Enskt mál
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Enskt (mál))
| Enskt english |
||
|---|---|---|
| Tosa í: | USA, Bretland, Kanada, Avstralia, Írland, Nýsæland, Suðurafrika, v.fl. | |
| Tosandi íalt: | uml. 360.000.000 | |
| Mál ætt: | indo-evropeiskt germanskt |
|
| Mál kotur | ||
| ISO 639-1: | en | |
| ISO 639-2: | eng | |
| ISO 639-3: | —
. |
|
Enskt mál (ella eingilskt) er móðurmál hjá umleið 360 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í USA (amerikanskt enskt), um 55 000 000 í Bretlandi, góðum 17 000 000 í Kanada, um 15 700 000 í Avstralia, sløkum 3 500 000 í Suðurafrika, um 3 200 000 í Nýsælandi og um 2 600 000 í Írlandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum.
Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim.