Walisiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Walisiskt
(Cymraeg - y Gymraeg)
Tosa í: Flag hjá Wales Wales
Flag hjá Argentina Argentina
Flag hjá Ongland Onglandi.
Tosandi íalt: 770.700 (2004)
Wales 611.000 herav
315.000 ræðið (flótandi)
Chubut Argentina 5.000
Onglandi 150.000
USA: 2.500
Canada: 2.500
Mál ætt: Indo-evropeiskt

  keltiskt
    oyggja-keltiskt
     brythoniskt
      walisiskt.

Mál kotur
ISO 639-1: cy
ISO 639-2: wel
ISO 639-3: cym

.

Procentbýtið av waliskiskt-talarum uppá landslut í Wales
Tvímælt skelti, á Walisiskum og Enskum, í Cardiff

Walisiskt ella Bretskt (Cymraeg - y Gymraeg) ið verður talað í Wales og í Chubut landslutinum í Argentina, hoyrir til Brythonisku málini.

Eini 22% av fólkinum í Wales, tvs. uml. 611.000, hava kunnleika til málið í dag. Tey búgva í størstan mun í vestara parti av landinum, har málið hoyrist alla staðni har menniskju hittast; í handlum, á pubbum og til fótbóltsdystir t.d. Meginparturin tosar nú engskt, og øll walisisktmælt duga og skilja eisini engskt.

Fyri 200 árum síðani var walisiskt tað klárt ráðandi málið í Wales. M.a. ídnaðarkollveltingin viðførdi at engska málið tók seg fram, men so seint sum í 1891 var tað enn ein meiriluti uppá 54,4% av fólkinum ið tosaði walisiskt. Í 1911 varð staðfest, at walisiskt var vorðið eitt minnilutamál, tosað av 43.5% av fólkinum.

Í miðøld varð hópin av frægum bókmentum skrivaðar á walisiskum.

Walisiska stavraðið[rætta | rætta wikitekst]

Walisiskt brúkar latínska stavraðið, men bókstavirnir k, q, x og z verða vanliga ikki brúktir. Harafturímóti finnast (tvinnaðir) bókstavir sum antin eru sestakir fyri walisiskt, ella úttalast á ein serstakan hátt:

  • ch (úttalst sum "ch" í týskum Bach, ella sum í skotskum loch),
  • dd (úttalst sum engskt "th" í weather),
  • ff (úttalst sum f),
  • f → v
  • j (bert í engskum lániorðum; úttalst sum "j" í juice),
  • ll (úttalst sum "hl" - ella sum "ll" í grønlenskum Kallalit nunaat),
  • si (úttalst sum "sj")
  • th (úttalst sum engskt "th" í thin).
  • c → k (eisini framman fyri e, i og y)
  • ph → f
  • r → r (rullandi tunguspíðs-r)
  • rh → óræddað tunguspíðs-r
  • w → u
  • u → i
  • y → i (tó i stuttum orðum → ø; t.d. "Cymru" [:Kømri])

Fyrsta regla í walisiska tjóðsanginum: Mae hen wlad fy nhadau yn annwyl i mi
ljóðar fonetiskt umleið soleiðis: [:Maj hen ulad vø n-hadai øn annuil i mi]

Walisiski tjóðsangurin[rætta | rætta wikitekst]

Gwlad, Gwlad
Mae hen wlad fy nhadau yn annwyl i mi,
Gwlad beirdd a chantorion, enwogion o fri;
Ei gwrol rywelwyr, gwladgarwyr tra mad;
Dros ryddid collasant eu gwaed.
Gwlad, gwlad, peidiol wyf i'm gwlad;
Tra mor yn fur i'r bur hoff bau
O bydded i'r hen iaith barhau!

Á føroyskum:

Land, land
Gamla land fedra mína er mær kært,
Land yrkjara og sangara, menn tiltiknir víðagitnir;
Hennar djarvu hermenn, fosturlandsvinir frægir,
Fyri frælsi útheltu blóð.
Heimland, heimland, trúfastur eri eg landi mínum,
So leingi havið er múrur kring hetta reina ,fagra land,
Á gævi satt tað gamla tungumál má framvegis liva!

Almenn støða (status)[rætta | rætta wikitekst]

Hóast walisiskt í dag er eitt minnilutamál, so vaks stuðulin til málið í seinnu helvt av 20'du øld, í samband við at rørslur sum tjóðskaparflokkurin Plaid Cymru frá 1925, og Cymdeithas yr Iaith Gymraeg (walisiska málfelagið) frá 1962 tóku seg upp

Walisiska mállógin frá 1993 og walisiska stjórnarskipanin frá 1998 áseta at walisiskt og engskt mál skulu viðfarast javnlíkt í almenna sektorinum, í so víðan mun hetta er forsvarligt og gjørligt. Almennir stovnar verða kravdir at hava eina fyriskipan fyri walisiskt mál, ið prógvar teirra tilsøgn um javnbóðis viðgerð.

7 desember 2010 samtykti Walisiska tjóðartingið einmælt nøkur tiltøk ið skulu stuðla undir menningina av walisiska málinum í Wales. 9 februar 2011 fingu hesi tiltøk kongliga staðfesting og vórðu samtykt, og gera sostatt walisiskt til eitt alment viðurkent mál í Wales.

Í november 2008 varð walisiskt fyri fyrstu ferð brúkt á einum ráðharrafundi í ES-ráðnum, har walisiskt gjørdist tað 23'da almenna málið í ES.

Síðan ár 2000 hevur frálæra í walisiskum verið tvungin lærugrein í øllum skúlum í Wales, upp til 16 ára aldur, og hevur hetta mótvirkað afturgongdini hjá walisiskum, og viðvirkað at eisini børn hjá engsktmæltum foreldrum aðrastanði frá í UK hava kunnskap til, ella duga ræðið walisiskt.

Flestu vegskeltir eru í dag á bæði engskum og walisiskum.

Leinki úteftir[rætta | rætta wikitekst]