í fjøllunum eru høgir hamrar og skúmandi fossar, niðri í dølunum eru stór vøtn. Hægsti tindurin eitur Snowdon, sum merkir "Snjótindurin". Undan fjøllunum eystureftir og út ímóti havinum vestureftir ganga lýggir, breiðir og fruktagóðir dalar, har hópur av fólki býr. Fyri sunnan er landið lægri og slættari. Jørðin har er fruktagóð og væl velt.

Demografi[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatalið í Wales er vaksið frá 2.903.085 í 2001 til 3.064.000 í 2011.

Mál[rætta | rætta wikitekst]

Walisiskt er eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við corniskt og bretonskt.

Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er kendasta staðarnavnið í Wales.