Franskt mál
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Franskt Français |
||
|---|---|---|
| Tosa í: | Frakland; Algeria, Andorra, Belgia, Benin, Burkina Faso, Burundi, Kanada, Djibuti, Ekvatorguinea, Fílabeinsstrondin, Franska Gujana, Franska Polynesia, Gabon, Guadeloupe, Guinea, Haiti, Italia, Kamerun, Komoroyggjar, Kongo, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Libanon, Louisiana, Luksembourg, Madagaskar, Mali, Martinique, Móritius, Mayotte, Monako, Niger, Ný-Kaledonia, Réunion, Ruanda, Saint-Pierre og Miquelon, Senegal, Miðafrikalýðveldið, Seyskelloyggjar, Sveis, Togo, Kjad, Tunesia, Stóra Bretland, Vanuatu, Wallis og Futuna | |
| Tosandi íalt: | 64 858 311 | |
| Mál ætt: | Indoevropeiskt Italskt |
|
| Mál kotur | ||
| ISO 639-1: | fr | |
| ISO 639-2: | fr | |
| ISO 639-3: | fra
. |
|
Franskt mál er móðurmál hjá umleið 64,8 mill. fólkum, harav um 51 mill. í Fraklandi, um 6,7 mill. í Quebec í Kanada, um 4 mill. í Belgia og slakari 1,3 mill. í Sveis. Franskt er eitt av stóru heimsmálunum. Franskt er eisini eitt av høvuðsmálunum tá ið tað snýr seg um evropeiska søgu, mentan og nútíðar viðurskifti. Harumframt eru mong lond og øki um allan heim, har franskt er høvuðsmál ella eitt av høvuðsmálunum. Franskt er harafturímóti av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál.